Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-21, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. juni 2016síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Sosialurin STØRV VARALEIÐARI TIL TÓRSHAVNAR MUSIKKSKÚLA Vilt tú seta dám á og ynskir tú at vera partur av leiðsluni í einum týðandi stovni í føroyska tónleika- og mentanarlívinum – so er hetta møguliga starvið til tín! Starvið sum varaleiðari í Tórshavnar Musikkskúla er leyst at søkja við starvs­ byrjan 1. august 2016 ella eftir nærri avtalu. Visjónin hjá Tórshavnar kommunu er m.a., at okk­ a ra høvuðsstaður er virkin og vakin, herundir virkin við nýggjum og menn andi útbúgvingartilboðum, og at høvuðsstaðurin er livandi við upplivingum og avbjóðingum. Tórshavnar Musikkskúli er týdningarmikil liður í mentanarlívinum í høvuðsstaðnum og bjóðar tónleika undirvísing til børn og ung á høgum fakligum stigi í eini røð av ljóðførum og sangi. Ha­ rumframt er Tórshavnar Musikkskúli virkin kveikja ri og samstarvspartur í eini røð av verkætlanum og til tøkum á føroyska mentanar pallinum. Musikkskúlin Tórshavnar Musikkskúli er ein kommunalur stovnur innan mentamálaøkið í Tórshavnar kommunu, umframt partur av før­ oysku musikkskúlaskipani­ ni hjá Mentamálaráðnum. Endamálið hjá Tórs­ havnar Musikkskúla er at menna musikalsku gávur næminganna, at vekja ans fyri tónleiki, at leggja støði undir eitt ríkt tónleikalív og skipa fyri konsertum. Yrki skúlans fer fram í samarbeiði við heim, skúla, tónleikafelagsskapir og stovnar innan menta­ og skúlaøkið. Tórshavnar Musikkskúli veitir grundútbúgving og miðnámsútbúgving í san­ gi og/ella instrumental­ undir vísing, í samanspæli, í orkesturspæli og kórsan­ gi. Støðið í undirvísingini verður tikið í kunnleika­ num um tónleik í breiðum høpi, og um nýggjar og gamlar framburðarhættir innan tónleikin. Harafturat skipar skúlin fyri næ­ mingaframførslum. Umframt at vera ein blómandi skúli, er Musikk­ skúlin eisini vakstrarhús hjá børnum og ungum, sum í framtíðini fara at mynda tónleikalívið í høvuðs staðnum. Tórs­ havnar Musikk skúli stendur fyri serstakari miðnámsútbúgving, hvørs endamál m.a. er at geva framkomnum næmingum eitt skipað undirvísingar­ tilboð á miðnámsstigi, og at fyrireika evnaríkar næming ar til fram­ haldslestur á lærdum tónlistaskúla. Í skúlanum eru um­ leið 600 næmingar og 40 tilknýttir yrkislærdir lærarar í full­ ella part­ tíðar størvum, umframt starvsfólk í skrivstovu­ og tænastufunktión. Lærarar verða settir av Mentamálaráðnum eftir tilráðing frá musikkskúla­ leiðaranum. Skúlin húsast á Frúutrøð, í Skansastovu Yviri við Strond, umframt aðrastaðni í býnum, og virkar í tøttum sam­ starvi við aðrar stovnar innan menta­ og undir­ vísingarøkið. Lesið meiri um skúlan á www.tm.fo Knýtt at skúlanum er eisini ein musikkskúla­ nevnd við 5 nevn­ darlimum til nevndir av Tórshavnar býráð. Nevndin arbeiðir m.a. fyri góðum korum hjá musikk­ skúlanum, miðar eftir at vekja ans fyri tónleiki og arbeiðir sum heild fyri áhuga málum musik­ kskúlans. Starvið Varaleiðarin skal átaka sær, saman við leiða­ ranum at ráðleggja og at sam skipa virksemið í skúlanum. Harumframt eru ymiskar fyrisitingar­ ligar uppgávur, eitt nú fíggjarstýring og verkæt­ lanarleiðsla. Førleikakrøv og útbúgving Søkt verður eftir vara­ leiðara, sum hevur hug og hegni at verða partur av leiðsluni í Tórshavnar Musikkskúla og har­ við mynda skúlan sum týðandi og framsóknan útbúgvingarligan og mentanar ligan stovn. Varaleiðarin skal duga væl at samskifta í skrift og talu, hava góð samstarvs­ evni og vera fyrikomandi. Dentur verður lagdur á, at varaleiðarin er kveikjandi og hevur hugsjónir um fakliga og námsfrøðiliga menning. Harumframt er viðkomandi hjá umsøkjara at hava skil fyri fyrisiting og fíggjarstýring. Umsøkjarar skulu hava viðkomandi hægri út búgv ing í tónleiki ella aðra samsvarandi útbúgv­ ing. Fyrisitingarligar roynd ir eru ein fyrimunur. Lønar- og setanartreytir Starvið er hálvtíðar starv, ið verður lønt sambært stigi 46 í tænastumanna­ sáttmálanum, tó uttan at vera tænastumannastarv. Varaleiðarin hevur tilvísing til leiðaran í Tórshavnar Musikkskúla. Meiri fæst at vita Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Andreu Heindriks­ dóttir, musikkskúlaleiðara, andrea@torshavn.fo tlf. 513312 ella Sigurð Ó. Vang, mentanarleiðara, sigurd@torshavn.fo tlf. 302010 Umsókn saman við upp­ lýsingum um útbúgving og royndir verða at senda til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 1. juli 2016 kl. 12.00. ØKISPEDAGOGUR TIL DAGRØKTINA Í RUNAVÍK Runavíkar kommuna søkir eftir økispedagogi 25 - 30 tímar um vikuna, at byrja 15.08.2016 ella eftir nærri avtalu. Í dagrøktarskipanini eru 50 børn í aldrinum 0 til 3 ár. 16 dagrøktarar eru í starvið hjá Runavíkar kommunu. Sum økispedagogur kemur tú at arbeiða tætt saman við leiðaranum. Høvuðsinnihaldið í starvinum er at vitja dagrøktarheim og spælistovu, at eygleiða, veita ráðgeving og hava eftirlit. Dagrøktarleiðslan heldur til í Barnalonini, ið er spælistovan hjá dagrøktini. Umsøkjari við aðrari viðkomandi útbúgving kann verða settur í fyribilsstarv, um námsfrøðingur ikki søkir starvið. Nærri fæst at vita um starvið á www.runavik. fo, ella við at tosa við dagrøktarleiðaran á tlf. 228594. NÁMSFRØÐINGAR TIL DAGSTOVNIN VIÐ STÓRÁ Søkt verður eftir einum námsfrøðingi til 24 tíma viku og einum námsfrøðingi til 20 tíma viku at byrja 15.08.2016. Dagstovnurin liggur í Rituvík og er frítíðarskúli fyri børn í forskúla, 1 og 2 flokki. Størvini eru tiðaravmarkað frá 15.08.2016 til 14.07.2017. Arbeiðstíðin er skiftandi ímillum kl 11:00 – 17:00, tó ímillum kl 07:30 og 17:00 teir dagar skúlin hevur frí. Nærri fæst at vita um størvini á www.runavik. fo, ella við at tosa við Jørgin Olsen, leiðara tlf. 216630. Lønar og setanartreytir Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya á lønarstigi 11-19. Umsóknir Umsókn við avriti av prógvi og møguligum viðmælum og royndum skal verða Runavíkar kommunu, í hendi í seinasta lagi mikudagin 6. juli 2016  kl. 12.00, viðmerk: umsókn til “Dagrøktina” ella “Stórá”. Leys størv í Runavíkar kommunu Runavíkar kommuna Heiðavegur 26 600 Saltangará runavik@runavik.fo Víst verður til heimasíðuna hjá Runavíkar kommunu www.runavik.fo Keypssamtøkan í Vágum FK í Vágum sóknast eftir Handils lærlingi til deildina í Miðvági at byrja 11. juli ella eftir nærri avtalu Krøv um útbúgving · FHS - 3 ára lærutíð · HH - 2 ára lærutíð · Student ella HF - 2 ár og 18 vikur Vit bjóða einum drongi ella einari gentu, við dirvi og áræði, eina útbúgving undir skipaðum viðurskiftum, í einum handli, sum lív er í Arbeiðstíð: 40 tímar um vikuna. Nakrar ferðir í lærutíðini verður farið á skeið í Danmark Okkara krøv: Tú skalt vera fyrikom andi, kundavinarlig/ur, røkin, hevur góð sam- starvsevni Løn: Sambært S&K sáttmálanum Aðrir upplýsingar fáast við at ringja til 660061 ella 221130 og spyrja eftir Álvi Samuelsen Umsókn: Skrivlig umsókn, merkt Lærlingur, skal í seinasta lagi 2. juli 2016, saman við próvtøkuskjali send ast til FK Vágar FO 370 Miðvági Att.: Álvur Samuelsen Tel 66 00 61 - 22 11 30 ella sum teldupostur til: as@fk.fo www.gevidblod.fo