Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-16, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. juni 2016síða 33

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. JUNI 2016 SOSIALURIN 69 33 1 X 2 2 X 1 1 X 2 2 X 1 1 X 2 2 X 1 1 X 2 2 X 1 1 X 2 2 X 1 Við aftur: Súni Olsen (eftir skaða) og Ísak Simonsen (eftir leikbann) Ivasamir: Ahmed Mujdragic (sjúkur) og Semir Hadzibulic (fór skaddur av vøllinum mikukvøldið) Allir spælararnir tøkir. Við aftur: Rói Danielsen, Dion Splidt og Jobin Drangastein og Símun Samuelsen Ikki við: Símin Hansen (ikki loyvi), Gunnar Haraldsen (knæið, klárur í seinnu hálvu), Andri Freyr Bjørnsson (knæið), Karstin Højgaard (fóturin), Gert Drangastein (langtíðarskaddur) Við aftur: Teitur Olsen (leikbann síðst) Ivasamur: Rógvi Joensen Ikki við: Teitur Justinussen (leikbann, fýra gul kort), Joslayn (burturstaddur) og Hervé Din Din (givin í felagnum) Ikki við: Brian Jacobsen (leikbann) – Vit fegnast um finaluplássið í steypakappingini. Nú er dags­ skráin stevnudystur ímóti NSÍ, og tá fara vit aftur at leggja nógv fyri. Eftir tapið í Klaksvík er tað trýst á okkum, og tað er neyðugt at vinna trý stig við Løkin, um vit skulu hava møguleika at fáa KÍ aftur, sigur Sølvi Vatnhamar. Fyri tveimum mánaðum síðani vann Víkingur 3-1 við Løkin. Í fjør vann Víkingur 4-2 í Runavík, meðan NSÍ í fyrraárið vann heimadystin ímóti grannunum innanfyri Eiðið 3-0. Sigfríður aftur í Fuglafirði ÍF - TB RÚNI GAARDBO sunnudagin klokkan 15.00 Sigfríður Clementsen og TB stóðu fyrstu próvtøkuna á heimavølli ímóti NSÍ: – Tað eru trettan umfør eftir, og vit skulu hava trettan stig fyri at røkka teimum 26, ið higartil hava víst seg at vera nóg nógv at varð­ veita plássið í deildini, sigur TB venj­arin. Aftur í hesi vikuni hevur stóri spurningurin verið, hvør skal verja TB málið ímóti ÍF. Tað er mangt, sum bendir á, at tað aftur hesaferð verður Meinhardt Joensen. ÍF venjararnir eru væl nøgdir við gongdina: – Vit eru á fimta plássi, hug­burð­ urin er góður, og tað var sunnu­dag­ in hugaligt at vinna størsta sigurin í fleiri ár. Fjórða plássið er trý stig burtur, so tí miðja vit nú eftir, sigur ann­ar av ÍF venjarunum Jákup Mikkelsen. Fyri tveimum mánaðum síðani vann ÍF 3-0 við Stórá í Trongisvági. Sær svart út á Svangaskarði B68 - SKÁLA KÁRI J. Á HØVDANUM sunnudagin klokkan 15.00 Á Svangaskarði leingjast teir fram­ vegis eftir ársins fyrsta sigri. Tað er merkisvert, at B68 seinastu ferð­ ir­nar hevur spælt við mest sum reinum toftaliði. – Talan er um framgongd, og vit geva ikki skarvin. Tað eru nógv stig eftir at spæla um, og vit rokna tað framvegis at vera møguleika fyri at varðveita plássið í deildini, sigur Páll Guðlaugsson, venjari hjá B68. Skálamenn iðra seg um, at tað mikukvøldið ikki eydnaðist at vinna pláss í steypafinaluni: – Vit góvu alt, og vit vóru óhepn­ ir, at vit ikki skoraðu tað málið aftrat, sum hevði borið finalu­pláss­ ið við sær. Nú vaska vit vónbrotið burtur, og so ætla vit okum at reisa okkum ímóti B68. Hvíldartíðin er fýra samdøgur, men tað er eingin trupulleiki. Fótbóltsspælarum líka best at spæla dystir, sigur Pætur Dam Jacobsen. AB hvessir álopið AB - HB VALDIMAR PÁLSSON, ÍSLAND sunnudagin klokkan 15.00 Trý nýggj nøvn vera á AB listanum sunnudagin. Dion Splidt, Símun Hansen og Jobin Drangastein eru tøkir, og tað er greitt, at Símun Hansen verður fremsti maður ímóti HB, sum hann fyrr í ár hevur spælt tríggjar landskappingardystir við. AB er undir strikuni, og tað ber trýst við sær, hóast talan ikki er um panikk: – Vit kenna okkum sannførdar um, at tað fer at gleppa, og vit halda avgjørt, at møguleiki er fyri, at tað verður ímóti HB, sum vit fyrr í ár hava megnað málleysan javn­leik ímóti í Gundadali. Nú er størri kapping um plássini, enn tað hev­ur verið, og tað fer vónandi at síggjast aftur. Spælararnir vita, at teir eiga at avrika betri, enn teir gjørdu á Skála sunnudagin, og vit eru ógvuliga fokuseraðir at avrika væl ímóti HB. So fæst at síggja, hvør úrtøkan verður, sigur AB venj­arin Trygvi Mortensen. HB venjarin Jan C. Dam var væl nøgdur við leikliga avrikið og hug­ burðin í málleysa javnleikinum ímóti B36. HB hevur ikki vunnið í lands­kappingini í tveir mánaðir. 20. apríl endaði tað við 1-0 heimasigri ímóti B68. Síðani tá hevur HB spælt sjey landskappingardystir, og úrtøkan er tvey stig! – Vit arbeiða miðvíst, og vit rokna avgjørt við, at tað nú fer at gleppa. Avrikini ímóti bæði Víkingi og B36, sum eru millum tey fremstu, hava verið góð, sigur Jan C. Dam. KÍ ÍF AB TB SKÁLA Effo-deildin støðan NR. LIÐ DYSTIR VUNNI JAVNT TAPT + MÁL - MÁL +/- STIG 1 KÍ 14 10 2 2 27 10 +17 32 2 Víkingur 14 8 4 2 28 16 +12 28 3 B36 14 7 5 2 24 13 +11 26 4 NSÍ 14 8 0 6 30 23 +7 24 5 ÍF 14 6 3 5 24 28 -4 21 6 HB 14 5 4 5 19 17 +2 19 7 TB 14 3 4 7 14 22 -8 13 8 Skála 14 3 4 7 12 20 -8 13 9 AB 14 1 6 7 15 21 -6 9 10 B68 14 0 6 8 13 36 -23 6 MYND: ÁLVUR HARALDSEN 1 = Heimasigur X = javnleikur 2 = Útisigur NSÍ - Víkingur ÍF - TB B36 - KÍ B68 - Skála AB - HB KENDI TIPPARIN Jógvan Martin Olsen fyrrverandi landsliðsvenjari Kendi tipparin hesaferð: Seinast tippaði fyrrverandi ítróttarstjórin í AB, Thomas Juul Thomsen Hann hevði tveir rættar av fimm. Av teimum báðum røttu sum hann hevði, tippaði hann KÍ at vinna á heimavølli móti Víkingi, umframt at ÍF vann á heimavølli móti B68. Thomas Juul Thomsen tippaði: TB - NSÍ (2), KÍ - Víkingur (1), HB - B36 (1), ÍF - B68 (1), Skála - AB (2)