Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-20, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. juni 2016síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 20. juni 2016 · Nr. 70 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR VETERANARNIR LYFTU EB/STREYM 1. DEILD: 07 Vestur misti javnleikin á stokkinum, og harvið er tað bara EB/Streymur, sum ikki hevur tapt í ár Jóannes Hansen Tað er heilt frískur deymur av uppflyting við Margáir, nú kappingin í næstbestu deildini er hálvrunnin. Fjúrtanda umfar var á skránni leygardagin. Tá var toppuppgerð í Sørvági, har 07 Vestur hevði vitjan av EB/Streymi. Gestirnir fóru til hús aftur við 2-1 sigri. Tað iðraðu heimamenninir seg nógv um. 07 Vestur setti hol á beinanvegin, tá ið Tóki á Lofti setti bóltin í málið, eftir at Søren Nielsen hevði lagt innfyri. Heimaleiðslan helt, inntil tað restaðu tíggju minuttir av fyrra hálvleiki. Tá javnaði Leif Niclasen, sum nú er toppskjútti við fjúrtan málum. Hetta málið var í eyðkenda stílinum, tá ið Leif sneiddi inn úr høgru, áðrenn hann smekkaði til við vinstra beini, og so sang tað eftir í netinum. Javnleikurin helt sær, inntil tað restaðu tríggir minuttir. Tá var tað ein annar av EB/Streyma veteran­un­ um, Marni Djurhuus, sum eftir horna og eitt sindur av aftur og fram smekkaði bóltin í málið. Gestirnir fegnaðust yvir sigurin og harvið trygga odda­sessin. Heimamenninir iðraðu seg. Teir hildu seg hava verið greitt oman á eftir steðgin, men teir megnaðu ikki at umseta yvirvágina til avgerandi málið, og so struku mótstøðumenninir avstað við øllum stigunum. Giza Hoyvík er á triðja plássi, og eftir 4-1 sigurin á Sandi er Ahmed Keita næst­ovastur á mál­tindin­ um. Hann skoraði trý av málunum, sum gestirnir høvdu við sær norður um aftur Skopunarfjørð leygardagin. Ein annar av útlendsku spælar­un­um, Ibrahima Camara, legði annars B71 fram­um miðskeiðis í fyrra hálv­leiki. Leiðslan helt, inntil tað restaðu sjey minuttir av fyrra hálvleiki. Tá var Ahmed Keita fyrstu ferð upp á spæl. Tað stóð á jøvnum, tá ið tað var hálvleikt. B71 helt tørn um javn­ leikin, inntil tað restaðu tjúgu minuttir. Tá bríkslaði dómarin, Janus Fossdalsá, fyri brots­sparki til Giza Hoyvík. Tað umsetti fyrr­ verandi B71 spælarin, Mikkjal T. Hentze, til mál og harvið 2-1 Giza Hoyvík leiðslu. Fram ímóti dystarenda skoraði Ahmed Keita tvær ferðir aftrat, og harvið vann Giza Hoyvík 4-1. Tað ber bronsupláss við sær. Tað eru ellivu stig fram til 07 Vestur, sum er næstfremst. FC Suðuroy var á Argjum og spældi ímóti teimum næstbestu hjá illa sperda AB. Eins og í dystinum í Effo-deildini í gjár so endaði tað eisini leygardagin við 1-0 heimatapi, sum ber við sær, at AB framvegis er niðast á støðutalvuni. Einsamallur málskjútti á Argjum leygardagin var Búi Egilsson, sum setti bóltin í málið átta minuttir undan steðginum. Tíggju minuttir undan leikloki endaði bólturin í málinum hjá FC Suðuroy, men dómarin, Súni Fríði Barbá, kolldømdi fyri rangstøðu. HB lyfti seg við 3-1 heima­ sigri ímóti Víkingi seg langt burtur frá niður­flytingar­ strikuni, sum næst­best HB liðið so ofta hevur verið í nánd av. Sigurin ber við sær, at HB nú er tíggju stig frá næstaftasta plássinum. Tað var málleyst eftir fyrra hálvleik. Men beinanvegin eftir steðgin legði Rói av Fløtum HB framum bæði 1-0 og 2-0. Jákup Hansen økti um munin til 3-0, tá ið tað restaðu tjúgu minuttir. Tá ið tað restaðu fýra minuttir pyntaði Hans Jákup Lervig um fyri Víking, sum nú er triði niðast og sjey stig omanfyri strikuna. Fríggjakvøldið fór KÍ úr Runavík við trimum stigum og stevnusteypinum. Úrslitið var 2-0 til klaksvíkingar. Stefan Kalsø vísti enn einaferð, at tað er gagn í honum, nú hann er heima í summarfrí. Hann skoraði, tá ið eitt lítið korter var farið. Evnaríki Eivindur Sørensen staðfesti sigurin, tá ið seinni hálvleikur var tíggju minuttir gamal. Úrslitið ber við sær, at NSÍ er á fjórða plássi við 24 stigum, og at KÍ er á sætta plássi við 21 stigum. Longu mikukvøldið verður fimtanda umfar. Tá sær skráin soleiðis út: Víkingur-B71, EB/Streymur- AB, Giza Hoyvík-07 Vestur og FC Suðuroy-KÍ. Fimti dysturin í fimtanda umfari er tann millum HB og NSÍ. Hann varð spældur fjórða juni, tá ið HB vann 6-2. Fjúrtanda umfar NSÍ-KÍ 0-2 (0-1) 0-1: Steffan Kalsø 12. 0-2: Eivindur Sørensen 56. 07 Vestur-EB/Streymur 1-2 (1-1) 1-0: Tóki á Lofti 5. 1-1: Leif Niclasen 35. 1-2: Marni Djurhuus 89. HB-Víkingur 3-1 (0-0) 1-0: Rói av Fløtum 46. 2-0: Rói av Fløtum 58. 3-0: Jákup Hansen 70. 3-1: Hans Jákup Lervig 86. AB-FC Suðuroy 0-1 (0-1) 0-1: Búi Egilsson 37. B71-Giza Hoyvík 1-4 (1-1) 1-0: Ibrahima Camara 20. 1-1: Ahmed Keita 38. 1-2: Mikkjal T. Hentze br 70. 1-3: Ahmed Keita 83. 1-4: Ahmed Keita 87. Máltindurin: Leif Niclasen EB/Streymur . . . 14 Ahmed Keita Giza Hoyvík . . . . 13 Søren Nielsen 07 Vestur . . . . 12 Búi Egilsson FC Suðuroy . . . . . 10 Debes Danielsen NSÍ . . . . . . . . 10 1. Deild støðan NR. LIÐ DYSTIR VUNNI JAVNT TAPT + MÁL - MÁL +/- STIG 1 EB/Streymur 14 12 2 0 50-10 +40 38 2 07 Vestur 14 11 2 1 47-16 +31 35 3 Giza Hoyvík 14 8 0 6 31-23 +8 24 4 NSÍ II 15 8 0 7 33-41 -8 24 5 FC Suðuroy 13 7 1 5 31-20 +11 22 6 KÍ II 14 7 0 7 27-27 0 21 7 HB II 15 5 1 9 33-41 -8 16 8 Víkingur II 14 4 1 9 16-32 -16 13 9 B71 13 1 3 9 16-44 -28 6 10 AB II 14 1 2 11 10-40 -30 5