mánadagur 20. juni 2016síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 20. juni 2016 · Nr. 70
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Árni Gregersen
Verkætlanin í Marknagili er
risastór og skúlin fer at kosta
meira enn hálva milljard
krónur, tá ið hann ste ndur
liðugur.
Bjarke Ingels Group – ella
BIG – er tekniskur ráðgevi
í samband við byggingina
og tað er eisini teknistovan
hjá hot shot arkitektinum,
Bjarke Ingels, sum hevur
teknað skúlin.
Skúlin, sum hevur fingið
navnið Glasir skal hýsa
studentaskúla,
tekniskum
skúla og handilsskúla. Hann
skal geva hesum skúlum
meira nýmótans hølir, men
hann skal eisini tryggja,
at alt verður gjørt meira
rationelt í undirvísingini, so
næmingarnir á øllum trim
um skúlunum fáa bestu
undirvísignartilboðini.
Nógvir trupulleikar
At tað ikki er bara sum at
siga tað at byggja tríggjar
skúlar saman og samstundis
byggja hann á ein slíkan hátt,
sum vit vanliga ikki gera
í Føroyum, kann lættliga
skapa trupulleikar og forð
ingar.
Og tað hevur tað eisini
longu gjørt.
Lemming & Eriksson er
ein av undirveitarunum hjá
BIG. Tað var hendan fyri
tøkan, sum gjørdi eitt stórt
mistak við einum roknifeli,
sum hevur gjørt byggingina
dýrari.
Hetta
mistak
var
so
ógvusligt, at Lemming &
Eriksson er farið á Húsagang.
Hóast hesar forðingarnar,
so metir Landsverk, sum er
byggiharri, at skúlin verður
liðugur til tíðina -altso tá ið
næmingarnir koma aftur í
skúla eftir summrfrítíðina
næsta ár.
Stríð tók seg eisini upp
millum TG Verk og Lands
verk um kostnað, men fyri
bils er hetta lagt fyri ein
gerðarætt at taka støðu til.
Sambært Landsverki, so
sær tað framvegis út til, at
skúlin verður liðugur til tíð
ina, men sum Dosialurin hev
ur fingið upplýst, so hevur
húsagangurin hjá Lemming
& Eriksson gjørt, at alt verð
ur dýrari.
Undirveitarar høvdu sátt
mála við fyritøkuna, sum fór
á heysin. Fyri at fáa hesar
undirveitarar at halda fram
við arbeiðnum, so mugu teir
hava pengar. Harumframt
skulu nýggir sáttmálar gerast,
sum eru dýrari enn teir gomlu.
Hetta tí viðurskiftini á
arbeiðsmarknaðinum
eru
broytt so nógv, síðani fyrstu
sáttmálarnir
vóru
undir
skrivaðir.
Arni
Debess
Madsen,
leiðari á byggideildini hjá
Landsverk, sigur:
– Vit arbeiða sjálvandi
fram ímóti at verða liðug til
ásettu tíð næsta ár, og tað
trúgvi eg upp á fer at ganga.
Men fortreytin er, at alt
klappar frá nú av.
Hóast trupulleikarnar í
fjør, so hevur arbeiðið gingið
væl í 2016. Tað er gongdin í ár,
sum hevur gjørt, at vónirnar
enn eru fyri, at skúlin verður
tøkur eftir summarfrítíðina
næsta ár.
Sæst hvussu hann
fer at síggja út
Arbeiðið í Marknagili er nú
komið so langt ávegis, at
nú ber so smátt til at síggja,
hvussu skúlin fer at síggja
út.
Talan er um ein rundan
høvuðsbygning
í
seks
hæddum.
Tann
parturin
av bygninginum skal rúma
øllum teimum vanligu undir
vísingarhølunum.
Rundi nybygningurin er
eisini sambindingarlið til
restina av skúlanum.
– Fyri okkum sum fakfólk
er tað bæði spennandi og
stuttligt at sleppa at byggja
nakað, ið er so nógv øðrvísi,
enn tað, vit fyrr hava sæð í
føroyum, sigur Arne Madsen,
leiðari á byggideildini hjá
Landsverk.
Tað er gjørd ein øtlan fyri,
hvat skal vera hvar á skúla
num.
Í niðastu hæddini er
ein
ítróttarhøll
bygd
út
frá rundabygninginum. Á
2.hædd verður bókasavn eins
og ein partur av bil-,maskin-
og metalverkstaðnum, sum
eisini eru á 3.hædd.
Á 3. hædd er annars mat
stova, meðan umsitingin øll
er á 4.hædd eins og høvuðs
inngongdin og serstovur av
ymiskum slag. Á 5. hædd eru
eisini serstovur, men hetta
er alt í pørtum, sum stinga
út frá runda høvuðsbygn
inginum har vanligu stovur
nar eru.
Skúlin í Marknagili er
Føroya størsta byggiverk
ætlan, burursæð frá undir
sjóvartunlunum
millum
Streymoy og Eysturoy.
arnig@sosialurin.fo
SLEPPA Í NÝGGJA SKÚ
MARKNAGILI UM EITT
HÓAST byggingin av nýggja miðnámsskúlanum í
marknagili er rakt av seinkingum, so verður hann klárur,
tá ið skúlarnir byrja eftir summarfrítíðina næsta ár