Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-20, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. juni 2016síða 7

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 20. juni 2016 · Nr. 70 Árni Gregersen Mangan var tosað um, at tey hevði verið skilagott at leggja allar mið­náms­skúlar­ nar í Havn saman. Tað hevði gjørt viður­ skift­ini betri fyri allar part­ ar og alt tilfeingið hevði kunn­að brúkst betur. Men tað var so at siga ómøgu­ligt at koma til eina semju. Talan va rum tríggjar skúl­ar við hvør sínari nevnd og hvør sínari leiðslu. Tað vildi siga, at við at byggja ein nýggjan felags skúla, so fór onkur at missa nak­að av valdi. Men endiliga eydnaðist at koma til eina niðurstøðu. Við drúgvari mekling og sam­ráðingum eydnaðist at semjast um at byggja ein felags skúla í Marknagili. Upprunaligas var ætlan­in, at hann skuldi vera liðug­ur í summar, men hetta er síðani útsett til næsta summ­ar. Fleiri orsøkir eru til, at alt er útsett, men ein tekni- og roknifeilur er høvuðs­or­ søk­in til, at alt er seinkað. Ein undirveitari hjá BIG gjørdi eitt mistak og fór síðani á húsagang. Tað gjør­ di, at arbeiðið meira ella min­ni lá stilt ein stóran part av seiansta vetri. Eisini hava fleiri ósemjur ver­ið og í løtuni er tað so­ leið­is, at eni trý-fýra rættar­ mál eru í gongd í sambandi við skúlan. Skúlin hevur fingið navn og eitur Glasir. Bogi Bech Jensen, professari, er sett­ ur sum rektari fyri allan skúlan. Bygningurin í Markna­ gili fer at hýsa 1500 mið­ náms­skúla næmingum. Málið er at fl yta inn í glas­ir við skúlaársbyrjan í 2017, tá føroya Handils skúli, føroya studentaskúli og Tekniski skúli verða niður­ lagd­ir. Talan verður tá um ein og sama skúla undir einum taki við øllum teimum nýgg­ju møguleikunum at seta út­búgv­ingarnar saman øðr­vísi og í størri mun tvør­ fak­liga. arnig@sosialurin.fo Árni Gregersen Sjálvt um trupulleikar hava verið undir byggingini av miðnámsskúlanum í Markna­gili í Havn, so verð­ ur skúlin klárur at flyta inn í eftir summar­frí­tíðina næsta ár. Um góðar 14 dagar verður reisigildi hildið og tá verður Bjarke Ingels, heims­kendi arkitekturin til­staðar. Sjálvur bygnaðurin á skúla­num er um at vera liðugur. Enn manglar ein enda­lig góðkenning frá menta­málaráðnum, men hon kemur væntandi í hesi vik­uni. Bogi Bech Jensen, rektari, sigur, at tað helst verða seks millumleiðara und­ir honum, men talan kann vera um eitt issnudr fleiri. Umframt at skúlin fatar um studentaskíla, tekniska skúla og handilskúla , so fer skúlin eisinia t bjóða hægri út­búgv­ingar og partar av hægri útbúgvingum. -Talan er um partar av HD, diplomútbúgvingar, byggi­frøðingar og annað. Har­um­framt eru einar tvær útbúgvingar, sum eru enda­ligar og tær snúgva seg um marknaðarføring og fígging, sigur hann. Hesin parturin av skúla­num fer at hava einar 200 næmingar, so talan er um ein hægri læru­stovn, sum er á stødd við Fróðakaparsetrið, tá ið lærara- og sjúkra­røktar­ frøð­ingar­út­búgvingarnar verða tiknar frá. -Munurin er, at meðan Setrið í stóran mun ger útbúgvingar til tað al­ menna, so er alt á Glasir mál­rættað til privata vinnu­lívið, sigur Bogi Bech Jen­sen, rektari. Ein skúli Í sambandi við skúlan ger rektarin heilt greditt, at talan er ikki um tríggjar skúlar, men um ein mið­ náms­skúla. Hinvegin so verður stór­ ur dentur lagdur á faklig­ heit, so fólk, sum til dømis arbeiða við stødd­frøði sita saman og tey sum undirvísa í málið sita saman. -Eg havi skilt á teimum, sum frammaundan hava arbeitt á skúlunum, at tey seta fakligheit høgt. Tí hava vit gjørt tað á hendan hátt fyri netupp at styrkja um fakligheitina, sigur hann. - Og akkurát høga faklig­heitin pasasr mær ómeta­liga væl, sigur Bogi Bech Jensen. Bæði tað praktiska og handaliga á Tekniska Skúla, handilsfakini og tað búskaparliga á Handils­ skúla­num, og tað ástøði­ liga, vísindaliga og krea­ tiva úr Hoydølum skulu geva møguleikar fyri at seta útbúgvingar sam­ an á ein nýggjan hátt við størri úrvali. Tann møgu­ leik­in verður á nýggja mið­náms­skúlanum í høvuðs­staðnum, hóast tað sjálv­andi eru lærararnir, ið fyrst og fremst mynda skúlan, læruna og harvið støð­ið og góðskuna á út­ búgv­ingini hjá næm­ing­ unum. arnig@sosialurin.fo LAN Í ÁR Fakta Arbeiðsánari: Mentamálaráðið Byggiharri: Landsverk Tekniskur ráðgevi: Bjarke ingels group, Big Tíðarætlan: Takast í nýtslu við skúlaársbyrjan í 2017 Kostnaðarætlan: 515 mió. kr., íroknað innbúgv og annað Skúladepilin: Verður umleið 19.500 fermetrar til støddar og fer at hýsa 1.500 næmingum. Byggingin er sett soleiðis saman, at undirvísingin kann skipast kreativt, nýhugs andi, eins og hon skal verða fakliga og námsfrøðiliga slóðbrótandi. Til tess at lúka framtíðarinnar ókendu krøv til undirvísing, er byggingin myndað við smidligum loysnum og fjøltáttaðum rúmleika, eins og partar av skúlanum vera opnir fyri næmingum alt samdøgrið. Tungur burður at fáa semju um ein miðnámsskúla í Havn Ósemjan millum teirra, sum hava ábyrgdina av Tekniska Skúla, Handilsskúlanum og Føroya Studentaskúla gjørdi, at hart arbeiði skuldi tila t semjast um at byggja ein felags skúla Reisigildi á Glasir longu 5. juli í ár Bjarke Ingels verður hjástaddur, tá ið reisigildi verður hildið á miðnámsskúlanum í marknagili