Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-21, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. juni 2016síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 22. juni 2016 · Nr. 71 22 Sosialurin STØRV Starvsfólk til Verkhúsið Virkni í Tórshavn Um starvið Á Verkhúsinum Virkni er 1 starv á 32-40 tímar um vikuna leyst at søkja. Arbeiðstíðirnar eru gerandisdagar í dagtímunum. Starvið verður sett frá 8. august 2016 ella eftir nærri avtalu. Setunarøkið er Almannaverkið við tænastu í løtuni í Trivnaðardeplinum, eind 9. Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 27.06.2016 kl 12.00 Almannaverkið søkir starvsfólk av.fo>Leys størv Sí lýsingina á heimasíðu okkara: NÝGGJ Í STARVI NÝSETT STARVSFÓLK Finn skal stýra Tvøroyrar skúla Landsstýriskvinnan í menta­ málum, Rigmor Dam, hevur sett Finn Thomsen í starvið sum skúlastjóri í Tvøroyrar Skúla. Finn  Thomsen er 59 ára gamal. Hann tók lærara­ prógv í 1982, umframt at hann m.a. hevur tikið skeið innan leiðslu­menn­ ing.  Finn  Thomsen hev-ur øll árini starvast í Tvør- oyar Skúla, fyrstu árini sum lærari, og frá 1992 hev­ur hann verið partur av leiðsl­ uni í Tvøroyrar Skúla. Finn hevur starvast sum deildarleiðari í Trongis­ vágs  Skúla  frá 1998 – 2009, tá hann var fyribilssettur sum varaskúlastjóri í  Tvør­ oyrar  Skúla  fram til au­ gust 2012, tá hann var sett­ ur sum varaskúlastjóri í Tvøroyrar Skúla. Finn  tekur við starvin­ um sum  skúlastjóri í  Tvør­ oyrar Skúla 1. august 2016 at rokna. Nomi nýggjur stjóri í Vestmanna Skúla Tað verður 54 ára gamla Nomi Jacobsen, ið verð­ur nýggjur stjóri í Vest­manna skúla. Tað boðar Menta­ málaráðið frá í tíðindaskrivi.  Tað er landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, ið hevur sett Nomi Jacobsen í starv. Nomi Jacobsen er 54 ára gomul. Hon tók lærara­ prógv í 1989, umframt at hon m.a. hevur tikið Diplom­ út­búgving í sernámsfrøði, skeið í leiðslu og er ávegis við Diplom­útbúgving í leiðslu. Nomi Jacobsen hevur eft- ir lokna læraraútbúgving øll árini starvast í fólka­skúl­ anum, fyrstu árini sum eina­ lærari, eitt skifti sum lærari og síðan fyri tað mesta sum fyrstilærari. Hon hevur m.a. verið fyrstilærari í Norð- skála-Oyrar Skúla síðan 2010 og fram til januar í ár, tá hon var sett sum virkandi skúla- stjóri í Vestmanna Skúla. Nomi tekur við starvinum sum skúlastjóri í Vestmanna Skúla 1. august. Leys størv á Landssjúkrahúsinum Leiðandi yvirlækni til Medisinska depilin Umsóknarfreist 1. juli 2016 kl. 12.00. Anestesisjúkrarøktarfrøðingur, vikar Umsóknarfreist 25. Juni 2016 kl. 12.00 Kost og góðskuleiðari til køkin Umsóknarfreist 27. Juni 2016 kl. 12.00 Skrivstovulærlingur til Uttanlandstænastuna Umsóknarfreist 6.juli 2016 kl. 12.00 Sjúkrarøktarfrøðingur til B6 Umsóknarfreist 6.juli 2016 kl. 12.00 Kliniskur útbúgvingarsamskipari til sjúkrarøktarfrøðilesandi á sjúkrahúsverkinum Umsóknarfreist 15. Juli 2016 kl. 12.00 Les meira á www.ls.fo Námsfrøðingur til Brúsa í Leirvík Søkt verður eftir 1 námsfrøðingi at byrja 08. august 2016. Talan er um eitt starv á 25 tímar um vikuna. Lønar- og setanartreytir Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Umsóknir Umsóknir við avriti av prógvi og møguligum viðmælum skulu sendast til: Eysturkommuna Kulibakki 8 520 Leirvík ella eystur@eystur.fofo Umsóknarfreistin er: fríggjadagin, 24. juni 2016 kl. 12.00. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Jóhonnu Vest, leiðara á telefon 73 00 41 Um eingin námsfrøðingur søkir, kann hjálparfólk verða sett ístaðin í tíðaravmarkað starv. Vága kommuna søkir eftir náms­ frøðing um til Sóljugarð Vága kommuna søkir eftir námsfrøðingum til barsils far loyvis størv, til Sóljugarð, galdandi frá ávíka vist 8. August, 26. August og 6. Oktober. Møguleiki er fyri at halda áfram, sum námsfrøðingur aftaná farloyvistíðina. Eisini verður søkt eftir avloysarum undir sjúku og tá annars tørvur er á tí. Meiri fast at vita á okkara heimasíðum www.soljugardur.fo og www.vaga.fo . Eisini ber til at venda sær til Helenu Skarðenni, leiðara í Sóljugarði, á tlf. 794456 ella 344450. Umsóknir, saman prógvum, royndum og viðmælum, skulu vera Vága kommunu, Hammershaimbsvegur 1, 360 Sandavágur, í hendi í seinasta lagi mikudagin 6. juli, kl. 12.00 Viðmerk á brævbjávan: “Umsókn um starv”. Um Námsfrøðingur ikki søkir, verður hjálparfólk fyribils sett.