mánadagur 20. juni 2016síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 20. juni 2016 · Nr. 70
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jóannes Hansen
Kappróðurin á Skálafjørð
inum leygardagin varð av
greiddur til eitt reint tólv
tal! Veðrið var av tí fagrasta
og spældi tískil við. Men tað
skulu góðar fyrireikingar til,
um so stórt tiltak sum FM
kappróður og barnaróður
við so nógvum manningum
skal eydnast.
Leygardagurin vísti, at
Kappróðrarfelagið NSÍ eigur
topptrimmaðar fyrireikar
ar. Tá ið róðrarøkið, amboð
og bátar við nógvum hesta
kreftum og fyrireikarar, sum
bera seg so professionelt at,
vera havd í huga, so er tað
púra burturvið, at tað bara
er FM róður á eystanstevnu
annað hvørt ár.
Tað eru feløgini, ið gera
av, hvar tað verður kappast.
Feløgini umboða rógvarar
nar, og eingin ivi man vera
um, at rógvararnir fegnir
vilja hava, at tað verður
kappast, har umstøðurnar
eru optimalar.
Lá púra kvirrur
Róðurin, sum leygardagin
var heilt øðrvísi, enn kapp
róðrar plaga at vera, var tann
millum 8-mannaførini.
Tað var beinanvegin, at
tað sást, at Nevið Reyða
bara róði við sjey monnum.
Maðurin á toftini í stýriborð
luttók
ikki
í
róðrinum.
Kortini var Nevið Reyða
fittan part av teininum
fremstur. Tað var ikki fyrr
enn í síðsta ella næstsíðsta
takinum, at Gullbrandur úr
Fuglafirði tók Nevið Reyða
og vann fyri aðru ferð í ár.
Maðurin, sum var fyri
óvæntaðu hendingini um
borð
á
Nevinum
Reyða
leygardagin,
er
Kristian
Petersen úr Norðdepli. Hann
sigur, at teir nú aftan á hava
staðfest, at árin var rotin
innan og við róðrarskeytan:
– Vatn er seyrað inn, har
skrúvurnar sita. Tað vísti
seg, at ein kvistur sat inni í
trænum akkurát har, so tað
var sera óheppið.
Hvussu gekk hetta fyri
seg?
– Vit vandu spurtir í upp
hitingini, og vit tóku tveir
spurtir
dygst
framman
undan, at vit skuldu leggja
til startin. Vit tosaðu um at
taka ein spurt aftrat, men so
bleiv tað ikki til nakað, og so
damlaðu vit inn til startin. Tá
ið startskotið brast, settu vit
allir føtur í bekk og spentu í.
Tá var tað, at árin hjá mær
støkk tvørtur av. Eg fór
sendandi aftur av, og so helt
eg, at hetta var fullkomuliga
miseydnað hjá okkum.
Hvat gjørdi tú so?
– Eg segði ikki eitt orð, og
eg rørdi meg ikki. Tankarnir
sveimaðu skjótt og víða.
Eg gjørdi av at liggja pinna
stillur fyri ikki at órógva
bátin
og
bátsfelagarnar.
Makkarin hjá mær á toftini
segði einki, so teir á lærinum
vórðu kløkkir, tá ið teir sóu
eina brotna ár í sjónum. Tá
rópti stýrimaðurin, at vit
nú vóru undirmannaðir í
stýriborð, og at nú vóru teir
noyddir at taka uppaftur
meiri á.
Høvdið á tær sást við
hvørt stinga uppundan?
– Tá ið vit høvdu róð trý
hundrað metrar, peilaði eg
fyrstu ferð av, hvussu støðan
var. Tá varð eg ovfarin av at
síggja, at vit vóru fremstir.
Tað hevði eg ikki roknað við.
So eg birti rættiliga uppundir
bátsfelagarnar, sum spentu
tað, teir vóru mentir og
kanska meiri enn tað í. Hetta
var eisini stór avbjóðing hjá
stýrimanninum, tí báturin
gekk meiri á annað borðið,
tá ið tað vóru fýra í øðrum
borðinum og tríggir í hinum.
Hetta kláraði stýrimaðurin
væl, hóast hann var noyddur
at leggja upp fyri í hvørjum
einasta taki, sigur Kristian
Petersen, sum fylgdi væl við
endaspurtinum:
– Tað er møguligt, at vit
fóru eitt sindur ov tíðliga
upp í bekk, tí tá tað bara
restaðu einir tredivu metrar,
vóru vit púra pøstir. Eg sá,
at Gullbrandur át seg skjótt
inn á okkum, men satt at siga
helt eg, at vit vóru fremstir,
tá ið vit fóru um málið.
Vóru tit vónbrotnir at
missa sigurin?
– Um vit allir høvdu róð,
so høvdu vit verið vón
brotnir um hetta úrslitið.
Men eftir róðurin og ikki
minst í neystinum, tá ið vit
komu til hús aftur, var tað
heldur fagnaðurin yvir, at
tað spældi so væl av undir
fyritreytunum,
sum
vit
kappaðust undir, heldur enn
vónbrotið um ikki at vinna,
ið kendist millum tey, sum
plaga at stuðla okkum, og á
róðrarøkinum hoyrdu vit frá
fleiri, at tey høvdu tikið á við
Nevinum Reyða, tá ið tað nú
tók seg upp soleiðis, sum tað
gjørdi.
Hava tit skift árarnar út?
– Sunnudagin vandu vit
í maskinum. Tað eru tvær
vikur til tað verður kapp
róður í Vági. Inntil tá fara vit
at fáa nýggjar árar til vega.
Kanska fara vit at læna árar
frá onkrum øðrum báti, tí
tað fer neyvan at bera til at
fáa nýggjar árar til vega við
so stuttum skotbráði, sigur
Kristian Petersen.
Talan er um blaðunga
manning umborð á Nevinum
Reyða. Kristian Petersen er
elsti maður. Hann verður 23
í oktober. Yngsti maður er
seytjan ára gamal.
– Vit eru úr fleiri bygdum
norðanfyri: ein er av Viðar
eiði, vit eru tveir úr Norð
depli, ein er úr Haraldsundi,
ein úr Ánunum, ein er av
Húsum, og so eru tríggir úr
Klaksvík.
Hvussu høgt miða tit?
– Vit hava vant síðani
– Eg kendi meg púra hjálparleysan og sum ónyttu,
men tá ið teir høvdu róð trý hundrað metrar, peilaði eg
støðuna av, og so stuðlaði eg bátsfelagarnar, ið framdu
framúr avrik, sigur Kristian Petersen á Nevinum Reyða
EYSTANSTEVNURÓÐUR
ÁRIN
BROTNAÐI
Í FYRSTA
TAKINUM
KAPPRÓÐUR