mánadagur 20. juni 2016síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 20. juni 2016 · Nr. 70
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hagtalsgreining
Tíðaravmarkað starv innan fjarskifti
Søkt verður eftir einum starvsfólki í fyribils 3 mánaðir,
at taka sær av taluppsetingum og greiningum innan
fjarskifti, og annað fyrifallandi arbeiði innan øki.
Viðkomandi skal hava gott skil fyri tølum, og duga væl
við Excel og Word. Kunnleiki til ITU hagtalsstandardir
og til fjarskifti er ein fyrimunur.
Ynskið er, at umsøkjarar hava staðið bachelor
í búskapa frøði, umframt at hava royndir við
hagtalsgreinan.
Meiri frættist um starvið hjá Jógvan Thomsen á tele
+298 21 60 20 ella á jt@vs.fo
Kunning um Fjarskiftiseftirlitið er á www.
fjarskiftiseftirlitid.fo
Starvið verður lønt smbrt. sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Umsóknarfreistin er 27. juni 2016 kl.12.00
Umsóknir kunnu sendast við vanligum posti til
Fjarskiftiseftirlitið, Skálatrøð 20, Postrúm 73, 110
Tórshavn ella við telduposti á fjarskiftiseftirlitid@
fjarskiftiseftirlitid.fo
Meira fæst at vita um stovnarnar á:
www.fjarskiftiseftirlitid.fo
PROKLAMA
Øll, sum hava krøv í
búnum eftir Herborg
Vilhelmine Sofie
Mortensen, Bóndatún 11,
827 Øravík, fødd tann
14.08.1927, deyð tann
29.12.2015, og fyrr deyða
hjúnarfelaga Niels Petur
Mortensen, verða við
hesum biðin um innan 3
mánaðar frá kunngerð av
hesi lýsing at boða frá og
skjalprógva krøv síni fyri
undirritaða skiftirætti.
Tikið er ikki við skuld.
Krøv skulu gerast upp pr.
deyðsdagin, og sendast til
advokat Petur Even
Djurhuus, Advokatfelagið,
Yviri við Strond 4, 100
Tórshavn, vísandi til sks.nr.
9/2016, saman við frumriti
av teimum skjølum, sum
krøvini eru grundað á.
FØROYA SKIFTIRÆTTUR,
tann 10. juni 2016.
INNBJÓÐING TIL ÆTTARSTEVNU
Eftirkomarar eftir Hans Paula
Johannesen á Norðtoftum og
Malenu úr Búrstovuni á Eiði hittast
í Badminton høllini í Klaksvík 22. juli
kl.17. Boðið verður øllum eftirkomarum
til og við oldurabbabørnum hjá Hans
Paula á Toftum við maka.
Tilmelding fer fram hjá Hallgerð
Akurstein við at smsa ella ringja
á 752313 ella senda teldupost
hallnsim@hotmail.com.
Uppgevast skal fult navn á øllum
luttakarunum, og hvørji grein
eftir Hans Paula tey eru frá
og eitt telefonnummmar.
Tilmeldingarfreistin er 01.juli.
Kostnaður fyri hvønn er: 480kr fyri
vaksin og 250kr fyri børn undir 12 ár.
Børn undir 2 ár, ókeypis.
Upphæddin skal flytast á kontu
9181-4957484.
MERKISDAGAR
Brúdleyp
Leygardagin
30.
juli,
giftast,
Cynthia Calixto og Pól Esper Han
sen, Skálafirði. Vígslan verður í
Nes kirkju kl.16.00. Veitslan verður
í Skótahúsinum við Løkin kl.19, har
øll eru vælkomin. Tey, ið ynskja at
halda dagin saman við okkum, eru
vælkomin at siga frá, innan 20. Juli,
á tlf. 581791 / 253888
Silvurbrúdleyp
Tann 6. juli hava vit verið gift í
25 ár. Í hesum sambandi hevði
tað glett okkum at sæð familju,
vinir og kenningar til ábit/frokost
í hølunum hjá Dugna á Hjalla
leygardagin 9. juli frá kl. 12 til 16.
Tey, ið ynskja at vera við, vinarliga
boða frá á tlf 219859/551740, á
telduposti JMJ@januar.fo ella á
Facebook innan 1. juli.
Verið hjartaliga vælkomin.
Elisabeth og Jóhan Martin
Gullbrúdleyp
Tann 3. juli hava Gunnvør og Olaf
Justinussen verið gift í 50 ár. Tey
verða burturstødd.
Brúdleyp
Leygardagin 6.august 2016 giftast
Nomi Poulsen og Dánjal Sørensen.
Skála. Vígslan verður í Skála Kirkju
kl 11.00. Veitslan verður í bygdar
húsinum í Leirvík kl 18.00. Tey,
ið ynskja at hátíðarhalda dagin
saman við okkum, kunnu siga frá
við at ringja 508288 (Nomi) ella
741647 (Dánjal) í seinasta lagi 15. juli.
Ella skriva eini boð á facebook.
Brúdleyp
Leygardag 20 august kl. 13 verða
Esther Mikkelsen, Klaksvík, og
Sonni Eliassen, Fuglafirði, vígd í
Christianskirkjuni. Veitslan verður
hildin í Skálanum kl. 19. Tey, ið fegin
ynskja at halda dagin saman við
okkum, verða biðin um at siga frá í
seinasta lagi 30 juli, við at ringja til
592653 (Esther) ella 774447 (Sonni)
ella senda teldupost til; sonni@jt.fo
Brúdleyp
Leygardagin 25. juni, kl 13 giftast i
Saksunar kirkju Katrin Petersen
Oyri og Jóhan Magnus Johannes
sen Sandur. Veitslan byrjar kl 18.
Brúdleyp
Leygardagin 25. juni giftast Krist
ina Arge úr Tórshavn og Eli Simon
sen av Viðareiði. Vígslan verður í
Viðareiðis kirkju kl 16.00. Veitslan
verður fyri innbodnum á Hotel
Norð kl 18.00.
Kristina og Eli
Brúdleyp
Leygardagin 20. august 2016 giftast
Gurið Krosslá Mortensen og Palli
Augustinussen,
Vágur.
Vígslan
verður í Vágs Kirkju kl. 14.00.
Veitslan verður í VB-húsinum kl.
19.00. Tey, ið ynskja at hátíðarhalda
dagin saman við okkum, kunnu
siga frá við at ringja 503485 (Gurið)
ella 582143 (Palli) í seinasta lagi 2.juli
95 ára føðingardagur
Fríggjadagin 1. juli, verður
Eina Eið í Vági, 95 ár. Tey,ið ið
ynskja at heilsa upp á Einu,
eru vælkomin á Hamragarð
frá kl. 16 til 19.