mánadagur 20. juni 2016síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 20. juni 2016 · Nr. 70
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Til lukku við sigrinum.
Hvussu nær eru
tit við FM nú?
Vit liggja nummar eitt, men taka
ein dyst á gangin. Tað sær gott út,
men vit settu okkum mál at klára
topp fýra. Tað sær út til at halda.
Var hatta harðasti dysturin
tú hevur spælt í ár?
Hatta var ein av teimum hørðu,
men eisini tá B36 var í Klaksvík
fingu vit væl av mótstøðu.
Mamma tín hevur lagt
eina mynd út av tær í B36
drakt. Hvat er søgan?
Søgan er tann, at eg búði i
Havn frá eg var fimm til eg var
tíggju. Mikkjal Thomassen var
pedagogur hjá mær tá. Nakrir
vinmenn spældu við B36, so eg
endaði eisini har.
Hvussu væl fylgir
tú við í EM?
Tað liggur so illa fyri at fylgja
við, tí tað er arbeiði og venjing
á skránni hvønn dag. Eg royni
at hyggja tá eg kann, serliga um
kvøldarnar.
1. Hvørjum heldur tú við
og hvør vinnur EM?
Eg haldi sjálvandi við Íslandi, men
hvør vinnur EM er verri. Fleiri av
dystunum verða avgjørdir heilt
móti endanum, so tað er ringt at
siga hvør hevur takið. Týskland
ella kanska Spania
Vikan ið fór
KÍ vinnur oddadystin móti
B36 í landskappingini hjá
monnum. KÍ er nú sjey stig
fremst í Effo-deildini, nú eitt
umfar er til summarsteðgin
KÍ vinnur seg í steypafinaluna
hjá kvinnum. Eftir at hava
tapt fyrru hálvfinaluna 1-0
vinna tær útidystin 2-1.
Í finaluni møta tær HB
Víkingur og KÍ vinna seg í
finaluna um Løgmanssteypið.
KÍ við greiðum samlaðum sigri
á NSÍ, meðan Skála var um
reppið at knúgva Víkingi
EM er í Fraklandi, har
vertstjóðin saman við
Sveis er tryggja víðari
luttøku saman við millum
annað Italia og Spania.
Eysturoyingur vinnur
10-mannaførini í
heimasjógvunum
á eystanstevnu. Í
áttamannaførunum blívur
Nevið Reyða nummar tvey
við bara sjey rógvarum, tí
ein ár brotnaði í startinum
Hallur Hansson verður seldur til
AC Horsens frá Vendsyssel. Talan
er um metsølu hjá Vendsyssel.
Mett verður, at talan er um
umleiðs 750 túsund krónur.
...við ítróttinum
5 SKJÓTIR
Toppskjútti í Premier League,
setti málmet og varð úttikin til
enska EM-landsliðið. Alt gekk upp
í eina hægri eind hjá Jamie Vardy
síðsta kappingarár, har hann
var høvuðspersónurin handan
fullkomiliga óvæntaða meistara
heitið hjá Leicester.
Vegurin til eydnuna hevur
verið knallharður hjá tí nú 29 ára
gamla Jamie Vardy. Hann varð
tveittur úr Sheffield Wednesday
longu sum 16 ára gamal, tí hann
var mettur at vera ov lættur.
Hann
skifti
til
Stocksbridge
Park Steels í tí, sum svarar til 11.
bestu deildina. Har fekk hann 300
krónur um vikuna.
Søgan um yrkisleið hansara
er longu fortald fleiri ferðir, men
»Jamie Vardy – Record Breaker« er
ein lutfalsliga stuttur og greiður
dokumentarur,
ið
tekur
væl
saman um ótrúliga skiftið frá at
hava verið noyddur at arbeiða við
síðuna av fótbóltinum fyri seks
árum síðani, til at í dag tjena eina
millión um vikuna.
Tað er tíðindamaðurin hjá Sky
Sports, Johnny Phillips, ið hevur
gjørt dokumentarin. Hann hevur
sett sær fyri at práta við persónar
í øllum feløgum, har Jamie Vardy
hevur spælt, fyri at fáa søguna
útgreinaða. Formenn, venjarar og
liðfelagar greiða frá – einki verður
dult, og nógvir smálutir um lønir
og søluupphæddir koma fram.
HYGG UM: Tú ert hugtikin av
teimum, ið stríðast fyri sakini, eitt
nú Jamie Vardy
IKKI HYGGJA UM: Tú ynskir
ein
drúgvan
og/ella
djúpan
dokumentar'
HVUSSU ER AT HYGGJA: Stutt,
greitt og ítøkiligt – eingin óneyðug
ífylla.
HVAT SIGUR TÚ? Fótbóltsidiotar
hava skyldu at kenna søguna um
Vardy. Hana fært tú her, og tú
gerst óivað ovfarin.
trondur@sosialurin.fo
Í hesum táttinum umrøða vit ítróttarbøkur. Hetta eru bøkur, sum vit hava lisið og meiningarnar eru allar okkara egnu...
★★★★★★
FAKTA Dokumentarurin varð gjørdur í 2009. Peter Berg hevur stjórnað dokumentarinum. Wayne Gretzky er í dag 54 ára gamal, og
hevur eisini roynt seg sum venjara. Hann er giftur sjónleikaranum Janet Jones. Saman hava tey fimm børn.
Jóannes Bjartalíð, eftir at KÍ vann 1-0 á B36 í Gundadali
Bláa Bylgjan á trappuni í Vágsbotn
– Einasta staðið í Klaksvík, har tað ikki verður
tosað um fótbólt er í skiftirúminum hjá KÍ
– Vit liggja nummar oytt, vit liggja nummar
oytt og soleiðis skal tað verða
Fimm skjótir spurningar
til føroysk ítróttarfólk...
Navn: Páll Andrasson Klettskarð
Aldur: 26
Ítróttur: Fótbóltur (KÍ)
Royn tína vitan um
ítróttin her og nú!
Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst
1
KÍ er nú FM favorittur. Nær vunnu teir seinast FM?
2 Venjarin hjá KÍ, Mikkjal Thomassen, hevur eina ferð fyrr
vunnið FM sum venjari. Nær og við hvørjum?
3 Hvussu eitur fjepparafelagið hjá KÍ?
4 NBA finalan var í gjár. Hvør spældi?
5 Hvussu eitur landsliðsvenjarin hjá íslendska
fótbóltslandsliðnum?
6 Ísland hevur skotið tvey mál í EM.
Hvørjir hava skotið tey?
7 Hallur Hansson hevur umboðað tvey feløg í Effo-deildini,
hvørji?
8 Hvør er kendi kurvabóltsspælarins á myndini,
sum í nátt vann NBA?
?
1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo
og Sosialin nakað meir
4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast
6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við
8 røtt: Fantastiska flott,
tillukku!
Quizzin, svar: 11: 1999 2: B36 2011 3: Bláa Bylgjan
4: Cleveland Cavaliers og Golden State Warriors
5: Lars Lagerbäck 6: Gylfi Þór Sigurðsson og
Birkir Bjarnason 7: HB og Víking 8: LeBron James
Dokumentarur:
Jamie Vardy – Record Breaker
ÍTRÓTTAR UMMÆLI