mánadagur 20. juni 2016síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 20. juni 2016 · Nr. 70
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
GINI
MAN
KAPPINGAREFTIRLITIÐ
Hallur av Rana
Terje Sigurðsson, deildar
stjóri í Kappingareftirlitin
um, er ikki í iva. Eigaraskiftið
í 2008, tá Shell og Statoil
vórðu seld til føroyskar og
íslendskar íleggjarar, hevur
havt avgerandi týdning fyri
oljuprísin í Føroyum.
– Vit kunnu staðfesta í
okkara kanning, at brutto
vinningurin er øktur síðani
feløgini
skiftu
eigarar
í
2008, sigur deildarstjórin, tá
hann verður spurdur, um
teir gomlu eigararnir vóru
lættari at samstarva við.
Terje Sigurðsson skilur
væl, at íleggjararnir hava ein
áhuga í at fáa nakað burtur
úr íløguni, men er sann
førdur um, at støðan hevði
verið ein heilt onnur, um
kapping var á marknaðinum.
– Íleggjararnir vilja sjálv
andi vinna pening upp á
íløguna, og kann tað vera
orsøkin til, at man hevur
hækkað
bruttovinningin.
Um tað hevði verið ein
virkin kapping á føroyska
marknaðinum,
har
aðrir
aktørar vóru inni, so høvdu
hesi feløgini ikki kunna
hækkað
bruttovinningin
samstundis,
sigur
Terje
Sigurðsson.
Seinast tá Kappingareftir
litið metti, at oljufeløgini
høvdu ov stórt yvirskot av
søluni av olju, varð ein avtala
gjørd við annað felagið,
har tað bant seg til ikki at
hækka prísin fyri at økja um
vinningin. Tað førdi við sær,
at kappingarneytin mátti
fylgja sama leisti. Deild
arstjórin vil tó ikki siga, um
sami leistur verður brúktur
aftur hesaferð.
– Nú skal Kappingarráðið
fyrst taka støðu til, hvat man
ger víðari, men vit hava ikki
tosað um hvat amboð verður
brúkt, hvørs tað verður ein
avtala ella eini boð.
Ein av møguleikunum,
ið verður nevndur í kann-
ingini, er at skipa so fyri, at
aðrir aktørar sleppa inn á
marknaðin. Tað skal gerast
við at áleggja oljufeløg
unum at selja sína olju víð
ari til onnur uttan at taka ov
stóran vinning av tí.
– Vit hava fingið fyri
spurningar frá føroyskum
fyritøkum,
ið
hava
víst
áhugað fyri hesum, men
størsta forðingin hjá einum
nýggjum felagi er íløgan, ið
skal gerast í tólini at innflyta
og goyma olju í Føroyum.
Íløgan er lutfalsliga so stór,
at tað er torført at vinna
peningin aftur. Tí er neyðugt
at tryggja, at oljufeløgini
selja oljuna víðari til nýggjar
aktørar uttan ov stóran
vinning, sigur deildarstjórin.
hallur@sosialurin.fo
Áhugi er frá øðrum feløgum
– Vit hava fingið fyrispurningar frá føroyskum fyritøkum, ið hava víst
áhugað fyri hesum, men størsta forðingin hjá einum nýggjum felagi
er íløgan, ið skal gerast í tólini at innflyta og goyma olju í Føroyum.
Tað sigur Terje Sigurðsson, deildarstjóri í Kappingareftirlitinum
og í 2014 var hann 6,16 kr.
liturin.
Søluprísurin
er
hækkaður við 2,23 kr. lit
urin.
Altjóða
innkeyps
prísirin í 2005 var 2,76 kr.
liturin, og sami prísur í
2014 var 4,06 kr. liturin.
Søluprísirnir eru hækkaðir
við 93 oyrum meiri enn
innkeypsprísirnir. Sostatt
eru 93 oyru fyri liturin farin
sum eyka bruttovinningur
til
oljufeløgini,
skrivar
Kappingareftirlitið í frá
greiðingini.
Tá hugt verður eftir
gassolju, so er tað sama
støðu, ið ger seg galdandi
har.
– Í 2005 var søluprísurin
uttan avgjøld v.m. 3,20 kr.
fyri liturin, og í 2014 var
hann 5,48 kr. fyri liturin.
Tað er ein hækking á 2,28
kr. fyri liturin av gassolju.
Altjóða innkeypsprísurin
hækkaði í sama tíðarskeiði
1,38 kr. fyri liturin. Sostatt
er 90 oyru farin sum eyka
bruttovinningur til olju
feløgini, stendur í frágreið
ingini.
Eigaraskifti
Frágreiðingin leggur harvið
upp til, at hækkingin, ið
føroyskir brúkarin hevur
merkt
á
pengapungin
seinastu árini, ikki bara er
vegna hægri prísir á altjóða
marknaðinum, men eisini
tí at oljufeløgini hava tikið
meira til sín.
Ákærurnar
móti
nú-
verandi leiðslunum í Kapp
ingareftirlitinum steðga tó
ikki har, tí kanningin vísir
eisini á eitt rák, har tað
tykist at bruttovinningurin
veruliga byrjaði at vaksa í
samband við eigaraskiftini
í 2008.
– Árligi bruttovinning
urin var í miðal 1,18 fyri lit
urin, meðan feløgini vóru
saman við Norsk Statoil
og Shell Danmark. Eft-ir,
at feløgini fóru úr hesum
samtøkum hevur brutto
vinningurin verið 1,84 kr.
fyri liturin. Sostatt er ár
ligi
bruttovinningurin
hækkaður við 66 oyrum
síðani feløgini skiftu eig
ara. Innkeypsprísirnir, tá
feløgini skiftu eigara hækk
aðu við 6 oyrum. Munurin
er sostatt 60 oyru, sum
svarar til ein vøkstur á 50%
av bruttovinningum síðani
2008, stendur í frágreið
ingini um prísin um diesel.
Atfinningarnar steðga
ikki har, tí sambært frá
greiðingini, so er vinn-ing-
urin uppaftur størri fyri
gassolju.
– Árligi bruttovinning
urin var í miðal 0,63 fyri
liturin fyri 2007. Síðani
feløgini fóru úr samtøk
unum hevur bruttovinn
ingurin verið 1,22 kr. fyri
liturin. Sostatt er árligi
bruttovinningurin hækk
aður við 59 oyrum. Tá lagt
verður upp fyri, at inn
keypsprísirnir
hækkaðu
við 6 oyrum, í sambandi
við at feløgini skiftu eigara,
er munurin 0,53 oyru, sum
svarar til ein vøkstur á 84%
av bruttovinningum síðani
2008, skrivar Kappingar
eftirlitið.
Í báðum førum metir
Kappingareftirlitið, at tal
an er um eina órógvandi
gongd á føroyska oljumark
naðinum.
hallur@sosialurin.fo
Hallur av Rana
Tað var ikki ein serliga feg
in Hendrik Egholm, stjóri
í Magn, ið Sosialurin fekk
orðið á eftir, at Kappingar-
eftirlitið hevði lagt fram
frágreiðingina, ið staðfestir
at oljufeløgini hava økt um
bruttovinningi
seinastu
árini, umframt at føroysku
feløgini hava munandi størri
avkast enn oljufeløgini í
grannalondunum.
– Eg eri skuffaður av, at
Kappingareftirlitið
kemur
til hasa niðurstøðuna, tí
fakta er beint øvugt. Um vit
hyggja eftir føroysku olju
prísinum og sammeta hann
við útlendskar prísir, t.d.
Danmark, og trekkja skattir
og avgjøld frá, so síggja vit, at
føroyska samfelagið hevur
spart millum 750 milliónir
krónur og eina milliard krón
ur í mun til danskar prísir,
sigur stjórin í EFFO.
Serliga fýlist hann á, at
Kappingareftirlitið, sambært
honum, ikki hevur gjørt eina
rættvísa samanlíkning mill-
um føroysku og útlendsku
prísirnar.
– Eg eri ikki samdur við
útrokningunum.
Tað
tey
kalla
bruttovinningur
er
ikki bruttovinningur. Hatta
er eitt lutfall millum al
tjóða prísir og listaprísir í
Føroyum.
Kappingareftir
litið ger tí fintu, at tey spæla,
at ongir avsláttrar eru í før
oysku vinnuni, og tí sær
gongdin út sum hon ger,
sigur Magn-stjórin og heldur
fram.
– Seinastu árini eru av
sláttirnir í føroysku ídnað-
inum øktar munandi, og
tað er bæði til privatfólk og
fyritøkur. Tað kemst av eini
harðari kapping, ið aldrin
hevur verið so hørð sum nú.
Hon harðnaði munandi, tá
oljufeløgini vórðu seld.
Spurdur um hann er klár
ar at arbeiða við Kappingar
eftirlitinum, um tey koma
við nøkrum átøkum fyri at
tryggja ein annan prís, er
Hendrik Egholm ivasamur.
– Vit muga seta okk
um niður við Kappingar
eftirlitinum og samanlíkna
netto og netto og brutto og
brutto, fyri at fáa veruliga
myndina av hvussu føroysku
prísirnir eru í mun til út
landið. Okkara uppáhald er,
og hetta kunnu vit prógva, at
okkara prísir, minus skatt og
avgjøld, eru nógv bíligari enn
danskir prísir, sigur Hendrik
Egholm.
Hendrik Egholm steðgar
tó ikki bara við at finnast
at sjálvi frágreiðingini, men
rættar hann eisini harðan
ákærur mót sjálvum stovn
inum.
– Kappingareftirlitið er
ein serstakliga týdningar
mikil stovnur í føroyska
samfelagnum og oljufeløgini
skulu kannast. Men tá man
sær allar veikleikarnar og
feilirnar í hesi kanningini,
so er tað týðiligt, at politiski
myndugleikin má raðfesta
Kappingareftirlitið
hægri
og geva teimum eina størri
játtan, so trúvirði kann økj
ast, sigur stjórin í Magn at
enda.
hallur@sosialurin.fo
Skuffaður av Kappingareftirlitinum
– Tá man sær allar veikleikarnar og feilirnar í kanningini, so er tað
týðiligt, at politiski myndugleikin má raðfesta Kappingareftirlitið
hægri og geva teimum eina størri játtan, so trúvirði kann økjast