mánadagur 20. juni 2016síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 20. juni 2016 · Nr. 70
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
Hetta var fullkomið!
Tað siga tey bæði Eduardo
Trindade og Renata Teixeira.
Tey eru úr Brasil, men
nú eru tey komin alla ta
longu leið til Føroyar við
einum endamáli, og tað var
at giftast, tí tey kundu ikki
hugsað sær eitt betri stað
at givið hvørjum øðrum sít
jaorð enn her í Føroyum.
Tey vórðu gift í Tvøroyar
Kirkju seinnapartin í gjár,
og tá ið ið vit hittu tey í
forkirkjuni beint eftir víglsu
na, hildu tey bæði, at løtan
hevði verið fullkomin, tí
hetta hevði verið betri enn
tey høvdu droymt um.
- Kenslan, tá ið prestur
talaði fyri okkum, var heilt
óverulig, tað fór um ein ylur
ígjøgnum okkum, siga tey
bæði.
Hugsaði leingi
um Føroyar
Tann 36 ára gamli evna
verkfrøðingurin
Eduardo
Trindade
og
og
39
ára
gamla Renata Teixeira, sum
er bókavørður, eru blivin
fullkomiliga burtur í Før
oyum,
bæði
í
náttúrini,
í fólkinum og í okkara
mentan. Tey halda, at sjálvt
veðrið í Føroyum er gott -
hevði tað bara regnað eitt
sindur minni, og hevði tað
ikki verið heilt so nógvur
mjørki.
Fyrstu ferð, tey hoyrdu
um Føroyar, var í nítiárun
um. Eduardo var dottin fram
á eina bók, kendi, brasilski
ævintýrarin, Amyr Klink,
hevði skrivað um, tá ið hann
einsamallur á báti, legði til
havs við Suðurpólin í 1989,
við tí endamáli at sigla heilt
til Norðpólin. Ferðin tók
honum 642 dagar, og á leið
ini legði hann eisini at í Før
oyum.
- Í bókini skrivar hann, at
av øllum londum, har hann
hevði verið, vóru Føroyar tað
landið, honum dámdi eina
best, sigur Eduardo
- Eg gjørdi av, at fekk eg
møguleikan, mátti eg koma
higar, og síðani tá havi eg
altíð havt Føroyar í huganum
og sigur Eduardo.
Men tað er langt úr Brasil
til Føroyar, og fyrstu ferð,
hann fekk høvi at koma
higar, var í 2013, tá í tey vóru
farin eina ferð í Norður
londum.
Nakað
frammanundan
høvdu Eduardo og Renata
hitst einum býbussi í Rio de
Janeiro.
Uttan at vita av hvørjum
øðrum, var stutt ímillum,
har tey búðu, og tey koyrdu
hvønn dag í sama bussi
til og frá arbeiði. Men ein
dagin komu tey av tilvild at
sita undir liðini á hvørjum í
bussinum. Tey fullu í prát,
tað vant upp á seg og tey
blivu góð.
Og nú tey vóru farin á
ferð í Norðurlondum, kom
Eduardo aftur at hugsa
um Føroyar og tey vóru so
forvitin eftir at síggja landið,
at tey gjørdu av at leggja
leiðina framvið. Hetta var á
hávetri í februar so tað var
bæði myrkt, kalt.
- Vit steðgaðu bara í tveir
dagar, men tað var nóg mikið
til at vit vórðu fullkomiliga
burtur í hesum landinum, og
vit vórðu skjótt samd um, at
her máttu vit koma aftur.
Longu summarið eftir,
í 2014, vóru tey aftur í Før
oyum. Tey vórðu trúlovað
stutt áðrenn tey komu higar
síðst í mei.
Í Føroyum steðgaðu í eina
viku og vóru eisini í Suðuroy.
- Vit vórðu fullkomiliga
hugtikin av fólkinum, og
í Suðuroy hittu vit nøkur
óvanliga fitt og hjálpsom
fólk.
Onki betri stað
enn Føroyar
Eduardo og Renata eru úr
heilt hvør sínum parti í
Brasil, og tey búgva og ar
beiða í Rio de Janeiro, sum
aftur er í einum triðja lands
parti.
- Brasil er eitt ógvuliga
stórt land, og sostatt var tað
at kalla ógjørligt at savna
alla familjuni til eina brúd
leypsveitslu. Sostatt gjørdu
vit bara av at finna upp
á okkurt heilt nýtt og vit
kundu ikki hugsað okkum
nakað betri stað at gifta okk
um í enn í Føroyum.
- Føroyar hava fingið
stóran týdning fyri okkum.
Longu
fyrstu
ferð,
vit
vóru
her,
varnaðust
vit
beinanvegin, hvussu stór
fingin náttúran í Føroyum er,
og hvussu fittir føroyingar
eru, sigur Renata.
Tey gera eisini púra av
gjørd av við mýtuna um,
at føroyingar eru so stillir
og afturhaldandi, hálvgum
smædnir, mótvegis fremm
andafólki.
- Hóast tað var fyrstu ferð
føroyingar hittu okkum, var
tað sum vit høvdu kenst alt
lívið. Í roynd og veru var
móttøkan, vit fingu, so ótrú
lig, at tað var okkum beinan
vegin greitt, at her máttu vit
koma aftur og steðga eitt
sindur longri.
- Í Brasil hava vit mangan
eitt grundleggjandi misálit
á fremmandafólk, men før
oyingar eru so álitisfullir
og fittir, og taka ímóti
fremmandum við opnum
ørmun. Eg haldi eisini, at før
oyingar eru ektaðir, og at teir
meina tað av hjarta, tá ið teir
taka væl ímóti fremmanda
fólki. Tað gera fólk í Brasil
ikki altíð, sigur Eduardo.
Veðrið er eingin
forðing
Eitt,
nógvar
útlendingar
halda er tað keðiligasta við
Føroyum, er veðrið. Tað
halda Eduardo og Renata
ikki.
- Í Rio er ómetaliga heitt,
so okkum dámar betri, at tað
er svalligari, siga tey.
Kortini halda tey, at tað
kundi kanska regna eitt
sindur minni, og at verið eitt
sindur minni av mjørka.
- Regnið og mjørkin er
tað einasta, eg kundi hugsað
mær, var øðrvísi í Føroyum.
Men tey halda eisini at tað
er merkiligt, at tað er ljóst at
kalla allan sólkakringin, hesa
árstíðina.
- Eina náttina vaknaði eg
og helt at eg hevði gloymt at
sløkkja. So eg gekk eina góða
løtu og leitaði eftir kontakt
ini, áðrenn tað klárnaði og
eg sá, at tað var tí, at tað var
sum á aljósum degi, hóast tað
var mitt um náttina, sigur
Eduardo.
Tey duga væl at ímynda
sær, at tey kundu búð í Før
ÚR BRASIL TIL FØROYAR AT GIFTAST Í gjár var eitt heilt sermerkt
brúdleyp í Tvøroyrar kirkju har eitt par var komið heilt úr Brasil til
Tvøroyr at giftast, tí tey kunnu ikki hugsa sær nakra betri stað í
heiminum at geva hvørjum ørðum sítt jaorð, enn í fantastisku Føroyum
HETTA VAR NÓGV
ÓTRÚLIGARI ENN
VIT TORDU AT
DROYMA UM
Hóast tey bara hava verið í Føroyum í nakrar dagar tilsamans, hava
tey longu fingið samband við nógvar føroyingar. Føroyingar eru eitt
óvanliga fitt, opið, álitisfult og ekta fólkaslag, sigur Eduardo