Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-20, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. juni 2016síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 20. juni 2016 · Nr. 70 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stovnaður: 1927 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Tíðindi síða 8 Onnur oljufelag eru áhugað Tíðíndi Síða 9 Skuff­ aður olju­ stjóri Vit hava á hesum stað so ofta funn­ ist at politikarum fyri at okra, tá teir hava givið sær sjálvum gylt­ ar pen­sjónir. Her er tó farin fram tann broyt­ing, at løg­tings­lóg­in um eft­irløn hjá lands­stýr­is­fólk­um er broytt soleiðis, at tey nú fáa eft­ir­ løn akkurát sum onnur fólk – at 15 pro­sent av lønini verður goldið om­ an­á í eina pensjónsskipan. Sjálvandi skulu politikarar og fólk í leiðandi størvum hava góða løn. Á­byrgd­in eigur at síggj­ast aftur í lønini. Men ofta verður farið um mark. Og viðhvørt so ómetaliga langt um mark. Tað sóu vit í BankNordik, tá gamla nevndin gav stjóranum eina so góða fráfaringaravtalu, sum gav hon­um næstan 10 milliónir krónur í frá­far­ing­ar­løn yvir trý ár. Nevndarforkvnnan í Bank­Nord­ ik segði tá, at tann frá­far­ing­ar­av­ tal­an var ov lukrativ, og at nýggi stjórin ikki fekk eina so góða frá­ far­ing­ar­avtalu. Nú stjórin í Tryggingarfelagnum Før­oyar varð sendur til hús, síggja vit aftur eina sera lukrativa frá­far­ ing­ar­av­talu – og tá er tað ikki frá eini nevnd, sum umboðar priv­at­ar parta­eigarar, ið fegnir vilja gjalda slíkt. Nei, tá er tað frá eini pol­it­isk­ ari nevnd, vald av fólki, sum er vald í um­boðs­ráð av tryggingartakarum – sum við plikt og bót gjalda fyri sín­ar tryggingar. Jú ábyrgd skal samsýnst. Tí skulu leiðarar hava hægri lønir. Ofta tykjast tær tó ó­rím­uliga høg­ar. Men hví skulu frá­far­ing­ar­løn­ir­ nar verða uppaftur meiri ó­rímu­lig­ ar, enn lønin? Her er okkurt, sum ikki hongur rætti­liga saman. Ein starvsmaður kann í mesta lagi fáa løn í hálvt ár, um hann hevur verið í starvi í hálvt­tíggjunda ár. Hvat ein privatur virkiseigari ger, tá má hann um. Men her er talan um almennar pengar og eitt alment felag, sum tey kalla »sín­a­ mil­l­um­trygg­ing­ar­fel­ag«. Tey sum gjalda trygg­ing­ar­nar, eiga felagið í sama lutfalli. Men inflatión kemur í alt. Eis­ini í stjóralønir og stjóratreytir. Lands­ stýr­ið arbeiðir í løtuni við einum eig­ar­a­politikki hjá landinum. Eitt hugskot hevði verið, at land­ið hugdi allar stjórasáttmálar í­gjøgn­um, sum almenn feløg og stovn­ar gera. Her høvdu verið nógvar mill­i­ ón­ir at spart. Pengar, sum høvdu dugn­að væl, um teir tildømis vórðu brúkt­ir upp á starvsfólkarøkt held­ ur enn at lívga um hjá frákoyrdum stjór­um. Andre folks penge... Í gjár tók vaktarskipið Tjaldr­ ið fýra franskar trol­arar, ið eru undir illgruna fyri at hava fiskað á stongd­um øki. Talan er um trolararnar »Halten Bank II«, »Bressay Bank«, »Cap Saint Georges« og André Leduc. Skipini lógu í morgun á Kolla­firði, har tey bíðaðu eftir ein­um sektaruppskoti frá á­ kæru­valdi­num. Á Vørn verður upplýst, at talan er um fýra franskar trol­arar, ið hava verið nógv í Føroyum síðstu árini og kenna føroysk viðurskifti. Hald varð lagt á teir, tí teir veiddu upsa í einum stongd­ um øki. – Tey fýra skipini vóru inni á einum øki, ið var stongt. 15. juni varð bráð­feing­is veiðibann lýst yvir øk­ið, tí har var so nógvur smá­ur upsi í økinum. Slíkt verð­ur lýst í útvarpinum og á net­i­num, og so boða vit eisini út­lendskum myndugleikum frá veiði­ banninum, verður upp­lýst frá Vørn. Málið er nú latið á­kæru­ valdi­num, sum í løtuni skriv­ ar eitt ákærurit. Avhoyringar vórðu gjørdar í gjár, og um eitt møgu­ligt sektaruppskot verð­ur góðtikið, so sleppa skip­ini væntandi avstað aft­ ur beinanvegin. Royndu í stongdum øki Kundu spart nógvar milliónir í fráfaringarlønum Teir fýra fronsku trolararnir bíða á Kollafirði eftir sektaruppskoti Mynd: Birgir Waag Høgnesen Tryggingarfelagið Føroyar skal nú hava nýggjan stjóra. Fríggjadagin varð Reg­in Hammer, stjóri á Trygg­ing­ arfel­ag­num Føroyar, send­ ur til hús, og fyribils røk­ir Mortan Poulsen, stjóri í dóttirfelagnum Betri Pensjón og fyrr­ver­andi stjóri í Trygg­ing­ar­fel­ag­ num, stjórastarvið. Tað er nýggja nevndin í Trygg­ing­ar­fel­ag­num Før­oy­um, sum ynskir sær nýggja byrjan við nýggjum stjóra. Sambært tíðindaskrivi ynsk­ir nevndin, at áherðsla verð­ur løgd á tvørgangandi sam­starv – bæði í felagnum og inn­an samtakið sum heild. Nýggi stjórin skal standa á odda fyri hesum ar­beiði. – Nevndin í Ognarfelag Trygg­ing­ar­tak­ar­anna hev­ ur fyri stuttum valt nýggja nevnd í Tryggingarfelagið Før­oy­ar, sum, saman við nýggja stjóranum, skal mynda nýggju leiðsluna í fel­ag­num. Sameiningin mill­um Trygg­ing­ar­fel­ag­ið Før­oy­ar og hini feløgini í sam­tak­i­num skal styrkjast og menn­ast enn meira, sig­ ur Arni D. Brattaberg, for­ ma­ð­ur í TF Holding P/F, sum sam­stund­is takk­ar Reg­ini Hamm­er fyri ar­ beið­ið, hann hevur gjørt fyri fel­ag­ið. Regin Hammer fer frá eft­ir fimm ár sum stjóri í Trygg­ing­ar­fel­ag­num Før­ oy­um. Hann fer sam­stund­is frá sum stjóri í TF Hold­ing og Ognarfelag Trygg­ing­ar­ tak­ar­anna. – Henda tíðin hevur ver­ ið sera áhugaverd og spenn­ andi, og eg ynski felagnum og øll­um starvsfólkunum alt tað besta framyvir, sigur Reg­in Hammer sambært tíð­ind­a­skrivi. Regin Hammer sagdur úr starvi