Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-21, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. juni 2016síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 22. juni 2016 · Nr. 71 FÓTBÓLTUR væl torførar. Eitt felag sum B36 hevur heldur ikki ráð at leiga eitt flogfar uttan víðari. Tað er hetta serliga torført hjá okkum, ið eru í fyrsta umfari í undankappingini, sigur Magni Mouritsen og vísir á aðrar umstøður, ið hann hevur upplivað og sæð í føroyskum fótbólti. – Ímynda tær, at tú skal til eitt nú Hvíta­russlands ella Armenia og skal hava út­lendskar spælarar við. Teir skulu hava visum og inn­fara­ loyvi. Tað hava vit upplivað fyrr, vísir Magni Mouritsen á. Hann hevur eini ráð til fót­bólts­sambandið og tað er at siga frá á røttum stað. – Fótbóltssambandið má gera vart við trupulleikan á røttum stað. Vit eru lítil í al­ tjóða samanhangi, men tað er vónleyst at vit hava fimm dagar at fyrireika eina slíka ferð. Tað er ítróttarliga betri at spæla á heimavølli í seinna dystinum, men fyri ferðing er tað nógv betri at hava útidystin sum seinna dystin, vísur Magni Mouritsen á. Hvørt summar koma fýra feløg hendan vegin í sam­ band við Champions League og Europa League. Soleiðis er eisini í ár. Spurningurin er so um vit klára at húsa teimum? trondur@sosialurin.fo TÓRÐUR FINGIÐ STAÐFEST GIKT Málverjin hjá B36 verður ikki við til Champions League dystirnar móti maltesiska Valetta. 30 ára gamli málverjin hevur fingið staðfest gikt og verður ikki tøkur í ein mánað fyribils. – Eg havi verið skaddur í fótliðunum í næstan tveir mánaðir. Eg havi ikki vant og bara spælt dyst, men nú sigur kroppurin stopp, sigur Tórður Thomsen og leggur afturat: – Eg havi fingið stað­fest gikt. Liðir hovna brád­ liga, sum ger at eg ikki fái vant fótbólt í løtuni. Serliga fótliðini gera, at eg fái illa sett av og illa skotið ein bólt, greiðir Tórður Thomsen frá. Málverjin skal nú halda steðg í ein mánað og verður tískil ikki við, tá B36 skal út í Evropa at spæla Champions League. – Eg havi tosað við venjaran og B36. Teir hava givið mær ein mánaða frí. Eg eri byrjaður at taka heilivág, og tað riggar um tríggjar til fýra vikur. Tá burdi eg verið fult klárur at vant aftur, sigur Tórður Thomsen. Góð útlit vóru undan lutakastinum fyri at øll tey føroysku liðini fingu eitt hampuligt lutakast, har NSÍ skuldi vera ótrúliga óheppið um teir skuldu trekkja FC Shaktyor Soligorsk úr Hvítarusslandi. Men ótrúligt nokk trektu teir júst hvítarussiska liðið, sum er ein væl størri biti fíggjarliga enn hjá HB og Víkingi, av tí at túrarnir hjá teimum eru styttri enn tann hjá NSÍ. Ikki ætlaða mótstøðan Sonni Lamhauge Petersen, formaður í NSÍ, greiðir frá, at FC Shaktyor Soligorsk var ikki tað mótstøðuliðið, sum NSÍ hopaði uppá at fáa undan lutakastinum. Hann sigur tó, at felagið ikki fer at spara til túrin við at senda færri leikarar avstað. Útgangsstøðið hevur alla tíðina at verið at minst 18 mans vera sendir avstað til Europa League uppgávuna, og tað verður tað eisini hóast túrurin gongur til Hvítarusslands. Sonni L. Petersen sigur, at størsti trupulleikin við at ferðast til Hvítarusslands er, at tað krevst serligt visum fyri at sleppa inn í Hvítarussland. Hóast tað sum vanligt ikki er nakar trupulleiki at fáa visumið sum talan er um, kann tað taka rímuliga langa tíð at fáa skrásett. NSÍ spælir fyrsta dystin á heimavølli tann 30 juni, meðan annar dysturin verður spældur í Soligorsk í Hvítarusslandi tann 7 juli. HB og Víkingur HB skal til Estlands at møta Levadia Tallinn, meðan Víkingur skal til Lettlands, har teir møta Ventspils. Ventspils hevur fyrr verið í Føroyum og spælt. Teir spældu í 2004 móti B68, meðan teir í 2006 spældu ímóti GÍ. Dystirnir í fyrsta umfari av Europa League verða spældir 30. juni og 7. juli. Dystirnir fyri tey føroysku liðini: Levadia Tallinn – HB NSÍ – FC Shaktyor Soligorsk Ventspils – Víkingur EUROPA LEAGUE LUTAKASTIÐ: MARRULUTAKAST FYRI NSÍ