týsdagur 21. juni 2016síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 22. juni 2016 · Nr. 71
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
BREXIT
ÁVIRKA
–Um so er, at ein íleggjari
er
sannførdur
um,
at
Bretland tekur seg úr ES,
so hevur viðkomandi enn
stundir til at selja ein part
av
sínum
partabrøvum
fyri at minka um váðan
á síni íløgu. Í skrivandi
stund er talan ikki um
nakra fíggjarkreppu, og tí
skal man gera upp við seg
sjálvan, um man ynskir at
átaka sær eitt møguligt
stutttíðar tap á eini 10-15
% á síni partabrævaíløgu,
sigur hann.
Eingin heimskreppa
er ávegis
Flest allir viðmerkjarar eru
á einum málið um, at eitt
ES uttan Bretland fer at fáa
stórar avleiðingar so ella
so. Hvørjar avleiðingarnar
verða vita vit av góðum
grundum enn ikki. Men
givið er tað, at tað hevur
ávirkan á alt ES.
–
Fyri
bretska
fólki
verður spátt um, at eitt
Bretland uttan ES merkir
ein hægri skatt til borgarar
og vinnulív. Og tí verður
eisini hildið, at verður tað
ein veruleiki, so fara stóru
fyritøkurnar,
sum
hava
virksemi í Bretlandi ella
skrivstovur í eitt nú London,
at flyta virksemi til onnur
lond.
Handilssáttmálar
skulu viðgerast av nýggjum.
Tað kann taka ár at fáa av
greitt, og hetta kann halda
feløgum aftur at gera íløgur,
sum so kann hava neiligar
fylgir fyri vøksturin, sigur
Páll Oddur Rubeksen.
Men tað er serstakliga
evropeiska samveldið, sum
fer at merkja avleiðingarnar
av, at eitt týðandi limaland
tekur seg aftur. Hetta tí,
at tað skapar ein ótta og
fjáltur, sum fer at bera
avleiðingar við sær.
Hóast
partabrøv
um
allan heimin vanligvís verða
rakt, tá ótti og ótryggleiki
er
í
marknaðinum,
so
verður tað ivaleyst bert ein
stutttíðar avleiðing.
– Um bretar fara úr ES,
kunnu vit vænta eina lut
falsliga skjótari stabiliser
ing í kursinum á teimum
fyritøkum, ið ikki eru so
tengt at gongdini í bretska
búskapinum. Men tað er
torført at meta um, hvussu
verður hjá bretskum fyri
tøku og teirra handilspartn
arum, sigur Páll Oddur Ru
beksen.
Hann er tó sannførdur
um, at vit ikki nýtast at
stúra fyri nakrar alheims
kreppu,
óansæð
úrslitið
hósdagin.
– Tað er í tí styttra tíðar
skeiðnum, at vit fara at
síggja nakrar avleiðingar,
um bretar melda seg úr
ES. Men Bretland er eitt
fíggjarliga sterkt land og
áðrenn vit vita av, so hevur
heimurin stabiliserað seg
aftur. Tá tað er sagt, so
kann tað taka ár, áðrenn
handilssáttmálar hjá Bret
landi koma í rætt lag aftur.
Um Bretland kemur væl frá
eini møguligari loysing, so
er spurningur hvør næsti
spælarin á ES vøllinum
tekur seg úr. Og tá kann man
byrja at seta spurningar
til framtíðina hjá ES, sigur
Páll
Oddur
Rubeksen,
leiðari í íløgudeildini hjá
BankNordik.
barbara@sosialurin.fo
Stendur á jøvnum
Tað er púra javnt millum ja og nei síðuna í skrivandi
stund, tá ið tríggir dagar eru eftir til valið. 44
prosent siga ja, 44 prosent siga nei og 11 prosent
hava ikki tikið støðu.
Tað er spenningur í Bretlandi, nú bert dagar eru
eftir, til framtíðin hjá ES og Bretlandi skal avgerast.
Avleiðingarnar av at fara úr ES eru óvissar, og
fyrimunirnir tað sama, skriva fleiri serfrøðingar
í ensku miðlunum í dag. Tó eru mong á einum
málið um, at tað fer av álvara at merkjast – bæði í
Bretlandi og í øðrum ES londum – um bretar vinka
farvæl til ES samstarvið, sum tey hava verið í síðani
1973.
Veljarakanningarnar í síðstu viku vístu ein tepran
meiriluta til tey, sum vilja fara úr ES, men hesa
vikuna er púra óvist, hvat fer at henda. 11 prosent
hava ikki tikið støðu, meðan 44 prosent eru fyri og
44 prosent eru ímóti.
Valutaspekulantur:
– Svarti miku
dagurin kann
koma aftur
Tað fer at merkjast á
pengapunginum hjá bretum
og á virðinum av pundinum,
um bretar velja at melda seg
úr ES hósdagin. Tað heldur
fíggjarmaðurin George Soros,
sum hevur tjent milliónir orsaka
av valutaspekulatión. - Bretska
pundið fer heilt vist at falla
nógv og skjótt, um “brexit”
síðan vinnir valið, skrivar hann
í týsdagsútgavuni av bretska
blaðnum The Guardian.
Barbara Holm
– Tað fer eisini at fáa
skjóta
og
ógvusliga
ávirkan
á
fíggjarligu
marknaðirnar, á íløgur,
prísstøði og talið av ar
beiðsleysum, sigur hann.
George Soros heldur
enntá, at um bretar vinka
farvæl til ES, so kann tað
gerast ein størri smeitur
fyri bretska pundið, enn
“Black
Wednesday”
–
“Svarti Mikudagurin” –
var í 1992.
Her
byrjaðu
fleiri
valutahandlarar – eisini
George
Soros
–
ein
spekulatiónsdyst
móti
eitt nú The Bank of Eng
land.
Tá vórðu valuta seld
í so stórur nøgdum, at
tað ikki varð sæð fyrr,
og trýstið fekk bretska
tjóðarbankan at niður
skriva pundið.
Bretar máttu síðani
fara úr evropeiska fast
kurs-samstarvinum,
og
George Soros hevur síðani
sagt, at hann forvann sær
áleið eina milliard pund
tann dagin.
Um bretar fara úr ES
hósdagin, ja so heldur
sami George Soros, at ein
svartur mikudagur kemur
aftur orsaka av hesum
sama.
– Eg vænti, at hend
an
niðurskrivingin
verður størri og meira
oyðileggjandi enn niður-
skrivingin á 15 prosent,
sum man sá í september
1992, tá eg var so heppin,
at eg forvann mær eina
stóra upphædd, skrivar
George Soros í bretska
blaðnum.
Sambært honum eru
tað alt ov nógvir bretar,
sum halda, at eitt kvett við
ES ikki fer at raka teirra
privatu fíggjarstøðu.
– Tað er ynskidreymar,
sigur maðurin, sum sam
bært Forbes Magazine er
góður fyri 24.9 milliardir
dollarar.
barbara@sosialurin.fo