týsdagur 21. juni 2016síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 22. juni 2016 · Nr. 71
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Barbara Holm
Í 1973 valdi Bretland at inn
lima seg í Evropasamveldið.
Men nú - 43 ár seinni - skal
bretska tjóðin taka støðu
til, um landið skal taka seg
úr
Evropa
samveldinum.
Úrslitið verður klárt um
eina viku, nevniliga 23. juni.
Hvør niðurstøðan verður er
torført at spáa um, men fleiri
og fleiri veljarakanningar
vísa á, at meirilutin av bret
um ynskja at fara úr ES.
– Seinastu dagarnir hevur
partabrævamarknaðurin
havt ringt við at gera av
hvør rætta gongdin skal
verða. Tað hevur havt við
sær, at sveiggini hava verið
sera stór. Frá 6 juni og fram
til hósdagin eru donsk parta
brøv fallin útvið 10%, men
frá hósdegnum og fram
til týsdagin hevur fram
gongdin verið omanfyri 3%.
Árið hevur verið turbulent,
men seinastu vikurnar hava
kastað fitt av sær til parta
brævaíleggjarar. Tí eru tað
fleiri, ið velja at taka vinn
ingin heim. Og serliga undir
tí fortreyt, hvussu óvissan
um framtíð Bretlands kemur
at ávirka marknaðin. Tí um
bretar ynskja at fara úr
ES, so er ikki óhugsandi at
vit koma at síggja týðandi
kurslækkingar eftir valið,
sigur Páll Oddur Rubeksen.
Atkvøða
bretar
fyri
“Brexit” kann mann vænta
at evropeiskt, og serliga brets
partabrøv verða hart rakt.
Mett verður at feløg innan
evropeiska
fíggjargeiran
verða lutfalsliga harðari rakt
í mun til aðrar geirar. Evrope
iski
meginbankin,
ECB,
hevur keypt evropeisk stats
lánsbrøv fyri hundraðtals
milliardir
krónur
hvønn
mánað seinasta árið, fyri
at økja um inflatiónina í
ES. Íkasti hjá Bretlandi til
inflatiónina í ES er um 12-
13%. Vøksturin í ES liggur nú
um 0,6%, og tekur Bretland
seg úr samstarvinum, so
kemur tað eisini at síggjast
í vøkstrinum. Ein vøkstur,
sum ECB hevur brúkt hundr
aðtals milliónir krónur á at
fáa ferð á.
– Verður “Brexit” ein
veruleiki, kunnu vit vænta
ein ávísan pengastreym til
trygg aktiv. Danmark hevur,
søguliga sæð, verið eitt “Safe
Heaven” hjá íleggjarum, og
tí kunnu vit vænta, at ein
møgulig
kapital
flýggjan
úr Bretlandi til Danmarkar
kemur at leggja trýst á
donsku krónina. Tað kann
fáa danska tjóðbankan at
lækka rentuna enn meir,
sigur Páll Oddur Rubeksen.
Atkvøðugreiðslan
um
“Brexit” ella “Bremain” kann
tí hava eyðsýndar avleið
ingar fyri íleggjarar, ið hava
ein ávísan váða knýttan
at sínum íløgum. Fyrstu
fjúrtan dagarnir í juni prísaði
marknaðurin eitt møguligt
“Brexit”,
men
seinastu
tríggju handilsdagarnir eru
reyðu tølini blivin grøn – tvs.
at vit síggja at marknaður
in er í holt við at prísa eitt
møguligt “Bremain”. Í leypi
av vikuskiftinum vístu velj
arakanningar,
at
støðan
aftur stendur á jøvnum mill
um veljarnar, eftir at ein
meiriluti hevur verið fyri at
loyst frá ES. Men óansæð
úrslitið av valinum, so kann
tað gerast ein fyrimunir fyri
tann aktiva íleggjaran
– Kursurin á donskum og
evropeiskum partabrøvum
er fallin nógv seinastu tíð
ina og vil eftir øllum at
døma fella enn meir, um
vit vakna upp til “Brexit”
fríggjadagin 24. juni. Men
um bretar ikki ynskja at slíta
fra ES, kunnu vit vænta, at
partabrøvini fara at hækka.
Tí er júst hendan støðan ein
møguleiki at keypa parta
brøv, ið eru vorðin bíligari
seinastu tíðina. Vit kunnu
eisini ímynda okkum, at tá
óttin hevur lagt seg eftir eitt
møguligt “Brexit”, so fara
partabrøv, ið einki tilknýti
hava við bretsku støðuna, at
økjast í virði. Tí eigur tann
vakni íleggjarin at halda eyga
við hesum partabrøvum, sig
ur Páll Oddur Rubeksen og
leggur aftrat.
BREXIT – KANN
VØKSTURIN Í ES
Seinastu dagarnir hava stór sveiggj verið at sæð á partabrævamarknaðinum. Eitt nú fall danski
keypsskálin, OMXC20, við á leið 10% frá fyrst til miðan juni. Orsøkin hevur sín uppruna í óttanum,
ið prutlar undir lokinum á bretsku tekannuni. Val er fyri framman í Bretlandi, og íleggjarar bera ótta
fyri at brenna seg av enska tevatninum, tá teir seta seg við morgunborðið fríggjadagin, og lesa um
støðuna bretar hava tikið. – Tað er vónleyst at kenna vavið av teimum avleiðingunum, sum koma í
kjalarvørrinum av einari bretskari útliman úr ES. Tað er tó eingin ivi um, at tað fer at minka um vøksturin
í ES, um bretar fara egna leið, sigur Páll Oddur Rubeksen, leiðari á íløgudeildini hjá BankNordik
BREXIT
Páll Oddur Rubeksen:
Páll Oddur Rubeksen, leiðari á íløgudeildini hjá BankNordik