Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-20, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. juni 2016síða 23

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 20. juni 2016 · Nr. 70 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen André Olsen Neli Heldarskarð Pætur E. Jensen Nú vit øll hyggja nógv at EM í fótbólti, eru tað ikki bara spælararnir, ið seta sín dám á skíggjan, men so sanniliga eisini fjeppararnir. Men okkum nýtist ikki at fara heilt til Fraklands fyri at uppliva góða fjepparamentan, tí fyri tíðina sæst og hoyrist Bláa Bylgjan, ið trúliga fylgir oddaliðnum úr Klaksvík og setir lív í. Har verður sungið og rópt, og júst argandi tónin er kærkomin og ger ein fótbóltsdyst til meira enn bara ein dyst. Rós og rís við einum glimti í eyganum er bara gott! Tað hevur millum ár og dag verið skiftandi, hvar teir bestu fjeppararnir hoyra heima. Mitt í 90-unum róptu tey »skeiva langatá« og »hjørna í mál« í Gøtu, og síðani hevur tað næstan hevur verið reglan, heldur enn undantakið, at besta liðið eisini eigur bestu fjeppararnar. Tak bara Guliganz í 2007 og »bindiklubbakonurnar« á Eiði og í Sundalagnum í 2008 – fyri ikki at tosa um, hvussu tey í Víkingi »hoppa« meira enn nakar í sambandi við steypafinalurnar hesi síðstu árini. Nú Bláa Bylgjan líkasum hevur kritað vøllin upp, mugu hini royna at fylgja eftir, so tað ikki bara verður sum tað plagar, at eitt fjepparafelagið ger um seg eitt árið og eitt annað árið eftir. KÍ-viðhaldsfólkini hava sungið um fleiri av hinum, at tey hoyra tey ikki, so vónandi taka tey við avbjóðingini, so vit eisini fáa ein – positivt skilt – »dyst« uttan fyri vøllin, sum í besta ítróttaranda gevur spælinum eina eyka dimensjón. Eisini spælararnir hoyra og merkja stuðulin, umframt at áskoðararnir og øll hava tað nógv stuttligari. Nú er bara eftir at fáa landsdystirnar upp at koyra, so tað ikki bara er Skansin, ið letur hoyra frá sær, tá vit takast við stóru stjørnurnar. Føroyingar mugu hoyrast alla tíðina – og ikki bara, tá tað gongur væl! Tíðin er vónandi farin frá, at fólk tryggja sær atgongumerki til ein dyst ímóti Portugal, tí tey vilja síggja nýggjasta hársniðið hjá Ronaldo, men heldur vilja síggja eitt føroyskt landslið stríðast og berjast fyri Merkinum og landinum við hjartanum uttaná. Tí eru hyggjuráðini júst nú hesi: Hyggið at og lærið av Bláu Bylgjuni, so verða eisini landsdystirnir uppaftur betri og stuttligari! hilmarjan@sosialurin.fo Fjepp, fjepp og aftur fjepp... KLUMMAN Hilmar Jan sigur sína hugsan... Tróndur Arge B36 skal spæla móti FC Valletta úr Malta. Fyrri dysturin er á útivølli 28. ella 29. juni, meðan returdysturin verður í Gundadali 5. ella 6. juli.Hava vunnið har fyrr B36 hevur góðar royndir við liðum frá Malta. I 2006 spældi B36 móti FC Birkirkara frá Malta, og eydnaðist tað B36 tá at sláa teir út úr kappingini. B36 vann útidystin heili 3-0, meðan returdysturin endaði við 2-2 javnleiki. Lítið er tó at ivast í, at hitin verður ein stór avbjóðing hjá teimum føroysku meistarunum, nú hásummar er á Malta. Dreymalutakastið var FC Santa Coloma úr Andorra, meðan mótstøðuliðið frá í fjør, The New Saints úr Wales, var marrulutakastið. Í so máta er FC Valetta ein miðal gott lutakast fyri B36. Reyða Stjørna bíðar Megnar B36 at vinna samanlagt á meistarunum úr Malta, so bíðar ein møtumikil uppgáva móti Reyðu Stjørnu úr Serbia. Í 2014 spældi HB móti táverandi serbiska meistaraliðnum, FK Partizan. Tá samanumkom vann FK Partizan 6-1. Her var talan um heldur keðiligt lutakast, tí møguligt mótstøðulið vóru Celtic, FCK, Rosenborg og FH, sum hevur Gunnar Nielsen og Sonna Ragnar Nattestad í hópinum. Lutakastið til fyrstu undanrundu av Champions League: FC Flora Tallin (Estland) – Lincoln (Gibraltar) The New Saints (Wales) – Tre Penne (San Marino) Valletta (Malta) – B36 Tórshavn (Føroyar) FC Santa Coloma (Andorra) – Alashkert (Armenia) trondur@sosialurin.fo Lutakast hevur júst verið til fyrstu undanumfari av Champions League kappingini til komandi kappingarár. B36 SKAL TIL MALTA