Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-16, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. juni 2016síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. JUNI 2016 SOSIALURIN 69 30 DANJAL AV RANA H ennara hátign, Mar­ greta, drot­ning, nýtti høvið at takka Finni Fríða Sigmundarson Olsen fyri vakra sangin, hann sang fyri sær, tá hon vitjaði Sambýlið í Hvalba. – Tað var rørandi, at hann vildi syngja fyri mær, og hendan serliga føroyska úttalan av donskum hevur sína sjarmu. Gøtudanskt er nakað serligt, og ein má hava oyruni klár, um ein skal skilja, hvat sagt verður. Tað sama var galdandi á Sandi, tá hasir fýra Kingo-sang­ ararnir sungu fyri mær, segði Margreta, drotning. Á tíðindafundinum, sum var seinasti partur av al­mennu vitjanini hjá Mar­gretu, drotning, á hesum sinni, nýtti hon enn einaferð høvi at tosa um, hvussu nógv føroyska samfelagið er broytt. Hon var sjálv fyrstu ferð í Føroyum í 1959, sum 19 ára gomul. Í røðu síni í Norðurlanda­ húsinum segði hon, at mo­derni­ seringin var heilt týðilig, og í gjár vísti hon á, at menningin eisini sæst aftur í føroyska matinum. – Tað sæst, at føroyingar ikki einans nýta føroyskar rávørur í størri mun enn áð­ur, men eisini hagreiða matin á gamla føroyska mát­an. Síðani verður hann borð­ reiddur á ein meiri altjóða hátt. Mær hevur dámað tað mesta av tí, sum mær er borðreitt, segði Margreta, drotning. – Eg vænti ikki, at tað gongur long tíð, áðrenn krún­prinsparið kemur hendan vegin. So fáa vit at síggja, hvussu nógv av børnum teirra, tey hava høvi at taka við sær. Eg minnist, hvussu stuttligt tað var hjá mínum synum, tá teir vóru her sum níggju og tíggju ára gamlir, segði hennara hátign. Størsta uppliving á hesi ferðini er, at hon veruliga hevur sæð Sandoynna fyri fyrstu ferð. – Eg havi altíð hildið, at Sandoyggin er heilt fløt. Skýggini og mjørkin hava altíð hingið langt oman í fjøllunum, so tað var fantastiskt at síggja hana í sól­skini í gjár, segði hon. Hennara hátign heldur tó, at tað er væl møguligt, at danir hava tørv á størri kunn­leika um føroysk og grønlendsk viðurskifti. – Tað kann væl vera, at donsk skúlabørn skuldi fingið størri lærdóm um viður­skiftini her í útnorðri, so at tey skilja, at Føroyar og Grønland ikki einans eru sum onkrir býir í Jyllandi, men at talan er um fólk við egnum samleika, egnari søgu, egnum andlitið og egnum máli, segði Margreta, drotning. Hendan vitjanin er henn­ara fjúrtanda, men hennara hátign vónar sjálv, at hetta ikki var hennara seinasta. – Eg vóni, at eg fái mong høvi at vitja aftur í Føroyum, og vónandi gongur ikki ov long tíð, áðrenn eg eri aftur her, segði Margreta, drotning. DANJAL@SOSIALURIN.FO DROTNINGIN VITJAR Hennara hátign á Sandi Sangurin hjá Finni Fríða rørdi meg MYNDIR: ÁLVUR HARALDSEN Margreta drotning: