Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-21, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. juni 2016síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 22. juni 2016 · Nr. 71 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 BANGIN FYRI AT MISSA 50 MILLIÓNIR ÚR HAVN TÓRSVØLLUR Áki Bertholdsen – Tað verður spennandi at fáa hetta liðugt nú. Tað heldur Heðin Morten­ sen, borgarstjóri. Og tað, sum hann heldur verður so spennandi at fáa liðugt, er Tórsvøllur í Gunda- dali. Býráðið hevur nú sam- tykt, at Tórsvøllur, sum er okk­ara landsstadion, har okk­ara landsdystir í fótbólti verða spældir, nú skal gerast heilt liðugur. Higartil hevur Tórsvøllur kostað 115 milliónir krónur, har av Tórshavnar kommuna hevur rindað 48 milliónir og Fótbóltssambandið hevur rindað 67 milliónir. Heðin Mortensen vísti á, at parturin, Fótbólts­ sam­bandið hevur goldið, er stuðul frá altjóða fót­bólts­ sam­bandinum, og at tað er peningur, sum annars ikki hevði verið brúktur í Før­oy­ um – og so slett ikki í Havn­ ini. Nú er so ætlanin at gera vestursíðuna á Tórsvølli eis­ ini og tað kostar slakar 100 milliónir krónur, har Fót­ bólts­sambandið og komm- unan rinda hvør sína helvt. Kommunan skal rinda sín part í smáum hesi átta árini, frá 2016 til 2023. Sostatt fer Tórsvøllur til­samans at kostað slakar 215 milliónir krónur, tá ið hann verður heilt liðugur í 2019. Og av teimum hevur Fótbóltssambandið sjálvt fíggjað 115 milliónir krónur og Tórshavnar Kommuna restina. – Tá verður Tórsvøllur ein stoltleiki fyri bæði høv­ uðs­staðin og landið, heldur Býráðið. Kunnu missa pengarnar Yvirhøvur halda nógvir býráðslimr, at tað hevur stóran týdning, at Tórsvøllur verður gjørdur beint nú, tí at sum er, fíggjar Fót­bólts­ sambandið helvtina av ar­ beiðnum. Fleiri býráðslimir vísa á, at fella tær 50 milliónirnar, Fótbóltssambandið útvegar í stuðuli uttanlands, ikki niður í Havnini, fella tær niður onkra aðrastaðni í landinum. Teir vísa á, at bæði í Vági, á Tvøroyri, í Vágum og á Toftum eru røddir frammi um at byggja fótbóltshallir og í øllum teimum ætla­n­ un­um er endamálið at fáa burtur av pengunum hjá Fótbóltssambandinum. Verð­ur drálað á, er sostatt vandi fyri, at onnur fara av­ stað við pengununum, held- ur enn at hann fellur niður í Havn, halda fleiri býráðs­ limir. Teir staðfesta samstund- is, hvussu stóran týdning, tað hevur, at Tórshavnar Komm­una ikki missur alla fíggingina frá Fótbólts­sam­ bandinum av hondum. – Ætlanirnar, sum eru frammi kring landið um at byggja fótbóltshallir, byggja allar á at fáa fatur á hasum 50 milliónunum. Men nú fella tær niður í Havnini ístaðin og skapa virksemi í Havn, og tað, vit fáa burtur úr, er ein ógvuliga stórfingin tjóðleikvøllur, heldur Ann­ finn Brekkstein. Býráðslimir vísa eisini á, at Tórshavnar Kommuna fer at fáa 12-13 milliónir inn aftur í skatti øg øðrum inntøkum. Heðin Mortensen sigur, at Tórsvøllur er eisini ein stór inntøkukelda hjá komm­ ununi, helst í sam­bandi við landsdystir, sam­stundis sum at tað fer at skapa nógv arbeiðspláss. Hann vísir á, at hetta er ein íløga fyri ungdómin og komandi ættarlið og tað fegnist er um, sigur borgar- stjórin. Óvirðiligt Helena Dam á Neysta­bø, for­ kvinna í Menta­mála­nevndini er samd í, at tað best at gera Tórsvøll lid­nan, serliga tá ið hugsað verð­ur um alla ta útlendsku fígg­ingina, sum fæst til verk­ætlanina, og ser­ liga tá ið hugsað verð­ur um, at part­urin hjá komm-ununi fellur í smáum. Men hon leggur dent á, at fer arbeiðið ikki gingið eftir vild, so at tað dýrkar, verður tað ikki kommunan, sum kem­ur undir nakra rokning afturat. Men verður verkætlanin hinvegin bíligari, fær komm­ unan helvtin av sparingina. – Tórsvøllur fer at fáa stóran týdning fyri Havnina, tí har er nógv virksemi. Samstundis er tað ein partur av upprunaligu avtaluni við Fótbóltssambandið, at kommunan skuldu vera við at gera Tórsvøll lidnan, og tað hevði verið óvirðiligt at lopið frá avtaluni, ikki minst tí at tað er so nógvur út­ lendskur peningur settur í verk­lagið. Heðin Mortensen, vísti á, at tá ið Tórshavnar Komm­ una hevði rindað helvtina av Tórsvølli, eigur hon eisini helvtina av verklagnum. Men á býráðsfundinum var ivi sáddur um, akkurát, hvat tað er, Tórshavnar Bý­ ráðs so eigur. Eftir uppskotinum til avtalu ímillum Fótbólts­ sam­bandið og Kommununa stend­ur, at kommunan bind­ur seg til at halda áskoð­araplássini. Og tað tulka summi sum um at kommunan so einans fær ræðis­rættin á áskoðara­ pláss­unum, og ikki á øllum innan­dura hentleikunum, hóast kommunan hevur rind­að helvtina av allari verk­ætlanini. Helena Dam á Neystabø sigur, at tí er neyðugt, at býráðið fær eina greiða avtalu um hesi viðurskifti, tí tá ið kommunan hev­ur rindað helvtina av verk­ætl- an­ini, skal hon eisini eiga helvtina av Tórsvølli, eisini av innandura hentleikunum. Og tað samtykti býráðið eisini, at so skuldi vera Halla Samuelsen stað­fest­ ir, at hendan íløgan í Tórs­ vøll skal ikki órógva aðrar byggiætlanir hjá kommun­ uni. Men býráðs­limir stað­ festa, at tað fer hon ikki at gera, tí tað verður goldið í smá­um. Annfinn Brekkstein er stoltur av, at høvuðstaðurin hevur ein leikvøll sum Tórs­ vøll at bjóða fram, tí tað er við til at savna tjóðina. Fáa alt ov lítið fyri pengarnar Men tað eru ikki øll í bý­ ráðnum, sum eru samd í, at tað er rætt at gera Tórsvøll lidnan nú. Býráðslimir í Havn vóru í hørðum orðadrátti um tað, at nú skal Tórshavnar Kommuna brúka 50 milliónir afturat upp á Tórsvøll, og summir býráðslimir vóru ikki sørt speiskir heldur Serliga Jákup Dam og Marin Katrina Frýdal halda, lítið um ætlanina at gera Tórsvøll lidnan nú, tí tey halda, at pengarnir høvdu verið nógv betri farnir til onnur endamál. Tað eru øgiliga fá, sum fáa ágóðan av teimum 50 milliónunum, kommunan nú skal brúka upp á Tórsvøll afturat, halda tey bæði