Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-20, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. juni 2016síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen H av ra n n s ó k n a rs ki p i ð Magn­us Heinason er sløk 40 ára gamal, bygdur á Lang­sten Slip & Båtbyggeri í Noregi í 1978. At skipið er gamalt og í støðum tært, fekk mann­ing­- -in at sanna, tá teir gjørdu fiskiroyndir á Munka­grunn­ inum í undanfarnu viku. Um 14-tíðina seinasta leyga­rdag fór skipið at leka, tá teir vóru staddir einar 90 fjórðingar úr landi. Sjógvur lak inn í maskin­ rúmið, og tað vísti seg seinni, at eitt hol á umleið ein tumma var komið í skrokk­in. 18 tons av sjógvi fossaðu inn í maskinrúmið um tím­ an, og teir 22 tímarnar tað tók at sigla til lands, pump­ aðu teir sløk 400 tons av sjógvi úr skipinum. Sosialurin hevur skift orð við tveir av manningini. Teir siga, at eingin panikkur var umborð. Teir høvdu pump­ur, sum væl og virðiliga kláraðu at halda skipinum lens. Eftir 22 tímum komu skip og manning til lands í øllum góðum - og við egnari hjálp. Magnus Heinason varð tikin upp á bedingina hjá Mest í Havn, og tað var her, at teir staðfestu, at skrokk­ urin var tærdur á hol. Holið í skrokkinum var um­leið seks metrar undir vatn­linjuni, og tí stóð spræn­ur inn í maskinrúmið. Skipari á Magnusi Heina­ son hendan túrin var Dánjal Jacob Lydersen og umframt manningina, vóru eisini fólk frá Havstovuni við. Gongst, sum ætlað, fer Magnus Heinason út aftur í dag, og hesaferð verður far­ ið norður um at gera hav­ rannsóknir. Magnus Heinason fór at leka, meðan teir gjørdu fiskiroyndir á Munkagrunninum leygardagin 400 tons lóku inn í Magnus Heinason Í gjár var seinasti sunnudagsskúladagur fyri summarfrítíðina á Strondum. Bæði børn og vaksin hugnaðu sær í Sjóvartúni við at grilla og spæla spøl. Fleiri myndir hjá Sunnivu Berthelsen kunnu síggjast á facebook- síðuni hjá sunnudagsskúlanum í Stranda Missiónshúsi Fiskiskapurin hjá útróðrarbátunum, sum fiska við línu, er einki serligur, men snellufiskiskapurin er hampiligur Flestu línuskip eru til fiskiskap. Nøkur fáa mest av svartkalva og toski, og so eru tað onnur, sum fáa mest av longu og toski. Tvey ísfiskalínuskip fiska í íslendskum sjógvi. Tey fáa mest av toski, brosmu, longu og konga­ fiski. Eitt frystilínuskip fiskar eisini í íslendskum sjógvi, og eitt er í grønlendskum sjógvi. – Vit vænta, at trý ís­ fiskalínuskip koma inn at landa í dag, og so koma nøk­ ur seinni í vikuni. Tað vita tey á Fiska­ marknaði Føroya at siga. – Streymurin verður hampiliga harður hesa vik­una, men veðrið verður helst brúkiligt. Vit vænta tí nakað av útróðri, mest við snellu. Lagt verður aftrat, at fiski­skapurin hjá teim- um, sum fiska við línu, er einki serligur, men snellu­ fiskiskapurin er hampi­ ligur. vilmund@sosialurin.fo Nú er ljóta summar­ plág­an komin aftur til Nólsoyar. Hví kann hon ikki fara nærri Tórshavn at liggja...?” Stóra gass­ tangaskipið - Arctic Lady - liggur aftur sum eitt »fjall« í Nólsoyarfirði Sjóneyka á havsins ríkidømi Á mentanardøgum, sum verða í Fuglafirði 30. august til 4. september í ár, verður fokus sett á “tilfeingismentan”. - Vit eiga góðar rávørur, kreativ og dugnalig fólk, hugskotsríkar vinnufyritøkur, blómandi frítíðarvirksemi, umgyrt av vakrari náttúru. Í Fuglafirði siga tey, at nú fyrireikingarnar til mentanardagar eru í gongd, heita tey á eldsálir, sum eru áhugaðar at lita tiltakið, um at venda sær til fyriskipararnar við góðum hugskotum. Myndin er av Brynhild Næs Petersen, íbirtara og Rønn Eliasen, mentanarleiðara í Fuglafirði. vilmund@sosialurin.fo Trý línuskip landa í dag Nøkur línuskip landa í dag, og nøkur landa seinni í vikuni