týsdagur 21. juni 2016síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 22. juni 2016 · Nr. 71
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur Arge
B36 skal komandi týsdag
spæla ein av størstu dystun
um í hesum kappingarári
num, tá mótstøðan er malt
esiska meistaraliðið Valetta í
Champions League kapping
ini. Tað vísur seg nú, at bæði
ferðing og gisting er ein risa
avbjóðing fyri FM vinnarar
nar.
Lutaksatið var mánadag
in og tað merkir, at tað bara
eru fimm ella seks dagar frá
at B36 kendi sítt mótstøðu
lið, til at hópurin skal av
landinum.
– Soleiðis er tað á hvørjum
ári. Skotbráið er alt ov stutt,
tá tað er hásesong bæði
her og í Malta, sigur Magni
Mouritsen,
ið
samskipar
ferðingin hjá B36.
Fara fríggjadagin
Sum støðan er í løtuni, so
ferðast hópurin til Malta
umvegis Edinburgh í Skot
landi og London í Onglandi.
Ferðin byrjar longu fríggja
morgunin, og tí er dysturin
móti NSÍ framskundaður til
hóskvøldið. Í løtuni verður
eisini arbeitt við at fáa eina
venjing í lag í Skotlandi.
Tað er ein stór avboðing
at fáa kabalina at ganga
upp, tí flogførini hjá Atlantic
Airways eru bookaði, og
gistingarhúsini á Malta eru
somuleiðis bookaði.
– Vit hava kannað alt
og hava havt fleiri bóltar í
luftini. Vit høvdu ynskt at
flogið beint til Malta, men
tað eru ongi flogfør tøk og
tað kostar ov nógv at leiga
ein flúgvara í dag, sigur
Magni Mouritsen, ið hevur
roynt hesa støðuna fyrr.
– Eg havi gjørt hetta í
nógv ár og tað er sama søga
hvørja ferð. Tað er bara at
sláa kalt vatn í blóðið og
síggja positivt upp á tað,
sigur ferðasamskiparin hjá
B36.
NSÍ hevur játtað at flyta
landskappingardystin móti
B36, so hann verður spæld
ur hóskvøldið heldur enn
fríggjakvøldið í hesi vikuni.
Valetta eisini
trupulleikar
Tað er ikki bara B36, sum
hevur stórar trupulleikar við
ferðing og gisting. Mótstøðu
liðið hjá B36, maltesiska
meistaraliðið Valetta, skal
um
tvær
vikur
ferðast
hendan vegin. Tað er eisini
ein stórur trupulleiki.
– Tú kanst ímynda tær
hvussu støðan er í Valetta,
sum skal ferðast hendan
vegin
í
hásesong,
sigur
Magni Mouritsen.
Tað
eru
ikki
nógv
gistingarpláss
eftir
í
Føroyum og sum skilst, so
hevur maltesiska liðið givið
ilt av sær, tí teir ikki fáa
nakað gistingarpláss. Millum
annað skulu teir hava verið í
samband við UEFA fyri at fáa
dystin fluttan til Danmarkar.
FSF má siga frá
Í B36 hava tey ilt við at
skilja, hví tað skal vera so
stutt millum lutakastið og
fyrsta dystin. Sum í hesum
førinum, so skal B36 á flog
longu fimm til seks dagar
eftir lutakastið til eitt land,
sum livir av ferðafólki um
summarið.
– Vit duga ikki at skilji
hví UEFA ikki kann hava
lutakastið fyrr. Tað hevur
longu verið greitt í tríggjar
vikur hvørji liðini eru. So hví
ikki bara hava lutakastið tá,
sigur Magni Mouritsen og
vísir á, at tað er ein væl størri
trupulleiki
fyri
smærru
feløgini í evropesiska út
jaðarinum.
– Tað er ikki ein trupulleiki
fyri liðini í meginlandinum,
tí har er lætt at ferðast í
millum. Her í útjaraðrium er
Eyðun
Klakstein,
venj
ari hjá B36, er greiður
yvir at grundin undir at
vinna seg víðari, er eitt
gott úrslit á útivølli. B36
hevur
roynt
at
spælt
tekniskan álopsfótbólt í
landskappingini
seinnu
árini, men í ár hevur
ikki gingist eins væl í
álopspartinum. Nú verður
stílurin broyttur nakað til
dystin á Malta, har úrslitið
er tað týdningarmesta.
– Hetta er eitt gott høvi
at skifta stíl, tí spælararnir
eru meiri taktist nærlagdir
í Evropa. Á Malta snýr tað
seg um, at fáa eitt gott
úrslit. At halda teimum
vekk frá málinum, og so
lúra í álopinum. Fyrst og
fremst snýr tað seg um, at
fá eitt gott útgangsstøði til
returdystin, sigur Eyðun
Klakstein.
Hann
ásannar
at
álopsparturin ikki hevur
verið eins góður og í fjør,
men vísir samstundis á,
at verjuparturin er tað
týdningarmesta til hendan
dystin.
– Eg havi góðar vónir
at spæla á Malta. Eg haldi
eisini at fundamentið er
gott. Tað er ongin dystur,
har vit tapa greitt ella vera
sendir umkoll. Trupulleikin
er, at vit ikki fáa málini,
men liðið skinklar ikki.
Tað er tað týdningarmesta
til ein útidyst í Evropa,
og tí havi eg gott mót til
hendan dystin, sigur Eyðun
Klakstein.
Í
fjør
skoraði
B36
í
øllum
dystunum
í
landskappingini,
meðan
teir í ár ikki hava skorað í
seks av 15 teimum fyrstu
dystunum. Hinvegin, so er
verjupartur betri enn í fjør.
Liðið hevur í ár higartil
latið 14 mál inn í mun til 16
í fjør.
– Í løtuni seta vit okkum
inn í hvat Valetta er fyri eitt
lið. Teir eru styrkismettir
hægri enn vit, men ikki so
nógv at vit ikki kunnu fáa
eitt gott útslit móti teimum,
sigur Eyðun Klakstein.
Dysturin á Malta verður
týskvøldið 28. juni, meðan
returdysturin verður eina
viku seinnu.
trondur@sosialurin.fo
FARA EFTIR ÚRSLITINUM
EIN AVBJÓÐING
Á ØLLUM
ØKJUM
FÓTBÓLTUR
CHAMPIONS LEAGUE:
Ferðing og gistin er ein so stór avbjóðing fyri B36,
sum skal spæla Champions League í Malta komandi
týsdag. – Skotbráið er alt ov stutt, sigur Magni
Mouritsen, ið mælir til at fáa lutakastið avgreitt
fyrr. Venjarin fer bara eftir úrslitinum hesaferð