hósdagur 16. juni 2016síða 32
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 17. JUNI 2016
SOSIALURIN 69
32
ÍTRÓTTUR
Ikki við:
Robert Heðin Brockie (skaddur)
Ivasamur: Jákup á Borg
Við aftur: Odmar Færø
(komin aftur felagið)
Ikki við: Arnbjørn T. Hansen
(knæið, langtíðarskaddur),
Pál M. Joensen
(knæið, langtíðarskaddur)
Ikki við:
Hanus Jacobsen
(Fipurspreinging, 3 vikur afturat)
Ikki við: Jann Benjaminsen
(leikbann) Einar Tróndargjógv
(burtustaddur) Andras
Frederiksberg (lærkrikin)
Haraldur R. Højgaard (mjødnin)
Ivasamur: Nikolaj Køhlert
(fipurspreinging)
Við aftur:
Jens Joensen (eftir leikbann)
Ikki við: Óli H. Olsen (Leikbann),
Michal Przbylski (Leikbann),
Niklas Poulsen (Liðband í
økslini, 2 vikur afturat), Esmar
Clementsen (Knæskaði, ógreitt
hvussu leingi)
Ivasamur:
Kristian Anton Andreassen
JÓANNES HANSEN
T
að var rómur millum
mongu KÍ viðhaldsfólk
ini í góðveðrinum við
Løkin mikukvøldið. Tá
ið klokkan leið móti 90 minuttum,
og máltalvan framvegis vísti 0-0,
var fýrverk á lofti. Fagnaðurin yvir
málleysa javnleikin og harvið pláss
í steypafinaluni leygarkvøldið 27.
august var sjáldsama stórur.
Stigatalvan sigur, at B36 er á
triðja plássi, og at tað eru seks stig
fram til KÍ og toppin. Harvið er
talan um lyklauppgerð av teimum
stóru, tá ið B36 seint seinnapartin
sunnudagin fær vitjan av KÍ.
Áhugin millum KÍ viðhaldsfólk
ini fyri sínum liði er so stórur nú,
sum hann ikki hevur verið síðani
felagið í 1999 vann bæði steypa
finaluna og FM. Mikukvøldið vóru
eini seks hundrað KÍ fjepparar í
Runavík.
Dagsskráin hjá KÍ var at halda
tørn í verjupartinum og ikki at
leggja meiri fyri enn neyðugt í
nærdystunum. Tað snúði seg um at
ansa eftir gulum kortum og harvið
hóttanini av leikbannum í finaluni.
Jákup B. Andreasen var leikbann
aður mikukvøldið, og Ahmed
Mujdragic, sum hevur eitt gult
kort á kontu í steypakappingini,
var ikki við.
Tá ið tað leið ímóti dystarenda,
sá Sørmundur Kalsø gult fyri at
pjaka sær í sambandi við innkast.
Millum viðhaldsfólkini reisti
spurningurin seg beinanvegin, um
stinni vongverjin nú verður tøkur
í finaluni:
– Eg hevði undan dystinum
hugt eftir, so eg visti, tá ið Eiler
Rasmussen vísti mær gula kortið,
at tað ikki kostaði rættin at spæla
við í finaluni, sum vit allir gleða
okkum til, sigur Sørmundur Kalsø.
Gullið stendur upp á spæl
B36 - KÍ LARS MÜLLER
sunnudagin kl. 17.15
Hóast tað resta trettan umfør, so
fer úrslitið millum B36 og KÍ at hava
stóran týdning fyri kappingina
um gullið. Um meistararnir tapa,
so verður fjarstøðan til toppin
níggju stig:
– Tað er KÍ og so hini liðini. Vit
spældu væl ímóti teimum í Klaks
vík, tá ið vit klossaðu 1-0 leiðslu
burtur í síðstu løtu. Í steypakapp
ingini taptu vit 2-1 í Klaksvík, hóast
KÍ í fimm korter var undirmannað.
Nú hava vit nýggjan møguleika.
Vit vita, hvat tað snýr seg um, og
vit gleða okkum, sigur B36 venjarin
Eyðun Klakstein.
B36 kassameistarin kann fegn
ast um, at fleiri enn túsund KÍ við
haldsfólk fara í Gundadal sunnu
dagin, og í felagnum fegnast
tey eisini um, at nú er mest sum
allur meistarahópurin frá í fjør
tøkur aftur. Skaddu spælararnir
eru komnir fyri seg, og eftir at
flytingargluggin læt upp miku
dagin, er Odmar Færø B36 spælari,
og Eli Falkvard Nielsen verður
skjótt við aftur.
KÍ hevur vunnið tíggju tær
seinastu ferðirnar – sjey ferðir í
landskappingini og tríggja ferðir
í steypakappingini. Tað sigur seg
sjálvt, at fokus nú er á gullinum –
bæði í steypakappingini og lands
kappingini.
– Vit eru har, sum tað er hugaligt
at kappast, men eg sigi, sum Óli
Hansen plagdi at siga, tá ið vit vóru
liðfelagar í NSÍ í 2007, og tað endaði
við, at vit vunnu FM. Hann segði,
at vit taka ein dyst í senn, og tað
gera vit eisini, sigur væl upplagdi
KÍ veteranurin Hjalgrím Elttør.
Í fjør vann B36 1-0 og 2-1 í Gunda
dali, og í 2014 vann B36 fyrra dystin
2-1, meðan KÍ vann seinnu ferðina
1-0. Tá var Eyðun Klakstein venjari
í Klaksvík, og tá var amboðið hart
arbeiði og at leggja nógv fyri í nær
dystunum ella tað, sum í ár hevur
borið KÍ upp á toppin.
Upperðin í Gundadali fer at
snúgva seg nógv um, hvørjum fyri
treytum tað fer at laga seg eftir.
B36 man eiga bólttryggastu spæl
ararnar av øllum. Spurningurin er,
um teir fara at megna sítt spæl, ella
um tað verður styrkin, nærlagni og
grammleikin hjá KÍ, sum verður av
gerandi.
Trýstið er stórt á stevnuni
NSÍ - VÍKINGUR ALEX TROLEIS
leygardagin klokan 18.30
Mikukvøldið kendu teir í NSÍ seg
at vinna uppreisn. Eftir trý tap
á rað – tvey í landskappingini og
eitt í steypakappingini – endaði
tað málleyst í seinnu hálvfinaluni
ímóti KÍ.
– Tað var ein lætti, at tað eydn
aðist at halda tætt í verjuni. Hetta
taka vit við okkum til stevnudystin
leygarkvøldið ímóti Víkingi, og so
vóna vit, at tað fer at eydnast at
fáa glið aftur á málskjótingina.
Ímóti KÍ spældu vit okkum til
málmøguleikar, staðfestir Árni
Frederiksberg.
Flytingargluggin læt upp miku
dagin, og miðskeiðis í seinna hálv
leiki varð Høgni Madsen, sum er
fluttur úr B36 og til NSÍ, settur inn
á miðvøllin. Hann verður hentur
at hava ímóti Víkingi. Jann Martin
Mortensen, sum hevur verið nógv
skaðadarvaður, var á vøllinum
síðstu løtuna mikukvøldið.
– Vit eru greiðir yvir, tað aftur
leygarkvøldið verður neyðugt við
rættiligum mannfólkaavriki, og tað
ætla vit okkum at vísa, sigur Árni
Frederiksberg.
Mikukvøldið reið tað um snarið
hjá Víkingi, sum við 1-1 í Sarpugerði
ímóti Skála vann seg í fimtu steypa
finaluna á rað. Sølvi Vatnhamar
var liðformaður, og ivaleyst ársins
spælari higartil í ár vísti seg enn
einaferð at vera gull verdan. Hann
javnaði til 1-1 fimm minuttir eftir,
at Skála miðskeiðis í fyrra hálvleiki
hevði lagt seg framum:
LIÐ TÍÐINDI
B36
HB
VÍKINGUR
NSÍ
B68
FÓTBÓLTUR Eftir at hava tryggjað sær pláss
í steypafinaluni verður stóra próvtøkan hjá KÍ
ímóti meistarunum í B36, sum manningarliga eru
betri fyri, enn teir hava verið higartil í ár
INNRÁS ÚR
KLAKSVÍK OG
Í GUNDADAL
Upptakt