Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-20, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. juni 2016síða 5

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 20. juni 2016 · Nr. 70 oy­um, men tað er ikki vist, tey fáa møguleikan til tað. - Vit kundu saktans vant okkum við bæði veðrið og mat­in. Tey hava ikki roynt so nógvan føroyskan mat, men hesa ferð, tey hava verið í Før­oyum, hava tey verið á nýggju matstovuni í Havn, Ræst, og tað dámdu teimum. - Tað er sterkt, men tað dámdi okkum, siga tey. Undir øllum umstøðum hava tey hug at koma aftur onkra ólavsøku og tey vildu eisini fingið høvi til at slopp­ ið á ein G-festival. Tey vildu fegin lært seg før­oyskt, men tað er ikki lætt, tí ongin undirvísir í føroyskum í Brasil. Men tey fingu fatur á einari bók og hava lært seg nakrar fáar setn­ingar, "hvussu eitur tú", góðan dagin" og "hvussu gong­ur" Skelkað av grindadrápi Eduardo ásannar, at tað eru ikki nógv í Brasil, sum hava ánilsi av, at Føroyar eru til. - Men tá ið vit so vísa teim­um myndir úr Føroyum, verða tey púrasta óvfarin. Eitt, sum tey eru serliga hug­ tik­in av, eru húsununum við flag­taki. Men hann sigur eisini, at tá ið fólk leita eftir Føroyum á internetinum, er rættiliga skjótt, at ógvusligar myndir av grindadrápi koma á skerm­in. - Tað eru tey rættiliga skelkað av, men tey sissa seg aftur, tá ið eg greiði teim­ um frá veruleikanum um grinda­dráp. - Eg var eisini rættiliga skelk­aður, fyrstu ferð, eg sá myndir av grindadrápi. Men síðani eg havi kunnað meg meiri um tað, og nú skilji eg, hvat tað er, sum býr undir. - Sjálvur eti eg nógv kjøt, men eg drepi ikki djórini, eg eti, sjálvur, so eg síggi heldur ikki blóðið. Men eg haldi ikki at tað er øðrvísi at drepa ein hval, enn tað er at drepa neyt og grísar. Sjálvi drepa vit eisini djór til matna og í so máta er tað eingin munur á djórum. Hvalurin er tað djór­ ið, tit hava í Føroyum, so tað er tað djórið, tit drepa. Aðra­ staðni hava tey neyt og grís­ ar ístaðin, heldur Eduar­do. Sjálvur hevði hann einki havt ímóti at roynt grind. - Enn hevur ongin bjóðað mær grind. Eg haldi ikki, eg fari at leita eftir at fáa grind, men komið eg soleiðis fyri, at eg fái høvi til at royna tað, havi eg onki ímóti at taka av, sigur hann. Virðismeta sera høgt Eduardo og Renata siga, at tá ið tey gjørdu av, at tey vildu gift­ast í Føroyum, vistu tey ikki um tað bar til. Tí vendu tey sær til Jónsvein Bech, prest, fyri nøkrum mánaðum síðani, men sum aðrir før­ oyingar, var eisini prestur bæði blíður og týður og ynsktu okkum vælkomnum. Áðrenn vígsluna sunnu­ dag­in, vóru tey eisini í kirkju og vandi, og vígslan gekk av tí besta. - Vígslan var fullkomin og hon var stórfingnari enn vit høvdu torað at droymt um. Øll tóku væl ímóti okkum, og nógv fólk hava hjálpt til, bæði við at pynta brúðrina, við at læna okkum føroysk klæð­ir og við at koyra okkum aft­ur og fram. Serliga fegin eru tey fyri, at presturin hevði vígsluna á enskum og fyri ta vøkru taluna, har hann ynskti teim­ um hjartaliga til lukku, og at vit eru bæði fegin og stolt av at tey komu higar at giftast. - Hetta meta vit sera høgt. Vit vistu longu, at føroyingar eru fittir, men í roynd og veru eru føroyingar nógv fitt­ari, enn vit nakrantíð høvdu ímyndað okkum, siga Eduar­do og Renata. Tey fara av aftur landi­ num í vikuni. - Tá gongur leiðing inn á brasilsku sendistovuna í Keypmannahavn við vígslu­ brævinum, tað skulu tey fyri at tað skal vera galdandi í Brasil, sigur Eduardo. Eduardo hevur eisini ein blog á internetinum, har hann skrivar um mangt og hvat. Hann hevur eisini skriv­ að ferðafrásagnir úr Føroyum. So er tað onkur lesari, ið er stinnur í portugis­iskum, er bloggurin at finna her: http:// cartas.edutrindade.com Tann, sum vil síggja fleiri myndir av hesum sermerkta brúd­leypinum á Tvøroyri, kunnu fara inn á www.in.fo og hyggja undir Myndasavn, sum eru í gráa bjálkanum ovaliga á síðuni. Føroyingar eru so álitisfullir og fittir, og taka ímóti fremmandum við opnum ørmun Tað vóru eini fegin og stórbrosandi hjún, sum komu úr aftur kirkjuni eftir vígsluna Eduardo og Renata siga, at tað var ein stór løta fyri tey, tá ið prestur lýsti tey bæði hjún at vera Á veg út eftir kirkju­ gólvinum sum hjún. Brúðar­blómutyssið hjá Renata, er ein lundi