Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-16, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. juni 2016síða 35

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. JUNI 2016 SOSIALURIN 69 35 5 – At fara av vøllinum eftir at hava fingið viðgerð Regulin er, at ein spælari nú ikki nýtist av vøllinum aftaná at hann hevur fingið hjálp frá hjálpar­fólki. Hetta er tó bert galdandi, um við­ komandi hevur ligið á vøll­inum eftir hending sum hevur givið antin gult ella reytt kort til mót­ støðu­spælara. Petur Reinert: – Broytingin kann at hava nógv at siga. Í einum inten­sum dysti, sum er við at vera lið­ugur, kann eg væl ímynda mær, at verjandi liðið fer at leggja meira trýst á dómaran fyri at fáa hann at geva eitt kort, soleiðis at spælarin hjá teimum ikki skal av vøllinum. Hetta kemur helst at vera, tá deyð­ bólts­støður eru. 6 – At forða einum máli Um ein bóltur, ið er á veg í mál, verður steðgaður av einum spælara, sum ikki luttekur í dystinum, verður dysurin tikin upp aftur við óbeinleiðis frísparki til áleypandi liðið. Um ein lækni, saftblandari ella onkur annar, sum ikki er ein spælari, steðgar bóltinum í at fara í málið, verður dysturin tikin upp aftur við uppkasti. IFAB ætlar at broyta hetta soleiðis, at dysturin nú verður tikin upp aftur við bein­ leiðis frísparki ella brotssparki alt eftir hvar hendingin fer fram. Petur Reinert: – Broytingin er helst neyðug og skilagóð. Hóast hetta hendir sera sjáldan, so metir IFAB tað vera skeivt, at ein bóltur, sum manglar tveir metrar í at fara í málið, skal blíva til eitt uppkast. Agarevsingin hesum viðvíkjandi verður óbroytt. 7 – Brotssparkskapping Um ein spælari verður útvístur, eftir at ein brotssparkskapping er byrjað, hendir onki. Liðið, sum hevur fingið spælaran útvístan slepp­ur at nýta teirra besta spæl­ ara tvær ferðir, meðan hitt liðið má nýta tann ringasta eina ferð. IFAB sigur nú, at liðið, sum hevur 11 spælarar tøkar, skal velja ein frá, sum ikki skal luttaka í brots­sparks­ kappingini. Petur Reinert: – Broytingin er lítil. Fótbóltslógin sigur longu nú, at eitt lið skal velja ein frá, um hitt liðið hevur færri spælarar, tá brots­ sparks­kappingin byrjar. Her verður lagt upp til, at tað sama skal henda, um eitt lið verður undirmannað, með­an brotssparkskappingin verður spæld. 8 – Óbeinleiðis fríspark í samband við rangstøðu Tá rangstøða verður dømd, skal tað óbeinleiðis frísparkið takast, har sum spælarin var rangstaddur, tá viðspælarin spældi bóltin. Broyt­ ingin hjá IFAB hevur við sær, at frísparkið í fleiri førum skal takast nærri málinum hjá verjandi liðnum enn áður. Um ein spælari, sum er rangstaddur, stendur tveir metrar framman fyri miðjuna, tá bólturin verður spældur, gerst hann ikki rangstaddur, fyrr enn hann spælir bóltin. Um hann so hevur runnið 15 metrar, so skal óbeinleiðis frí­spark­ ið takast 17 metrar inni á hálvuni hjá verjandi liðnum. Petur Reinert: – Broytingin hev­ ur ikki alla verðina uppá seg. Argu­ mentið er, at rangstaddi spælarin fremur onki brot, fyrr enn hann spælir bóltin, og tí skal frísparkið takast har. Púra logiskt, tá ein hugs­ar um tað. Tað er ikki revsivert at standa rangstaddur! 9 – Logo á hornafløggum IFAB fer at loyva feløgum at hava teirra búmerki á hornafløggunum. Petur Reinert: – Broytingin hevur onki uppá seg, og kemur ikki at ávirka spælið á nakran hátt. 10 - Broyting viðvíkjandi neyðbremsu Tað hevur ofta verið borið fram, at talan hevur verið um órættvísi tá ein spælari er vístur av vølli, eftir at hava gjørt brotsspark við neyð­bremsu. Umframt at liðið tá skal spæla við einum manni færri, fær hitt liðið eisini fyrimun av at gjøgnum­føra góðu støðuna, tá liðið við brotssparki sum oftast eisini skorar. Men nú er liðugt við tí. Hevur ein spælari nú gjørt eina erliga roynd uppá at fanga bóltin, men er so mikið óheppin at støðan verð­ ur takserað til brotsspark, er tað til gultkort. Hinvegin er tað, at bjarga við hond á málstrikuni, at skrykkja ein mann niður ófantaliga og annars óhøviskur atburður fram­ vegis gevur reytt kort. Petur Reinert: – Tað verður spenn­andi at síggja fyrrverandi »triple punishment« í verki IFAB: (International Football Association Board) Hevur til upp­ gávu at skriva fótbóltslógina. TRONDUR@SOSIALURIN.FO Ísland kann ikki spæla sum Spania TRÓNDUR ARGE T að gevur eisini nakrar dystir, har annað liðið einki annað val hevur enn at leggja seg aftur og verja. Nakað vit millum annað sóu Ísland gera í 1-1 javn­ leik­inum móti Portugal. Hetta dáma Cristiano Ronaldo illa. – Ísland kann ikki spæla sum Spania. Ísland má spæla fyri at vinna og tað gjørdu teir móti Portugal. Teir hava eina greiða ætlan til dystin. Tú sær eisini í størri mun fyri tíðina, at liðini, sum verja, avgera hvar bólturin skal enda. Tað var ikki av tilvild, at Portugal endaði við at spæla bóltin út á síðurnar og so skjóta innfyri. Tað var tilætlað framman­undan, sigur Sigfríður S. Clementsen, ið leggur afturat, at spæla øll sum Spania, so vinnur Spania. – Portugal kann bara takka sær sjálvum, at teir ikki vunnu á Íslandi. Teir vóru á odda og mistu tað, sigur Sigfríður S. Clementsen. Hann heldur eisini, at vit síggja at tað er lættari at bróta ein dyst niður, heldur enn at skapan hann. – Eg helt millum annað, at Eystrríki hevði gott tak á dyst­ inum móti Ungarn, men endar við at tapa, sigur venjarin hjá TB. Tikitaka avlisið Fyri nøkrum árum síðani, tá Pep Guardiola var venjari hjá FC Barcelona, so tosaðu øll um »Tiki Taka«, sum mátin at spæla fótbólt uppá. »Tiki Taka« er ímynd­in av at halda upp á bóltin og flyta hann skjótt millum sín við nógvum stuttum flytingum. Hetta síggja vit ikki longur. Heldur ikki í EM. – Tá ein máti kemur at spæl fót­bólt upp á og vinna, so sita hini og hugsa hvussu tú kann vinna á slíkum liðnum. Tað er tað vit síggja nú. Tey stóru hava truplari við at vinna. tí tey smærru eru væl skipaði, vísir Sigfríður S. Clementsen á. Liðini í dag hava ikki fyri neyðini at hava bóltin, fyri at vinna fótbóltsdystir. Sjálvt um FC Barcelona framvegis vinnur fótbóltsdystir, so spæla teir meiri beinleiðis í dag, enn fyri fimm árum síðani. – Tað verður spælt meiri upp á feilirnar hjá mótstøðuliðnum. Ísland og Spania gera sum so tað sama, men munurin er at Spania gjarna vinnur bóltin long­ur frammi á vøllinum enn eitt nú Ísland, sigur Sigfríður S. Clementsen. Target maðurin útdeyður Seinnu árini hevur tað verið eitt rák, har stóri og sterki áleyparin er í størri mun útskiftur við ein skjótari áleypara, sum hevur aðar dygdir. Lionel Messi endaði sum áleypari, og tað síggja vit eisini í EM. – Spania og Týskland hava eitt nú ikki ein beinleiðis áleyp­ ara. Alvaro Morata er ikki ein bein­leiðis áleypara í mun til Aritz Aduriz, sum teir skifta inn, tá hitt ikki riggar. Somuleiðis er við Thomas Muller hjá Týsk­landi, greiðir Sigfríður S. Clementsen frá. Orsøkin til broytta áleyparan er sambært TB venjaranum, at tað ger tað lættari hjá áleypandi liðnum at halda upp á bóltin, tí tað eru fleiri spælarar, sum hava sína styrki í at halda upp á bóltin við tí fyri eyga, at spæla hann víðari. – Málið er at troytta mót­ støðu­liðið. Tað sóu vit millum annað við seina málinum hjá Spania móti Kekkia, meðan hevði Portugal skorað móti Íslandi, so var tann dysturin eis­ini liðugur. Annað enn tað, so er Sigfríður Skalle Clementsen ikki so bilsin av tí, sum hann hevur sæð higar­til. TRONDUR@SOSIALURIN.FO Núverandi venjarin hjá TB heldur, at økta lut­tøku­talið ger, at vit koma at síggja fleiri dystir, har styrkis­ munurin er størri enn vanligt Sigfríður Skaale Clementsen