týsdagur 21. juni 2016síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mikudagur 22. juni 2016 · Nr. 71
Sosialurin
STØRV
Um Almannaverkið
Fleiri enn 750 starvsfólk úr 16 ymsum starvsbólkum hava sín gerandisdag í Almannaverkinum. Yrkisdugnaskapur er undirstøðið
undir allari tænastuni hjá stovninum og Almannaverkið leggur alstóran dent á samstarv tvørtur um fak, nýhugsan og menning
av arbeiðsgongdum. Almannaverkið vil gera mun við bestu og mest framkomnu sosialu tænastunum.
Stovnurin veitir búpláss og sernámsfrøðiliga viðgerð til børn við autismu í
einum tryggum og skipaðum umhvørvi. Nýggi stovnurin er partur av Eind
3, sum savnar tænastur til børn, ung og vaksin við autismu í
Suðurstreymoy. Talan er um sambýli, frítíðartoymi, mentortoymi,
umlætting og stuðul.
Arbeiðsuppgávur
Eitt toymi av eldhugaðum starvsfeløgum skal bjóða børnunum
upplivingar og arbeiða miðvíst við at menna sosialu førleikarnar, saman
við javnlíkum, útfrá eini virkisætlan, har støði verður tikið í einstaka
barninum.
Vit brúka boardmaker, pecs, pedagogiska massagu og eina kognitiva
viðurkennandi námsfrøði við denti á tilfeingið hjá barninum.
Børnini mugu fáa neyðugan stuðul og umsorgan skulu tey fáa ein
tryggan, skipaðan og mennandi gerandisdag. Nøkur av børnunum kunnu
hava ein harðligan atburð, sum krevur at starvsfólkið rúmar bæði atburði
og barni, skal barnið kenna seg í tryggum hondum.
Starvið
Størvini eru 40 tímar um vikuna í skiftandi dag-, kvøld, náttar- og
vikuskiftisvaktum.
Førleikakrøv
Útbúgving sum námsfrøðingur, ergoterapeutur ella onnur námsfrøðilig
útbúgving kann vera ein fyrimunur, men er ikki ein treyt.
Væntanir
Eldhugur og námsfrøðiligt innlit í avbjóðingarnar hjá børnum við
autismuórógvi eru neyðugir førleikar. Umframt eginleikan at rúma
børnum, sum hava ein harðligan atburð, ynskja vit umsøkjarar við hugi og
hegni at arbeiða við børnum, har dentur verður lagdur á at styrkja
samskiftið. Vit vænta, at umsøkjarar eru væl fyri sálarliga, likamliga og
fakliga, hava koyrikort og vanligar KT-førleikar.
Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarøkið er Almannaverkið og tænastan í Eind 3 í Trivnaðardeplinum
TDS. Starvsfólk mugu tola broytingar og umskipanir í starvinum. Løn
sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag ella
avvarðandi fakfelag við samráðingarrætti á økinum.
Onnur verða lønt sum hjálparfólk sambært sáttmálanum við Føroya
Pedagogfelag.
Umsókn
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, cv, viðmælum v.m. skal sendast
til starv@av.fo ella til Almannaverkið, Smyrilsvegur 20, Postsmoga 3096,
110 Tórshavn. Viðmerkjast skal „Umsókn Eind 3”.
Freist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 04.07.2016 kl 12.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Poulu Djurhuus,
eindarleiðara, telefon 297415 ella Elisabeth Christiansen, leiðara á
telefon 297414.
STARVSFÓLK TIL NÝGGJAN STOVN FYRI BØRN VIÐ
AUTISMU Í TÓRSHAVN
Almannaverkið søkir eftir starvsfólkum til nýtt bú- og viðgerðartilboð til børn við autismuórógvi at byrja 1. august ella
eftir nærri avtalu