mánadagur 20. juni 2016síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 20. juni 2016 · Nr. 70
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
1 til 6
FÓTBÓLTUR
KÍ hevur ongantíð
verið so nær við
at vinna FM í hesi
øldini. Alt felagið
osar av FM og
einum toppfelagi.
Vit hyggja nærri at
KÍ, sum gjørdi alt,
ið eitt meistaralig
eigur at gera í
einum oddadysti
KÍ ER
KÍ IKKI AT STEÐGA KÍ hevur nú vunnið átta dystir upp í slag. Málúrtøkan
hesar átta dystirnar er 16-1. Tað einsamalla málið skoraði B68, tá KÍ vann
4-1. Sostatt hevur KÍ fingið 24 av teimum seinastu 24 møguligu stigunum..
DYSTURIN
HESA VIKUNA
2
TÓRÐUR THOMSEN
Kann illa lastast fyri málið,
men á einum góðu degi hevði
hann fingið hondina á. Vísti onkur
teking um ótryggleika, men helt
øllum hann skuldi
2
JÓNAS TÓR NÆS
Hevði ein slakan dyst,
har hann fleiri ferðir kom í
trupulleikar. Taklaði seg tó inn í
dystin í seinna hálvleiki
2
ANDRIAS H.
ERIKSEN
Hevði ávísar trupulleikar í
tvídystinum og var ótryggur í
uppspælinum í mun til vanligt.
4
HØRÐUR ASKHAM
Skaraði framúr í
verkjuspartinum. Vann sínar
tvídystir og átti upp til fleiri ferðir
avgerandi fótin á í upprudding
2
HØGNI EYSTUROY
Røkti vinstra bakkin, men
tað riggaði illa. Fekk sjáldan
uppspælið at rigga, men kom í
onkrar góðar støður uttan at tað
bleiv til meir
3
ODMAR FÆRØ
Royndi at geva ilt av sær
í fleiri førum. Var í nógvum
tvídystum og kemur at geva B36
nógv í longdini.
2
RÓALDUR
JAKOBSEN
Fekk ongantíð takið á dystinum
og spælskiparaleiklutinum. Var
við undirlutan á miðvøllinum,
meðan fekk heldur ikki
møguleikarnar at flyta bóltin út
á síðurnar
2
LUKASZ
CIESLEWICZ
(Út 64.min)
Kom bara eina ella tvær ferðir
í góðar støður. Tað er óvanliga
lítil fyri ársins spælara, sum er
darvaður av skaða.
2
GESTUR B. DAM
(Út 82.min)
Lenar seg upp til eitt 3-tal, tí
hann er raskur og ágrýtin við og
uttan bóltin, men afturgangandi
fyri alt liðið er, at tað ikki verður
umsett til nakað.
2
ALEX
MELLEMGAARD
(Út 64.min)
Slapp als ikki til sín rætt á høgra
vongi og fekk einki burturúr.
Tóktist feilplaseraður. Er langt
undir miðal í ár.
2
SEBASTIAN PINGEL
Vildi nógv og tordi at bjóða KÍ
verjuni upp til dans, men gloymdi
at fáa tamarhald á bóltinum.
Legði nógv fyri, men tað kom lítið
burturúr, men hevði einsamalla
møguleikan hjá B36, men var ikki
nóg knappur
2
HANUS
THORLEIFSSON
(Inn 64.min)
Aftur ein, sum spældi við orku,
men uttan at fáa umsett tað til
nakað nevnivert í álopsstøðu.
2
JÓGVAN SKEEL
NOLSØE
(Inn 64.min)
Hevur ikki funnið seg til rættis
í B36 og tykist vera nakað frá
tí, sum B36 ynskir av einum
áleypara.
PÆTUR PETERSEN
(Inn 82.min)
Setti eitt sindur av lív í
álopspartin, men ov stutt inni til
at gera eina meting.
SPÆLARAMETING
Tróndur Arge – Gundadalur
KÍ er í løtuni meistarligt. Alt
teir gera er einum meistara
og oddaliði vert. Á vøllinum
hevur tú ikki 11 spælarar,
men eitt heilt lið, har hvør
einstakur spælari spælir fyri
navnið á bringuni, heldur
enn navnið á rygginum.
Á áskoðaraplássunum er
stuðulin so góður og treyta
leysur, at tað gevur ein heilt
serligan dám, ið gevur KÍ
dirvið og sjálvsálit, meðan
mótstøðuliðini fána burtur
í einki.
Á leiðslustøði er KÍ nú
eisini fult á hædd við hini
feløgini. At kalla allir sátt
málarnir eru longdir fyri
komandi kappingarár. Har í
millum Jóannes Bjartalíð og
Páll A. Klettskarð.
Ongin koppar
KÍ múrinum
Tá tað verður sagt, at KÍ er
meistarligt á vøllinum, so
er tað ikki tí at KÍ spældi
flottan og poleraðan fótbólt
í gjár. Á útivølli móti tvífaldu
FM vinnaraunum var tað
heldur einki krav. KÍ hevur
somuleiðis havt tað ótrúliga
torført í Gundadali, so kravið
var javnleikurin og eitt gott
avrik.
Avrikið var meistarligt,
tí KÍ kom við øllum tí, ið
eitt meistaralið skal hava.
Ein verjupart, ið næstan
ikki letur mál inn. Eitt hart
arbeiðandi lið, sum ongan
tíð víkjur frá konseptinum,
ið er lagt fyri dagin. Mest av
øllum, so leitar liðið eisini
eftir
tiltiku
marginalun
um, ið kunnu vinna nógvar
dystir.
Nú hevur KÍ vunnið átta
dystir upp í slag í lands
kappingini, har í millum
eru tveir sigrar á Víkingi og
ein móti NSÍ, HB og nú B36.
Meistarligt!
Óhugnaligt trýst
KÍ spælir í løtuni við so
nógvari orku, at sjálvt tey
bestu liðini í landinum fáa
ikki spælt bólt. Víkingur,
NSÍ, HB og nú eisini B36 –
enntá í Gundadali – eru øll
trýst at til at sparka langar
bóltar í høvdið á verjuni hjá
KÍ.
B36 gjørdi fleiri royndir
í fyrra hálvleiki at spæla
bóltin úr trýstinum í verju
støðu, men tá spælarar sum
Róaldur Jakobsen, Lukasz
Cieslewicz og Alex Mellem
gaard ikki eru á toppinum,
so gav tað bakslag, tí KÍ vann
bóltin aftur.
Í álopsstøðu leggur KÍ
eisini trýst á verjuna hjá
mótstøðuliðnum.
Í
gjár
var tað Páll A. Klettskarð,
sum ferð aftaná ferð trýst
B36 verjuna longur aftur
á vøllin. Áleyparin bindur
næstan tveir spælarar hvørja
ferð, og hevur heilt serlig
evnir at leggja bóltin av ein
viðspælara.
Tað er eisini innarbeitt á
liðið, at spælararnir skulu
stuðla undir 9’aran í álop
inum.
Bláa Bylgjan gullverd
Tað er bæði sagt og skrivað
fyrr, men tað tolir eina
endurtøku. Bláa Bylgjan er
gullverd fyri KÍ og føroyskan
fótbólt. Aftur í gjár blástu KÍ
viðhaldsfólkini KÍ á mál.
Tað tykist eisini sum, at
spælararnir
á
mótstøðu
liðnum verða ávirkaðir av
stóru áskoðarafjøldini. Bæði
hjá NSÍ og Víkingi sóu vit
royndar spælarar gera feilir,
meistarligt