Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-20, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. juni 2016síða 3

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Mánadagur 20. juni 2016 · Nr. 70 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 VERÐA NEYVAN MILLUM TEY FYRSTU BRETLAND & BREXIT Hallur av Rana Hósdagurin er ein lagnu­ dagur fyri bretsku tjóðina og ES. Tá skulu bretar nevni­ liga í valhølini og seta ein kross við, um tey ynskja at Bretland fram­hald­andi verður ein partur av Evro­ peiska Sam­veld­in­um ella melda seg úr felags­skap­in­ um. Vikuskiftis Sosialurin varp­aði fríggjadagin á hvørjar avleiðingar eitt nei til ES kann hava fyri Før­ oyar, har millum annað Marita Rasmussen, stjóri í Vinnu­húsinum, vísti á, at eitt nei til ES merkir, at handils­ sáttmálin millum Bretland og Føroyar má fáast í lag av nýggjum. – Eg kundi eisini hugsa mær, at landsstýrið ger skjótt av og hevur eina áheit­an klára til bretskar myndug­leikar so skjótt úrslitið er greitt. Tað er týdningarmikið, at vit ikki lena okkum afturá og enda aftast í eini bíðirøð. Tí tann bíðirøðin verður væntandi long við londum, ið ynskja at samráðast, segði Marita Ras­ mussen um vikuskiftið. Vit eru klár Tað er Poul Michelsen, lands­ stýrismaður í uttan­ríkis- og vinnumálum, ið hevur millumlanda handils­sátt­ mál­ar um hendi, og varðar hann eisini av føroysku sendi­stovunum kring heim­ in, harímillum føroysku sendi­stovuni í London. Við Sosialin upplýsir hann, at bæði á sendistovuni og í aðalráðnum eru tey klár, um bretar atkvøða nei til ES hósdagin, tó at hann ikki er heilt samdur við Maritu Rasmussen í, at tað er neyðugt at vera mill­um fyrstu londini, ið taka sam­ band við bretsku stjórn­ina. – Vit eru púra klár. Men her er talan um eitt mál, ið fer at taka tíð. Tað sigi eg ikki tí, at vit eru ósamd í, at tað skal ganga skjótt fyri seg, men vit mugu vænta at bretar taka sær tíð. Tað nyttar ikki at ímynda sær, at vit sleppa fremst í bíðirøðina bara tí, at vit eru fyrstir at banka á dyrnar til Downing Street. Tað er ikki sannlíkt, sigur Poul Michelsen, og held­ur fram. – Hetta er ikki nakað, ið fer at henda hósdagin. Avgerðin verður tikin tá, men avleiðingarnar síggjast ikki fyrr enn seinni. Men hóast Bretland verður verandi í ES, so vita vit longu nú, at nakrar broytingar verða framdar. Harímillum eru viðurskiftini hjá útlendingum í Bretlandi, og kanna okkara fólk í løtuni hvønn týdning tað fær fyri føroyingar. Fiskavørurnar størsta týdning At eitt Brexit kann fáa stór­ ar avleiðingar fyri før-o­yska vinnuna er Poul Michel­sen ikki í iva um, tó at út-flutn- ingurin til Bretlands hevur verið minkandi síðstu árini. – Hóast útflutningurin er minkaður síðstu árini, so er Bretland enn ein týdn­ ingar­mikil marknaður. Tað sum kann raka Føroyar er, um tollur verður settur á okkara fiskavørur. Sum nú er, so hevur føroyska rá­ vøra tollfría atgongd til bretska marknaðin gjøgnum handilssáttmálan við ES. So tað kann verða trupult, um tað broytist, og mugu vit gera okkurt til, at tað ikki hendir. Um so er, at Bretland fer úr samveldinum, so væntar landsstýrismaður ikki, at tað verður leingi áðrenn eitt upplegg er klárt. – Vit gera eitt upplegg til ein handilssáttmála. Vit hava sáttmálar, ið eru klárir at kopiera og tilpassað til bretska marknaðin. So vit eru so klár sum vit kunnu vera, sigur Poul Michelsen. Hava fleiri amboð Tað verður tó fyrst tá Bret­ land atkvøðir nei til ES, at veruliga gongd kemur á ar­ beiðið at tryggja viður­skift­ ini millum grannarnar báðar, upplýsir Poul Michelsen. Fram til tá eru møguligu av­ leið­ingarnar av einum Brexit nevniliga ikki nóg greiðar. – Eingin veit í dag hvat fer at henda, um bretar fara úr ES. Tað eru alt gitingar, um hvat møguliga fer at henda. Men tá vit vita hvat hendir, so er sendistovan í Bretland klár at gera tað, ið er neyðugt, sigur Poul Michelsen. Umframt sendistovuna í London, so metir Poul Michel­sen at Føroyanevndin í Westminster verður týdn­ ingarmikil fyri at tryggja góða sambandið millum lond­ini bæði. – Sendistovan hjá okk­ um í London fylgir við støð­uni, men so hava vit eis­ini Føroyanevndina í West­minster, ið er ein nevnd við bretskum tingfólkum. Enda­málið hjá henni er at tryggja samstarvið og áhuga­ málini millum londini, og fara vit at samskifta við tey, sigur Poul Michelsen. hallur@sosialurin.fo – Tað nyttar ikki at ímynda sær, at vit sleppa fremst í bíðirøðina bara tí, at vit eru fyrstir at banka á dyrnar til Downing Street. Tað er ikki sannlíkt, sigur Poul Michelsen um møguleikarnar hjá Føroyum at gera ein handilssáttmála við Bretland, um bretar fara úr ES Poul Michelsen, lands­stýrismaður í uttan­ríkis- og vinnumálum