Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-21, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. juni 2016síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 22. juni 2016 · Nr. 71 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Árni Gregersen Risastórar avbjóðingar liggja fyri framman, skal føroyska sam felagið vera brynja til komandi árini. Politiska skipanin er væl greiðir yvir hesi viður­ skiftini og hevur sett ein pen sjóns bólk at arbeiða við pensjónum, ein bólk at arbeiða við menningarætlan fyri sjúkrahúsverkið og so sjálvandi bólkin, sum skal gera uppskot til fiski vinnu­ ný skipanina. Øll hesi trý málini fylla nógv. Stutt sagt er fiskivinnan grundarlagið undir, at vit búgva í Føroyum, hóast bú­ skap ar frøðingar stundum siga, at hetta ikki er so, men at tað er nóg mikið at vit klippa hvør øðrum. Tí er tað avgerandi at vit politiskt fáa skil á føroysku høvuðs vinnuni. Eitt annað mál, sum ger at føroyingar ikki bara flyta av landinum er, at vit vanliga hava eitt heilsuverk, sum virk­ ar á nøkulunda sama støði, sum heilsuverkini í hin um norðanlondunum. Triðja stóra málið, sum er frammi nú er pen sjóns­ skipanin. Ferð eftir ferð er sagt, at skal haldføri fáast í føroyska búskapin, so má ein pensjónsskipan gerast, sum tryggjar hetta haldføri. Onki er at ivast í, at skulu pengar finnast til hini bæði økini, so er neyðugt at trygg­ ja, at vit fáa sum mest burt­ ur úr tí tilfeingi, sum vit ráða yvir og eiga. Við øðrum orðum má politiska skipanin trygg ja, at ein javnvág fæst millum vinnuna og hennara vinning og so tað al menna, sum skal fíggja væl ferð ar tæn astur nar. Ligið sjóvarfallið av sær Uttan mun til, hvat fer at henda við fiskivinnuni nú, so hevur politiska skipanin við atgerðarloysi ligið sjóvar fallið av sær. Ein fiskivinnu ný skip an skuldi verið gjørd fyri fleiri ár um síðani, men í staðin fyri valdi politiska skipan in at rulla hendan trupul leika undan sær til vit í dag bert hava hálvtannað ár eftir til øll fiskiloyvir enda aftur hjá landinum. Politisku flokkarnir hava ikki megnað at gjørt sær mynd ir av, hvussu teir vilja hava fiskivinnuna skipaða. Tí er hetta arbeiðið komið so stutt. Samgongan, sum tok við hálvan september í fjør, hev­ ur nú sett sær fyri at loysa hendan spurningin. Ein bólkur er settur at gera uppskot til eina skipan, sum skal koma í gildi 1.januar 2018 – í hvussu so er partvís. Johnny í Grótinum, bú­ skap ar frøðingur og stóri á landssjúkrahúsinum, er formaður í bólkinum. Bólk­ urin hevur munnkurv frá lands stýrismanninum við fiskivinnumálum, so form liga frættist onki um hvussu tað gongur. Óformliga vita vit, at bólkur in í løtuni gongur í tveim um, umframt at tað eru limir í bólkinum, sum hava vítt gangandi hugsanir um hvussu skipanin skal síggja út eftir 1.januar 2018. Tveir fylgibólkar eru eisini settir – annar er politisk ur og hin umboðar vinnu na. Teir eru higartil inn kall­ aðir tvær ella tríggjar ferðir og teirra fatan er, at bólkurin, sum skal gera uppskotið til nýskipan, ongan veg er kom in. Egna fyri seg sjálvan Sitandi samgonga hevur sett sær fyri at býta virðini í samfelagnum øðrvísi enn gjørt er higartil. Tað kann sigast so stutt sum, at fyri at onkur skal fáa meira í posan, so skal onkur annar fáa eitt sindur minni. Tosið um, at kakan skal veksast, so øll fáa meira, er ikki tað sama sum, at virðini skulu býtast á ein annan hátt. Hesar útmeldingar eru greiðar, men tær gera sjálv­ andi eisini, at tey sum fáa mest í dag, halda fast og ikki vilja lata nakað frá sær til onnur. Tí sigur tað seg sjálvt, at í tí arbeiði, sum fer fram í arbeiðsbólkinum egna tey flestu fyri seg sjálvan. Og tá ið sagt verður fyri seg sjálvan, so vil tað siga fyri tey, sum hesi umboða í bólkinum. At áhugin fyri hvar ágóð­ arnir enda eru ymiskir, sig ur seg sjálvt. Ongin av teim um, sum hava fingið væl burt ur úr seinastu árini, er sinnað ur til av sær sjálvum at lata onnur fáa burturav vinn inginum. Soleiðis eru vit sum menniskju. Politiska skipanin er vald at taka avgerðir í slíkum spurn inginum, men tað verð­ ur eisini torført. Her kem­ ur stríðið millum høgra og vinstra greitt fram. Meðan høgrasíðan í stóran mun heldur, at peningurin skal gagna vinnuni og gera vinnu na sterka, so heldur vinstra síðan, at ágóðin av at sleppa at gagnnýta ogn Føroya fólks í størri mun eigur at koma fólki num til góðar aftur. Tað er hesin spurningur, sum fiskivinnubólkurin ar­ beið ir við – og sum Løg ting­ ið noyðist at taka støðu til í heyst. FISKIVINNAN HEITASTA POLITISKA MÁL Í HEYST Nýggja fiskivinnuskipanin verður heitasta politiska málið, sum Løgtingið fer at viðgera í heyst Sirið Stenberg, Tjóðveldi, landsstýriskvinna við heilsumálum, hevur sett ein bólk, sum kemur við einari menningarætlan av heilsuverkinum 28.juni Jónleif Johannesen er formaður í tingbólkinum hjá Javnðarflokkinum Annita á Fríðriksmørk er formaður í tingbólkinum hjá Tjóðveldi