Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-16, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. juni 2016síða 34

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. JUNI 2016 SOSIALURIN 69 34 TRÓNDUR ARGE E g haldi ikki, at spælararnir hava gjørt uppgávuna hjá dómarunum torføra higartil. Teir uppføra seg væl, og enn hava vit ikki sæð nøkur hópmótmæli. Eisini havi eg bitið merki í, at dómararnir hava havt fult tamarhald á dystunum higar­ til, sigur Petur Reinert. Hann letur eisini væl at døm­ ingini higartil, hóast okkurt hevur verið, ið kundi verið øðrvísi. – Sum heild hevur dømingin verið góð. Einstakar støður hava verið, sum kundu verið avgreiddar øðrvísi, sigur Petur Reinert. Ivasomu støðurnar Petur Reinert hevur onkrar støður, har hann hevði dømt øðrvísi, um hann hevði sæð støðurnar sum hann hevur sæð tær í sjón­varp­ inum. Millum annað slapp Lorik Cana eitt sindur lætt, tá hann tók hond­ina til hjálpar og tók risa møgu­leika frá Sveis. – Eg haldi sjálvur, at Lorik Cana frá Albanien burdi fingið beinleiðis reytt, heldur enn seinna gula. Um hann ikki hevði eitt gult framman­ undan, hevði støðan møguliga verið øðrvísi, sigur Petur Reinert. Norski Svein Oddvar Moen hevði tvær støður í dystinum mill­ um Eysturríki og Ungarn, har før­ oysli dómarin er eitt sindur iva­sam­ ur. Millum annað er seinna gula kortið hjá eysturríska Alexander Dragovic á markinum. – Hann sær ikki eitt brotsspark, og eg helt, at tað seinna gula hjá Eysturríki móti Ungarn var »harsh«. Kortið kann meira enn so verj­ast, men vit hava sæð líka og verri takklingar í kappingini, sum ikki hava givið kort, sigur Petur Reinert, ið leggur afturat, at sjálvt í EM kann verða torført at hava eina felagslinju. Clattenburg tosar nakað nógv Meðan vanligi fótbóltsáskoðarin hevur sínar favoritt fótbólts­spæl­ arar, so hava dómarar eyguni eftir dómarunum. Petur Reinert hevur eisini sínar favorittar, sum hann heldur hava dømt væl higartil. – Eg haldi, at Viktor Kassai, Cüneyt Çakir, Mark Clattenburg, Martin Atkinson, Nicola Rizzoli og Jonas Eriksson hava dømt væl. Hetta er eisini kremið av kreminum – teir allarbestu!ð. Hesir eru eisini teir, eg hyggi mest at, sigur Petur Reinert. Hann er ikki sjálvur bang­ in fyri at fara í dialog við spæl­ arar­nar, meðan ein dystur er. Tó er ikki so vanligt í UEFA høpi, men meiri góðtikið í eitt nú Premier Legaue. – Mark Clattenburg tosaði onkun­tíð nakað leingi við onkran spælara, og hetta er kanska meira »Premier League stílur« enn »UEFA Stílur«, greiðir Petur Reinert frá. Nýggjar reglugerðir Til EM endaspælið eru nakrar nýggjar reglugerðir komnar í gildi. Higar­til er tó lítið at viðmerkja til tað. – Nýggju reglarnar hava vit ikki sæð nakað til enn. Spanien og Norðurírland hava sentrað aftur­ eftir, men restin er ikki komið til sjóndar enn, sigur Petur Reinert. Fyri hann er størsti spenningur hvussu dómararnir loysa støðuna við neyðbremsu, tá verjandi spæl­ ari bara roynir at fáa bóltin í eini erligari roynd. – Tað verður spennandi at síggja fyrrverandi »triple punishment« í verki, sigur Petur Reinert. 1 – At leggja mið/ byrjunarsparkið Bólturin skal spælast frameftir vøllinum, men hetta verður nú broytt. Nú skal bólturin bara spæl­ ast. Hetta kann gerast fram eftir vøllinum ella aftur eftir vøllinum og so framvegis. Petur Reinert: – Eg ímyndi mær, at tað ikki verður loyvt at gera sjálvmál, tá man leggur mið so­ leiðis, sum vit kenna tað frá bein­ leiðis og óbeinleiðis frísparki og horna­sparki og so framvegis. Broytingin kemur ikki at hava nógv at siga í praksis. Fyri okk­um dómarar verður tað eitt sind­ur lættari at umsita. Eg havi sjálvur ofta kent meg eitt sindur fják­utan, tá eg biði spælarar byrja av nýggj­ um, tí bólturin flutti seg skeivan veg; hesum sleppi eg nú undan. 2 – At geva reytt kort áðrenn dystarbyrjan Nú skal dómarin kunna geva reytt kort, áðrenn dysturin er byrjaður. Hetta skal gerast, um spælarar berj­ast ella okkurt tílíkt, áðrenn dysturin er byrjaður. Petur Reinert: – Broytingin kann gerast týdningarmikil, tí fylgjur­nar av einum reyðum korti eru álvar­samar. Tó havi eg í tey 22 ár­ini eg havi dømt, ikki havt tørv á at givið eitt reytt kort, áðrenn dyst­ urin er byrjaður. Flestu okkara hava helst sæð brotið, tá Roy Keane og Patrick Vieira munnuhøggast í tunnlinum undan einum dysti millum Arsenal og Manchester United. Kanska er tað okkurt líknandi, IFAB hevur havt í huganum. 3 – At koma inn aftur á vøllin Undan EM var tað so, at dómarin skal geva einum spælara loyvi at koma inn aftur á vøllin, tá hesin hevur verið uttanfyri. Ætlaða broyt­ingin hevur við sær, at hjálpar­dómararnir ella 4. dómarin nú eis­ini kunnu loyva spælaranum inn aftur á vøllin. Petur Reinert: – Broytingin kann koma at hava eitt sindur at siga í praksis. Eg haldi sjálvur, at tað er gott, at øll í dómaratoyminum taka ábyrgd og hjálpa til, men dómarin er framvegis evsti mynduleiki, og hann má hava tamarhald á nær spæl­ararnir eru inni ella úti. Við teirri tøkni, dómarar hava í dag, eigur hetta ikki at gerast ein trupul­leiki. Tvørturímóti! 4 – Brot uttanfyri vøllin Ímyndið tykkum, at tveir spælarar hava verið uttanfyri fyri at fáa við­ gerð. Tá ein skal inn aftur á vøllin, tekur hin og heldur honum, so­ leiðis, at hann ikki sleppur inn. Higar­til er dysturin tikin upp aftur við uppkasti í slíkum støðum. Orsøkin er tann, at brotið er framt uttan­fyri vøllin og tí kann fríspark ella brotsspark ikki dømast. Nú verður dømt fríspark, ella enntá brotspark, um brotið verð­ ur framt millum linjurnar á brots­ sparks­teiginum, sum eru javn­ fjarðar við síðulnjurnar. Verður frí­spark dømt, skal hetta takast á síðu- ella mállinjuni. Petur Reinert: – Broytingin kann koma at hava stóran týdning, men eg ivist. Eg havi sjálvur ikki upp­livað nakað líknandi, og ei held­ur havi eg sæð nakað slíkt í sjón­varpi. TRÓNDUR ARGE EM bólturin rullar við fullari ferð í Fraklandi. Øll liðini hava verið í eldinum. Vit hava sæð Ísland skrivað søgu, fólkatalsliga er minsta landið nakrantíð, ið hevur verið til EM endaspælið. Teir fingu somuleiðis stig til stóra gleði fyri føroyingarnar, sum vóru samlaðir á trappuni í Vágsbotn. Vit hava sæð góð mál, minni góðar dystir og onkrar ivasamar dømingar. Her fara vit at seta tveim­um føroyingum, sum eru ser­frøðingar innan sítt øki, spurn­ingar um EM endaspælið sæð við føroyskum eygum. Dómarin Petur Reinert er altjóða dómari og fylgir væl við í EM endaspælinum. Nýggjar reglugerðir eru settar í verk til hetta EM endaspælið. Vit hyggja nærri at reglugerðunum og hvussu tað sæst aftur í EM. Eisini spyrja vit um avrikini. Venjarin Sigfríður Skaale Clementsen er tann føroyski venjarin, ið hevur staðið seg best úti í Evropa við føroyskum liðnum. Gløgga fót­ bólts­eygað og tilætlaði hug­ burð­urin, tá umræður fótbólt í Evropa, hevur eisini sæð nøkur aftur­gang­andi mynstur í EM. FÓTBÓLTUR Tað sigur, Petur Reinert, ið heldur at uppgávan hjá dómarunum til EM endaspælið er blivin lættari, tí spælararnir ikki hava gjørt uppgávuna torførari enn neyðugt Fyrsta umfar hevur verið í EM endaspælinum og øll 24 londini hava verið í eldinum. Vit fara í hesi greinini at taka føroyskar brillur á og hyggja nærri at dømingini og fótbóltsspælinum ÍTRÓTTUR EM við føroyskum brillum SPÆLARARNIR HAVA HJÁLPT DÓMARUNUM Tíggu nýggjar reglugerðir