Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-20, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. juni 2016síða 21

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 20. juni 2016 · Nr. 70 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 4 KRISTIAN JOENSEN Tók alt hann skuldi og sparkaði væl út. Skal fáa rós fyri at duga at brúka tíðina í samband við málspark væl. Nærkast landsliðmálmonnunum 4 SØRMUNDUR KALSØ Hevur avmarkaðar eginleikar á bóltinum, men tað sæst ikki aftur á vøllinum í ár. Hevur ikki verið við undirlutan í tvídysti fleiri mánaðir – heldur ikki í gjár. 5 JONAS F. RASMUSSEN (DAGSINS SPÆLARI) Vann allar sínar tvísdystir í luftini og skipaði KÍ liðið ótrúliga væl. Setti seg eisini á dystin frá fyrsta bríksl sum ein ordans liðskipari og leiðari skal. 5 AHMED MUJDRAGIC Spældi eisini avbera sannførandi í miðverjuni. Vann somuleiðis nógvar luftbóltar og er helst sterkari enn hann sær út. 4 MAYOWA OLADELE ALLI Er eitt sindur ringur at rokna út, men hesa ferð var verjuavrikið í topp. Hevur veikleikar í avspælinum, men tað telur ikki niður ein dyst sum hendan. 3 ÍSAK SIMONSEN (Út 90.min) Spældi á høgra miðvøllinum við sínum vinstra beini. Gjørdi alt rætt í verjustøðu, men kom sjáldan til nakað í álopsstøðu. 4 JÁKUP B ANDREASEN Hevur spælt allar 15 dystirnar higartil frá byrjan. Tað sigur nógv um skilagóða og sterka miðvallarin, ið eisini er góður í avspælinum. Enn eitt gott avrik. 5 SEMIR HADZIBULIC (Út 85.min) Vísti aftur sín stóra týdning fyri miðvøllin hjá KÍ, har hann er óblandaður í tí mesta, sum hendir. Skoraði sigursmálið og spældi væl. 4 HJALGRÍM ELTTØR Rennur sólina svarta í verjustøðu og skapar góðar støður í álopsstøðu. Hevur enn ferðina til at bjóða av í einum móti einum. Spældi væl. 3 JÓANNES BJARTALÍÐ (Út 90.min) Fekk ikki so nógv burturúr, men arbeiddi væl og var við í spælinum, tá KÍ fekk bóltin. Fekk ongantíð ordiliga møguleikan at skora. 5 PÁLL A. KLETTSKARÐ Ein einmansherur í álopinum. Hevur ótrúliga nógv at siga í uppspælinum og press-spælinum. Arbeiddi væl og legði væl av. SÚNI OLSEN (Inn 85.min) Ov stutt inni DAVID LANGGARD (Inn 90.min) Ov stutt inni HEÐIN KLAKSTEIN (Inn 90.min) Ov stutt inni ið ikki teir ikki vanligt gera. Í Gundadali sá eisini út sum fleiri spæl­arar hjá B36 vóru yvir­tendrað­ir. Tað er sum so ikki nakað løgið í tí til ein slíkan dyst, men tá KÍ spæl­ ar­ar­nir halda sær í skinn­in­ um, so er tí teir hava yvir­ skot, meðan mót­part­ur­in letur seg provo­kera. KÍ sum toppfelag Eitt annað, sum eyðkennir KÍ í løtuni er, at felagið nú er fult á hædd við fleiri av hinum, tá tað kemur til eitt nú sátt­málar. Felagið hevur longu nú longt við fleiri av lykla­spæl­ar­un­um til kom­ andi kappingarár. Tað er eitt greitt tekin um, at tað er í fealgnum er eitt ætlan við tinginum. Tað sær gott út og gevur eina kenslu millum spælararnar, at teir eru partur av nøkrum størri enn einum »januar- oktober« projekti. Eti míni orð Eftir fjórða umfar, tá eitt tungt og illa spælandi KÍ lið vann 2-0 á Skála, segði undir­ritaði, at KÍ fór at fáa tor­ført við at røkka fýra teimum ovastu. KÍ hevur síðani bara smida tvey stig og ikki tap í ellivu dystum. Sosatt má undir­ritaði eta síni orð, tí nú er KÍ stór­favorittur at vinna FM og verður uttan iva millum fýra tey bestu. KÍ er í løtuni meistarligt – spurningurin er um tað røkkur til eitt meistaraheiti fyri fyrstu ferð síðani 1999? trondur@sosialurin.fo SPÆLARAMETING Myndir: Álvur Haraldsen 1 til 6 B36-KÍ 0-1 (0-1) 0-1: Semir Hadzibulic 31. Dómari: Lars Müller B36: Tórður Thomsen – Jónas þór Næs, Andrias Eriksen, Hørður Askham – Róaldur Jakobsen, Odmar Færø – Alex Mellemgaard (Hanus Thorleifsson, 64.), Lukasz Cieslewicz (Jógvan Skeel Nolsøe, 64.), Gestur B. Dam (Pætur Petersen, 82.) – Sebastian Pingel Gult kort: Andrias Eriksen Venjari: Eyðun Klakstein KÍ: Kristian Joensen – Sørmundur Kalsø, Ahmed Mujdragic, Jonas Flindt Rasmussen, Mayowa Oladele Alli – Ísak Simonsen (Dávid Langgaard, 90.), Semir Hadzibulic (Súni Olsen, 85.), Jákup B. Andreasen – Jóannes Bjartalíð (Heðin Klakstein, 90.), Páll Klettskarð, Hjalgrím Elttør Gult kort: Semir Hadzibulic Venjari: Mikkjal Thomassen FÓTBÓLTUR Tað kemst ikki uttanum Bláu Bylgjuna og White Tigers til hendan dystin. Áskoðarar í serflokki. Kanska kundi tekniska stigi á dystinum verið hægri. Vit halta í altjóða fótbólti og í miðal er teknikkurin í lægra lagi til at verða ein toppdystur MANGLA BARA AT VINNA Á AB KÍ hevur vunnið á øllum liðunum í Effo-deildini í ár uttan AB. Liðini hava spælt eina ferð móti hvørjum øðrum. Tað var í 21. apríl, tá tað endaði 1-1. Tað var eisini seinast KÍ ikki fekk fult. Komandi umfar eru argjamenn í Klaksvík.  1: Spæla sum eitt lið. Tað ljóðar banalt, men er so týð­ning­ar­mikið. Allir skilja kon­sept­ið og spæli­ ætlan­ina. 2: Mikkjal Thomassen. Hevur takið á hópin­um og fleiri kort á hondini, tá tað kemur til spæli­skip­ an. Hevur roynt tað fyrr og spælararnir hava fult álit á honum. 3: Innkeypini: Ahmed Mujdragic og Semir Hadzibulic blíva betri fyri hvønn dyst, meðan Kristian Joensen er ein tryggur aftasti skansi. 4: Verjan. Skal ein partur av liðnum takast fram­um annan, so er tað verju­ parturin. Tað er nærmast vónleyst at skora móti KÍ. Tað er grundin undir liðnum. 5: Trýkleyvarin í álopinum. Jóannes Bjartalíð, Hjalgrím Elltør og Páll A. Klettskarð avgera dystir og spæla væl saman, hóast teir fyri tað mesta eru í undirtal. 6: Bláa Bylgjan. Í undanvindi er Bláa Bylgjan eitt vælsignilsi, ið hevur verið munurin til fleiri av oddadystunum í seinastuni. 6 ORSØKIR TIL AT KÍ ER FM FAVORITTUR: