Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-16, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. juni 2016síða 39

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. JUNI 2016 SOSIALURIN 69 39 Fíggjarmálaráðið Almenn móttøka Í sambandi við, at Snorri Fjallsbak fer frá sum stjóri á lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum, verður skipað fyri fráfaringarmóttøku í Fíggjarmálaráðnum. Mikudagin 22. juni Frá kl. 15.00 – 17.00 Øll eru hjartaliga vælkomin Fíggjarmálaráðið Kvíggjartún 1 Argir TÓNLEIKALÆRARAR TIL »LITIR Í LEIKI« Visjónin hjá Tórshavnar kommunu er m.a., at okkara høvuðsstaður er virkin og vakin, herundir virkin við nýggjum og mennandi útbúgvingar­ tilboðum, og at høvuðsstaðurin er livandi við upplivingum og avbjóðingum. Ein liður í hesum er skúla/ tónleikaskipanin Litir í Leiki, sum Tórshavnar Musikkskúli og Skúlin á Fløtum hava gjørt samstarvsavtalu um. Skipanin Litir í leiki er ein roynd at samantvinna undirvísing í tónleiki við innlæring av vanligu fólkaskúlagreinunum, og royndir við hesum leistinum eru góðar. Umframt týdning fyri tónleika­ frálæruna sum heild, er eisini gleðiligt at merkja gagnliga árinið á trivnaðin hjá børnunum og á læruumhvørvið. Samstarvið millum Tórshavnar Musikkskúla og Skúlan á Fløtum hevur við sær, at Tórshavnar Musikkskúli varar av teimum tónleikalærarum sum undirvísa í skipanini, meðan Skúlin á Fløtum hevur fólka­ skúlapartin um hendi. Komandi skúlaár er brúk fyri lærarum á sjey ymsum ljóð­ førum, og verður tí lýst eftir tón leika lærarum til Litir í leiki fyri skúlaárið 2016/2017 til hesar tímar: 5,5 tímar í violin 5,5 tímar í viola 3 tímar í akkordeon 4,5 tímar í sello 4 tímar í kontrabass 1,5 tímar í trompet 4 tímar í floytu Førleikakrøv Lokið prógv frá hægri tónlista­ skúla krevst, og royndir í undir­ vísingar háttinum sum Litir í leiki byggir á, háttalagið ”Colour­ strings” er ein fyrimunur, eins og undirvísingarroyndir eru tað. Harumframt skal tú hava góð samstarvsevni umframt hug og hegni at undirvísa børnum í innskúlingini (1. – 3. flokki). Setanartreytir Lønar­ og setanarviðurskifti eru skipað sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Musikklærarafelag. Størvini eru tíðaravmarkaði fyri skúlaárið 2016/2017. Meira fæst at vita við at venda sær til Andreu Heindriks­ dóttir, leiðari í Tórshavnar Musikkskúla, á tlf. 513312 ella andrea@torshavn.fo Umsókn Umsókn, lívsgongdarleið og prógv skal sendast til: torshavn@torshavn.fo Merkið umsóknina: ”Tónleika­ lærari til Litir í Leiki” Umsóknarfreist er 28. juni 2016 kl. 08.00. PROKLAMA Búgvið eftir Henrikku Samueline Olsen, Skálavegur 147, 480 Skála, fødd tann 07.10.1925, ið andaðist 08.09.2015 er sambært § 75 í skiftilógini latið arvingunum til privat skifti. Í hesum sambandi verða møguligir kravánarir bidnir um, innan 3 mánaðar frá tí, at hendan lýsing hevur verið í blaðnum, at senda undirritaða fráboðan um krøv teirra viðlagt skjøl, ið prógva rættleikan av krøvunum, ávísandi málsnr. 248/2015. Tikið er við ogn og skuld. Tórshavn, tann 15. 06. 2016 Páll Nielsen, adv. Advokatvirkið Páll Nielsen J.H. Schrøtersgøta 20 Postsmoga 85 110 Tórshavn Tlf. 31 21 71 – telefax 31 58 74 – teldupostur: sigrid@advokatvirkid.fo