týsdagur 21. juni 2016síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 22. juni 2016 · Nr. 71
Sosialurin
TÓRSVØLLUR
Hetta fæst fyri
100 milliónir
Áki Bertholdsen
Tórskvøldið samtykti Tórshavnar Býráð at
játta slakar 50 milliónir krónur til at gera
Tórsvøll lidnan fyri. Alt arbeiðið kostar slakar
hundrað millónir, men hina helvtina fíggjar
Fótbóltssambandi.
Og býráðið og Fótbóltssambandið hava gjørt
skjótt av, tí longu í gjáramorgunin skrivaðu
partarnir undir samstarvsavtalu um ætlanina.
Sum tað sæst í hinari greinini her á síðunum,
eru tað summir býráðslimir, sum halda,
at kommunan fær alt ov lítið fyri tær 50
milliónirnar, hon skal brúka upp á arbeiðið.
Tað, sum nú skal gerast, er at gera
vestursíðuna á Tórsvølli, soleiðis at hon nú
verður bundin saman við eystara- og sunnara
skýlið, og tá sita eisini allir áskoðarar undir
taki.
Talan er harumframt um at bøta um
umstøðurnar hjá áskoðarum, spælarum,
fjølmiðlum, dómarum og øðrum, sum hava
tilknýti til dystin.
Men tað, sum heilt ítøkiliga fæst við
útbggingini, sum nú verður farið undir, er, at
200 áskoðarapláss verða gjørd afturat.
Annars verða høli til vaktarhald, tvey
umklæðingarrúm til dómarar, dopingrúm,
tvey umklæðingarrúm til liðini, høli til
tíðindafundir, høli har tað ber til hjá
fjølmiðlum at hitta leikarar og harumframt
verður eisini ein deild ímóti Niðaravølli til
foreldur við børnum. Høli verða eisini til
serligar gestir, sum verða bodnir til dystir,
umframt at sølubúðir verða gjørdar. Og at
enda verða høli til ymisk endamál, eitt nú,
høli, har tað ber til at gista í sambandi við
venjingar.
Býráðið sigur annars, at um tvey ár byrjar
nýggj altjóða kapping fyri landslið, nevnd
Nations League, sum UEFA skipar fyri.
Hendan kappingin verður samstundis
sum vanliga EM undankappingin lið, sum
spæla í henni, kunnu eisini spæla seg til EM
endaspælið.
Sostatt fara í miðal eini fimm - seks
landsdystir at verða spældir um árið, umframt
teir vinadystir, sum verða og hetta krevur, at
spælast kann alt árið.
- Við skýlinum á vestursíðuni er Tórsvøllur
vardur fyri vetrarveðrinum og næsta ár fer
harumframt eisini at bera til at hita sjálvan
vøllin við fjarhita, og tá verða frost og kavi
ikki nøkur forðing.
Marin
Katrina
Frýdal
helt, at eru tað nøkur áskoð
arapláss, kommunan skal fáa
fyri hesar 50 milliónirnar,
eru tey dýrt keypt.
– Eg haldi, at tað er ógvu
liga vági av býráðnum at
fara í holt við Tórsvøll, sam
stundis sum nógvar aðrar
ætlanir eru settar á skrá,
bæði musikkskúli, skúlin á
Fløtum og langhylur, sam
stundis sum at vegirnir eru
uppslitnir og tørvur er á
stórum upphæddum fyri
at fáa kloakkviðurskiftini í
rættlag.
Marin
Katrina
Frýdal
staðfestir, at hetta er ein
íløga, sum kemur ógvuliga
fáum
skattgjaldarum
til
góðar.
– Hví skulu vit brúka 50
millónir uppá nøkur áskoð
arapláss og høli til at taka
landroyndir við í sambandi
við doping, samstundis sum
so ómetaliga nógv liggur á
láni á øðrum økjum, helt hon
speiskliga fyri.
Jógvan Arge, sum eisini
er limur í nevndini fyri Tórs
vøll, men hann hevur ikki
hoyrt hvørki orð ella eið um
hesa útbyggingina, og tað
átalaði hann.
– Fíggingin er eitt stórt
klútateppi, og tá ið parturin
hjá kommununi skal rindast
í smáum, er eitt greitt tek
in um, at býráðið er við at
ovtaka seg við øllum íløg
unum, sum ætlanin er at
fremja.
Hann heldur eisini, at tað
er váðaverk at samtykkja
útbyggingina, áðrenn hon er
projekterað, tí tað merkir, at
ongin veit í roynd og veru,
hvat hetta fer at kosta.
– Vandi er fyri, at tað
verður okkum ein dýr søga,
heldur Jógvan Arge.
Pengarnir brúkast
aðrastaðni
Eisini Jákup Dam heldur, at
hetta arbeiðið á Tórsvølli,
verður betur ógjørt.
– Talan er um rættiliga
nógvar pengar, og eg ivist í,
um vit fáa nakað fyri teir.
Hann staðfestir eisini,
at vanligi skattgjaldarin fer
lítið og onki at fáa burtur úr
hesum 50 milliónunum, tí
talan er um nøkur fá áskoð
arapláss og nøkur serhøli.
– Hetta er skattaborgarans
peningur og hann heldur, at
tað hevði verið nógv betri at
brúkt pengarnar á øðrum
økjum, eitt nú á eldra-
økinum, sum liggur í skelja
sori, og at fólk næstan fylgja
við í andlátunum fyri at vit
um tey ikki fáa pláss á einum
stovni.
Hann vísir eisini á ætl-
anirnar um at bøta um par-
keringina um nýggja skúlan
á Fløtum, um langhylin og
annað.
– Tað eru íløgur, sum
ein stórur skari av fólki
fær gagn av, men borgarin
fær ógvuliga lítið burtur úr
íløguni á Tórsvølli.
Sjálvandi er tað gagnligt,
at peningur kemur uttaneftir
til Tórsvøll, men sum ein,
ið varði av skattaborgarans
pengum, haldi eg, at hesar 50
milliónirnar eru illa farnar í
áskoðarapláss og pisshús til
doping, sum Jákup Dam, helt
fyri, líkasum fyri at skera tað
út í papp.
Hann heldur, at vit hava
ein góðan Tórsvøll, sum er,
og at hetta er ikki rætta løtan
at brúka meiri pengar upp á
hann.
Tá
ið
avtornaði
varð
niðurstøðan, at uppskotið
varð samtykt við tað, at 10
býráðslimir atkvøddu fyri.
Teir vóru Heðin Mortensen,
Elin Lindenskov, Bjørghild
Djurhuus, Helena Dam á
Neystabø,
Sigrún
Mohr,
Tróndur Sigurðsson, Halla
Samuelsen, Bogi Andreasen,
Annfinn
Brekkstein
og
Sjúrður Olsen.
Jákup Dam og Marin
Katrina Frýdal úr Tjóðveldi
atkvøddu ímóti og Jógvan
Arge atkvøddi blankt, tí
hann heldur, at tað er ov
stórur ivi um, hvat arbeiðið
fer at kosta.
aki@sosialurin.fo
SÍÐSTA BYGGISTIG
Soleiðis fer Tórsvøllur at síggja út, tá ið hann er heilt liðugur í 2019. Hann verður ein stoltleiki fyri Havnina
ogf fyri alt landið, halda summir býráðlimir. Síðsta byggistig, sum farið verður undir nú, kostar Tórshavnar
kommunu 50 milliónir, men summir býráðslimir halda, at tær eru mestum tveittar burtur