mánadagur 20. juni 2016síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 20. juni 2016 · Nr. 70
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
STUTTSØGD TÍÐINDI
NÚ FÆR ÓFRIÐURIN AVLEIÐINGAR
ganevndin hjá UEFA kemur í dag væntandi til eina niðurstøðu um hvat skal henda
við ófriðarkroppunum til EM í Fraklandi. Stuttsøgdu ítróttartíðindini eru framvegis
merkt av EM-fepuri, men kagar sjálvsagt eisini til aðrar ítróttargreinar
Pætur Albinus
FÓTBÓLTUR
Christian Holst hevur nú
spælt sín síðsta fótbóltsdyst
á hægsta støði. Hetta hendi
leygardagin, tá ið hann í
ársins seinasta dysti slapp
at byrja inni hjá Fremad
Amager, sum var á vitjan hjá
AB. Bæði liðini høvdu longu
tryggjað
sær
uppflyting
í næstbestu deildina, so
tað hevði ikki tann stóra
týdningin, at AB vann 6-4 í
einari sannari málveitslu.
Christian Holst skeyt eitt
mál upp á brotsspark. Eisini
Heini Vatnsdal byrjaði inni.
Greiðu oddaliðini í 1. deild
hjá kvinnum, KÍ og EBS/
Skála, hittust í gjár við
Djúpumýru í Klaksvík. Birna
Tummasardóttir syrgdi fyri
at gestirnir vóru á odda 1-0
í hálvleikinum, men stutt
inn í seinna hálvleik javnaði
málrevurin hjá KÍ, Rannvá
Andreasen, til 1-1, sum eisini
gjørdist endaliga úrslitið.
Úrslitið hevur við sær, at KÍ
og EBS/Skála framvegis eru
stavn um stavn í oddinum
við 32 stigum. KÍ hevur tó
væl betri málúrtøku. KÍ og
EBS/Skála skulu spæla tvær
ferðir afturat ímóti hvørjum
øðrum hetta kappingarárið,
og tað verða hesir báðir
dystirnir, ið fara at avgera
hvar
FM-heitið
endar.
Brandur Hendriksson kann
vænta sær harða kapping
um pláss á miðvøllinum í
FCK næsta kappingarár.
Danska
felagið
boðar
nevniliga frá, at tað hevur
skrivað fýra ára sáttmála við
Jan Gregus, sum í løtuni er
til EM saman við slovakiska
landsliðnum. Hann er 25 ára
gamal, spælir á sentrala mið
vøllinum og skiftir úr heim
landsfelagnum
Jablonec.
Hinvegin er líkt til, at
liðskiparin á miðvøllinum
hjá FCK, Thomas Delaney,
er ávegis úr felagnum. 24
ára gamli Delaney hevur
sagt, at hann ikki ynskir
at leingja sáttmálan við
barndómsfelagið. Eitt ár er
eftir av sáttmálanum, og
tískil roynir FCK nú at fáa
pengar burturúr honum
umvegis
eina
sølu.
Tað
hevur áður verið áhugi fyri
honum, eitt nú úr Hollandi.
Copa America er nú komið
somikið
væl
áleiðis,
at
klárt er til hálvfinalurnar.
Mikudagin spæla USA og
Argentina, og dagin eftir
hittast Kolumbia og Kili.
Serliga
Kili
útmerkaði
seg í fjórðingsfinalunum,
tá ið teir vunnu heili 7-0
ímóti
Meksiko.
Eduardo
Vargas
skeyt
fýra
mál.
Orsøkin til ófriðin í EM-dyst
inum ímillum Kroatia og
Kekkia,
har
kroatiskir
áskoðarar kastaðu kanón
sløg inn á vøllin, sigst
vera, at nøkur víðgongd
viðhaldsfólk vildu vísa sína
ónøgd við kroatiska fótbólts
sambandið. Tey eru misnøgd
við leiðsluna, har tey meta
at eitt nú Zdravko Mamic
og Davor Suker standa
fyri rotinskapi og taka
ímóti mutri. Ein av teimum
mongu, sum hevur fortalt
hesa søguna, er fyrrverandi
kroatiski landsliðsvenjarin,
Slaven Bilic.
UEFA hevur úr at gera eftir
ófriðin ímillum áskoðar
ar
í
EM-endaspælinum.
Evropeiska
fótbóltssam
gongan sigur, at tað nú
verða førdar sakir ímóti
Kroatia, Ungarn og Portugal.
Ungarskir áskoðarar skaptu
rumbul eftir 1-1-javnleikin
ímóti Íslandi, meðan Portu
gal eisini skal svara fyri
seg, eftir at ein fjeppari
rann inn á vøllin at taka
»selfie« saman við Ronaldo.
Aganevndin
hjá
UEFA
væntast at koma til niður
støður í dag, mánadagin.
Jamie
Vardy
verður
lagdur undir skurð eftir
at EM-endaspælið er av.
Tað váttar hann fyri The
Telegraph. Hann hevur tað
mesta av kappingarárinum
við gipsi á høgru hond, og
orsøkin er tann, at hann
hevur tvey stór brot í
handliðnum. Skaðin hendi í
einum dysti ímóti Aston Villa
fyrst í farna kappingarári.
Eftir
skurðviðgerðina
má hann halda ein steðg í
tríggjar vikur frá fótbólti.
Hann sigur, at hetta ikki fer
at ávirka fyrireikingarnar
til komandi kappingarár.
Nolito, sum hevur spælt væl
á spanska landsliðnum hetta
EM-endaspælið, er ávegis
úr Celta Vigo. 29 ára gamli
vongleikarin kann keypast
leysur fyri 135 milliónir
krónur,
og
Celta
Vigo-
forsetin, Carlos Mouriño,
sigur seg vænta, at felagið
má selja hann. West Ham
og FC Barcelona sigast at
vera áhugaði at keypa hann.
Lucas Moura er ávegis til
Liverpool. Sky Sports skrivar,
at brasilski PSG-leikarin
hevur verið í samráðingum
við enska felagið, og at tað
ikki restar nógv í, áðrenn
hann skrivar undir. 23 ára
gamli Lucas Moura skeyt
síðsta
kappingarár
13
mál í 32 dystum fyri PSG.
FC Barcelona er tætt við
at keypa 22 ára gamla
verjuleikaran
hjá
Lyon,
Samuel Umiti,
fyri
225
milliónir
krónur
úr
Olympique Lyon. Tað vita
Mundo Deportivo, Sport
og
Radio
Catalunya
at
siga. Franski verjuleikarin,
sum ikki er við í EM, skal
fylla
verjupartin
í
FC
Barcelona, eftir at felagið
fyri stuttum hevur selt
Dani Alves til Juventus og
Marc Bartra til Dortmund.
FR. ÍTRÓTT
Altjóða
samgongan
fyri
frælsan
ítrótt,
IAAF,
hevur
valt
at
útihýsa
øllum russiskum íðkarum
frá
altjóða
kappingum
vegna
stóra
dopinggølu,
har
avvarðandi
russiskir
myndugleikar
sambært
teimum ikki gera nóg mikið
fyri at steðga doping. Hetta
inniber, at teir ikki sleppa
við til OL í Rio de Janeiro í
summar. Tó kunnu einstakir
íðkarar møguliga sleppa við
kortini – alt, teir skulu gera,
er at prógva, at teir ikki eru
dopaðir. Teir sleppa tó ikki at
umboða Russland, men verða
skrásettir sum uttanveltaðir.
34
ára
gamla
Yelena
Isinbayeva,
sum
vann
OL-gull í stangarlopi í 2004
og 2008, sigur við BBC, at
hon ætlar sær at draga IAAF
fyri
mannarættindadóm
stólin. Hon metir tað vera
brot á mannarættindini,
at allir russisku íðkararnir
verða skorðnir yvir ein kamb
og útihýstir. - Vit eru ákærd
fyri nakað, ið vit ikki hava
gjørt. Eg fari ikki at tiga. Eg
fari at taka stig ímóti hesum.
Eg fari í mannarættinda
dómstólin,
sigur
hon.
HONDBÓLTUR
Tummas Pauli Hanusarson
kemur heim aftur til Føroya
at spæla við barndóms
felagnum,
Kyndli,
næsta
kappingarár.
Tað
skrivar
Kyndil á heimasíðu sínari,
har eisini verður upplýst, at
tveir av profilunum, David
Edvardsen og Hørður Fannar
Sigtórsson, hava longt um
sáttmálan. Tummas Pauli
Hanusarson hevur seinastu
árini spælt í Danmark, har
hann hevur verið ein av
berandi kreftunum á liðnum
hjá ÍF Føroyum.
KAPPKOYR.
Grand Prix-kapping í formil 1
var leygardagin í Aserbadjan,
har Nico Rosberg (Mercedes)
var fullkomiliga yvirlegin
og var á odda byrjan til
enda. Honum á baki komu
Sebastian Vettel (Ferrari) og
Sergio Perez (Force India).
Danski Kevin Magnussen
(Renault)
bleiv
nummar
14 og fekk einki stig. Í
samlaðu støðuni økti Nico
Rosberg um munin niður til
liðfelagan, Lewis Hamilton.
Rosberg hevur 141, meðan
Hamilton hevur 117.
Árliga Le Mans-kappkoyr
ingin, har koyrt verður í 24
tímar út í eitt, varð koyrd
hetta vikuskiftið, og ársins
útgáva man vera ein av
teimum, sum sjáldan verður
gloymd. Toyota var á odda
í 23 tímar og 55 minuttir,
tá ið bilurin á umfari 383
út av 384 steðgaði upp.
Kazuki
Nakajima,
sum
koyrdi Toyota-bilin hesa
løtuna, segði umvegis sam
skiftistólini, at bilurin misti
orkuna, og stutt eftir stóð
hann heilt stillur. Toyota-
toymið kundi ikki gera annað
enn at síggja Porsche strúka
framvið og vinna Le Mans.
SÚKKLING
Torkil Veyhe, sum súkklar
við Team WeBike-CK Aarhus
í Danmark, luttók um viku
skiftið í A-kapping í Kolding.
Á teininum, sum var 135
kilometrar
langur,
kom
Torkil á mál við tíðini 3:15:34.
Tað rakk til eitt áttanda
pláss. Hann var enn einaferð
bestur á sínum liði, sum tó
sama dag eisini hevði ein
hóp útsendan til kappingina
Oberösterreich Rundfahrt í
Eysturríki.
– Tað er valla nakar ivi um,
at Torkil Veyhe er tann
avgjørt stinnasti súkklarin
í danska A-klassanum. Um
eg so taki pessimistisku
brillurnar á, so kann eg ikki
ímynda mær eitt landslið
uttan hann, segði ein av
ítróttarstjórunum hjá Team
WeBike-CK Aarhus, Michael
Berling, í síðstu viku. Tað,
hann sipar til, er, at Torkil
Veyhe burdi verið úttikin til
danska landsliðið, sum fer
at luttaka í Post Danmark
Rundt í døgunum 27. til 31. juli.