Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-20, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. juni 2016síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 20. juni 2016 · Nr. 70 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Ein av fyrstu døgunum land­ aðu níggju bátar til skipið, allir við svartkalva. – Níggju bátar hava land­ að í dag, og nú er steðgur í. Vit hava fingið umleið 17 tons av svartkalva, og tað hevur gingið væl at fylla frystararnar. Í løtuni er dekkið fult av fiski. Soleiðis skrivaði Símun í Vátutoft í telduposti til okk­um fyri nøkrum døgum síðan. – Tá útróðrarmenninir koma við fiski, leggja teir jolluna upp at skipssíðuni. Vit lora ein kassa niður í joll­ una, og teir fylla fiskin upp í kassan. Onkrar jollur hava kassar umborð, og tá er nógv skjótari at taka ímóti. Símun í Vátutoft sigur, at tá fiskurin kemur umborð á Ågot, verður hann vigaður á eini vekt, sum teir hava stand­andi á dekkinum. Fisk­ urin verður koyrdur niður á fabrikkina um eina slisku. – Er ikki pláss fyri fisk­ inum á fabrikkini, verður hann ísaður og goymdur í kassum á dekkinum. Vit hava kassar til umleið 15 tons á dekkinum. Tað eru onkrir dagar, har vit ikki fáa fisk, og tá er gott at hava fisk niðurfyri. Símun í Vátutoft vísir á, at fiskurin fer í vaski­ pavn­ar, tá hann kemur nið­ur á fabrikkina. Har er alt lyftipavnar, og arbeiðs­ gongdin er løtt. – Síðan verður fiskurin arbeiddur. Høvd og stertur verður skorið av, og blóð­ ryggurin verður tikin úr við skeið. Fiskurin verður skyldur í støddir, áðrenn hann fer í frystaran. Høvd og stertur verður eisini fryst. Hann sigur, at eftir umleið fýra tímum er fiskurin fryst­ ur, og tá verður farið undir at tøma frystaran. Blokkarnir verða koyrdir í sekkir, og sekkurin verður seymaður. – Ein maður er í lastini, meðan frystarin verður tømd­ur. Hann stáplar blokk- arnar, so mest kann fá­ast í lastina. Símun í Vátutoft sigur, at teir ganga átta tímar vakt umborð og hava síðan frívakt í átta tímar. – Á fabrikkini eru fimm fólk á hvørjari vakt, fýra grøn­lendingar og ein før­ oy­ingur. Skipari og stýri­ mað­ur eru á dekkinum og hiva fiskin umborð, og ein grøn­lendingur tekur sær av pappír­arbeiðnum, sigur hann. Vilmund Jacobsen Gomlu brúgvarnar í báta­ hylinum eru tiknar upp, og nýggjar brúgvar eru komnar at liggja í hyl-in­ um. Higartil eru bert tær brúgvar, sum skulu liggja innan fyri sjálvan grót- armin, komnar upp á pláss. Tá Sosialurin vitjaði í Fuglafirði í síðstu viku, vóru menn í holt við at leggja seinastu landfundamentini upp á pláss. Hesi viga stív­ liga sjey tons hvørt. Ein armur gongur úr funda- ment-unum, sum eru fleiri í tali, og út á brúgvarnar og halda brúgvunum upp á pláss. Nýggir skráar skulu lað­ast úti á grótarminum og á innaru síðu av báta­ hylinum. Tað er P/F Petur Larsen, sum hevur lever­að brúgvar og ger tað smiðju- arbeiði, sum skal gerast. – Leveringin og arbeiði er eitt samstarv millum fyri­tøkuna Petur Larsen og kavarafyritøkuna hjá Høgna Kjeld, og hetta hevur riggað fyrimyndarliga væl, sigur borgarstjórin í Fugla­ fjarðar kommunu, Sonni á Horni. Dagføringin av bátahyl­ inum fer at kosta einar fimm miljónir krónur. Bátahylurin í Fuglafirði verður nú dagførdur við nýggjum brúgvum til teir smærru bátarnar Í morgun er grót komið niður í Sandslíð, og hetta er ikki fyrstu ferð, at tað hendir Árið 2015 var besta ár hjá Varðanum í Gøtu higartil. Rakstrarúrslitið var 316 miljónir krónur í mun til 255 miljónir krónur fyri 2014. Úrslitið eftir skatt var 185 miljónir í mun til 145 miljónir krónur í 2014 Soleiðis gongur trolveiða Fríggjadagin, tá Fiskamarknaður Føroya gjørdi sínar metingar fyri hesa vikuna, vóru seks pør eru til fiskiskap. Okkurt parið fiskar svartkalva á djúpum, og restin fiska upsa. - Vit vænta, at tvey pør koma inn at landa í dag, og síðan koma nøkur pør seinni í vikuni. Upsaskipini hava framvegis smáligan fiskiskap. Tríggir djúpvatnstrolarar fiska svartkalva og fáa eisini nakað av kongafiski. - Tveir djúpvatnstrolarar koma inn at landa miðskeiðis í hesi vikuni, men hin triði landar neyvar fyrr enn í næstu viku. Ein djúpvatnstrolari fiskar stinglaks og landar niðri - og ein fiskar svartkalva í grønlendskum sjógvi. Fríggjadagin vóru tveir trolbátar á landleiðini, og tveir fóru ætlandi út aftur farna vikuskiftið. - Fiskiskapurin á landleiðini er brúkiligur. Lagt verður aftrat, at ein trolbátur landar væntandi í dag, og hini tríggir koma inn at landa seinni í vikuni. Tveir trolbátar eru á Íslandsrygginum. Teir fáa mest av toski og koma væntandi inn at landa miðskeiðis í næstu viku. Fríggjadagin var bara eitt garnaskip er til fiskiskap. - Garnaskipið kemur helst inn at landa síðst í hesi vikuni ella fyrst í aðru viku, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga. vilmund@sosialur Bátahylur fyri 5 miljónir Føroyska línuskipið Ågot hevur nú ligið í Umanak-fjørðinum í nakrar dagar og tikið ímóti fiski frá grønlendskum útróðrarmonnum Ågot tekur ímóti