Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-16, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. juni 2016síða 40

‹ fyrra síða allar 40 síður

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. JUNI 2016 40 SOSIALURIN 69 Sóley Danielsen MYND: HEINESEN MYNDIR Yrki: Sjónleikari – Bústaður: Tórshavn Hvat ætlaði tú at blíva, tá ið tú bleivst vaksin? Hehe, sjónleikari ❤ Hvat átti hitt kynið at vita um títt kyn? At konufólk hava nógv loyndarmál, sum vit ongantíð fara at fortelja fyri mannfólki. Hvat áttu børn at vita um tað, at vera vaksin? At tað er genialt, men hevur ongan skund! Hvat var tann seinasti dreymurin tú gjørdi til veruleika? Havi avgjørt at fjakka við tveimum vinkonum í India og Suður Amerika í 6 mánaðir, frá Januar 2017! Um tú tordi, so hevði tú? So hevði eg spælt sjónleik fyri børnum í krígsraktum økjum og flóttafólkalegum. Hvat hevði gjørt heimin til eitt betri stað? At tað bert var loyvt at arbeiða 1/2 tíð! so hevði allur heims búskapurin broytt seg eftirfylgjandi, og fólk høvdu havt meira tíð at liva og at elska ❤ Nær vart tú seinast veruliga ovfarin? Tá eg bleiv vakt av einum vinmanni, sum fann meg sovandi á einum bonki í plantasjuni kl.11 ein sunnudag... For the record, so var tað heitt, sólin skein og fulgarnir sungu :p Tað seinasta, tú hevur lært, er at? At eg enn havi nógv at læra! Tann støðugt ringa samvitskan snýr seg um at tú? At eg veit hvat bankaráðgevin hjá mær vil tosa um tá hon ringir Enda setningin: Føroyar áttu: At havt úttandurða svimjihylar, Tjóðpall og loyst frá Danmark! BAKSÍÐAN E g eri langt síðani farin væl, kann vera, kanska, væl, men ikki virðiliga fram um tey sixty-four. Eg eri kortini ikki losing my hair, sum ein alvorliga yvirmett poppara­ samanrenning í Liverpool njóraði í trýssunum, sixty oytt ella annað. Hatta er ein sangur um tað at gerast gamal, ikki tilkomin, ikki eldri, ikki ungur, sum er vorðin eldri, men gamal, rætt og slætt gamal. Lívið er eittans. Eina ferð deyður, altíð deyður. Tað einasta her á fold, sum einki undantak hevur. Sum ikki er lygn, ikki hálv­ur sann­ leiki, men ævigur sannleiki. Óhugnaligt og ræðandi. Tað ringasta er, at eg eri farin at hugsa um hatta nú. Eg eri komin hagar, at ikki so langt er eftir. Tað gjørdist mær greitt fyri einari tíð síðani. Tað bara kom sum eitt skot. Veit ikki hví. Nú eri eg har, at eg haldi tað vera spennandi at bíleggja eitthvørt ella fara á verkstað við onkrum, tí so veit eg, at onkur fer at ringja einaferð, áðrenn eg fari vónandi. Løgin støða at vera komin í bara soleiðis, at eg kann tríva í gomlu tugguna um, at skjótt er Nólsoyar­ fjørður­in rógvin. Árarnar verða ikki lagdar inn. Tær verða sleptar, tí brúk verður ongantíð fyri teimum aftur, ongantíð. Og hatta var so tað. Havnin sæst ikki fyri bingjum. Eingin missir útsýnið úr køks­ vindeyganum, hóast bilpláss verður gjørt uttan um Skipar Hansens stein (um hann er har enn, ikki er sprongdur í luftina til frama fyri framburðin í høvuðsstaðnum). Tí eingin hevur mótmælt, at alt lendið við henda søguliga stein er karvað upp og seinni verður lagt undir asfalt og gloymt. Løgið, at eingin mótmælir, tí steinurin er eitt kapittul í søguni um Havnar skansa. Skansin, sum annars sleppur at terrorisera Havnina eins og hann gjørdi, tá hann skuldi eitast at verja Havnina móti ágangi uttanífrá. Tað gjørdi hann bara í nøkur heilt fá ár í 20.øld. Tá vardu bretar Havnina, ikki danir, sum bygdu Skansan. Bretar tóku hann uttan nakra mótstøðu. Spyrt tú meg, og tað gert tú sjálv­ andi ikki, so sigi eg, at allur Skansin sum hann er eigur at verða skumpaður út á sjógv og brúktur sum ífylla undir Skansabryggjuni. Danin fanin segði, at hann bygdi Skansan at verja føroyingar. Tvætl, hann varð bygdur at verja danska embætisveldið í Havn og, sum áður sagt, at terrorisera føroyingar. Tað ger hann enn. Einki ber til Yviri við Strond fyri Skansanum. Út á sjógv við honum, har er djúpt. Á planeraða stykkinum kann so byggjast ein fótbóltshøll úr glasi, so Nólsoyggin sæst í gjøgnum hana. Høllin hevur skund í Havn, tí kráku­ nevið verður skjótt sett í í Vági, og á Tvøroyri er ein á tekniborðinum. Og frá evstamarkinum hjá hesari klummu til útgávuna eru fyrstu strikurnar vorðnar nógv fleiri. Fótbóltshøll á hvørjum tanga. Hví annars nevna Skipar Hansen her? Jú, hann hevði heldur ongan hug at goðtaka lagnuna og krógvaði seg aftan fyri steinin, sum tá var langt uppi í haganum uttan fyri allar bøgarðar og trappur og framstig. Men lagnan fann hann eins og hon finnur okkum øll onnur. Teir spreingja á Hálsi. Eg má fara at vita, um skiparasteinurin er hann enn. Minst ein bilur, ein stórur skiparabilur, fær staðið í hansara staði. Og eingin mótmæli, eingin klaga, einki skriv at skriva undir lá í handlunum. Og í Steinatúni er ikki pláss fyri steininum. Hvat bagir? Hví rópar eingin hart, tá framgongd hóttir søgnina? Dagurin í dag er tann seinasti í lívinum – higartil. Sixty-something. Tórshavnin sæst ikki fyri bingjum í myrkri og mjørka. Skjótt reki eg áraleysur í bølaniðu í allar ævir, sum vit vita um. Høgni Djurhuus Høgni Djurhuus fekk Móðurmáls­ virðislønina 2012 Skjótt áraleysur í bølaniðu