Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-23, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. juni 2016síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. JUNI 2016 SOSIALURIN 72 4 FRÍGGJADAGUR LEYGARDAGUR SUNNUDAGUR 0-5 m/s 2-7 m/s 5-10 m/s 13 m/s Fríggjadagin lot til andøvsgul av ymsum ættum, undir 5 metrar um sekundið. Turt og sól, ella sólglottar av og á, men mjørki onkustaðni. Leygarnáttina, mest skýggjað og mjørki summastaðni. Um dagin verða 10-15 stig og um leygarnáttina ímillum 7-10 stig Sunnudagin gul til stívt andøvsgul sunnaneftir, 5-10 metrar um sekundið, onkustaðni strúkur í vindi, 13 metrar um sekundið. Mánanáttina snarar hann í ein útsynning og vestan, skýggjað og regn eitt skifti, men seinni klárnar tað aftur. Eini 10 stig alt samdøgurið Leygardagin lot til andøvsgul, 2-7 metrar um sekundið, sunnaneftir, mest turt, men skýggjað og mjørki summastaðni. Sunnu náttina verður andøvsgul, upp í stívt andøvsgul, sunnaneftir, 5-10 metrar um sekundið, skýggjað, men yvirhøvur turt. Um dagin 10-15 stig og um náttina ímillum 7-10 stig. 0-5 m/s Vikan ið fór Sæð á Facebook: Corluka hjá Kroatia er lættur at kenna aftur á vøllinum. Tað er hann við vatnpolohettuni Sæð á Facebook: Eg føli meg so ungan, nú alt sær út til at vera sum tað var fyri 30 árum síðan Náttina til fríggjadagin verður ivaleyst greitt, um bretar hava valt at fara úr ES ella um meiri­ lutið verður fyri at varðveita limaskapin í evropeiska felagsskapinum. Orðið »Brexit« – ein samanseting av Britain og Exit - hevur í hesum sambandi verið nýtt til at lýsa tey, sum ynskja at fara úr ES, meðan orðið »Bremain« – ein samanseting av Britain og Remain – hevur verið nýtt um tey, sum ynskja at vera verandi í ES. Sprotin hevur av góðum grundum ikki nakað boð uppá, hvat hetta orðið merkir. Regin Hammer, stjóri í Tryggingarfelagnum Føroyum, varð fríggjadagin í farnu viku koyrdur úr starvi. Hósdagin er fólkaatkvøða í Bretlandi, har bretar skulu velja um teir vilja vera verandi í ES ella melda seg úr Ísland vann mikudagin móti Eysturríki og komu sostatt víðari til áttandaparts finalurnar, og mánakvøldið skal slagið standa móti Onglandi. Posta hevur 4.1 millión í yvirskot Umboðsmaðurin vísti í vikuni Rajanimálið frá sær í fyrstu atløgu Ása Olsen heldur fram sum forkvinna fyri stýri í Dugna »Brexit« MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt ára Poul Scholes, gamla Manchester United legendan, fer nú at spæla fótbólt í India. 41 MANGT OG HVAT Visti tú? Tórshavnar Býráð hevur játtað 23 milliónir til at bøta um umstøðurnar í høllini á Hálsi Uttanríkis- og vinnumálaráðið søkir eftir løgfrøðingi í tíðaravmarkað starv Søkt verður eftir løgfrøðingi, fyri løgfrøðing sum fer í farloyvi 1. august 2016. Arbeiðsøki Høvuðsuppgávurnar eru at arbeiða við at fyrireika: • Lógaruppskot • Kunngerðir, og • Málsviðgerð innan málsøkini hjá Uttanríkis- og vinnumálaráðnum Førleikakrøv Umsøkjarar skulu hava løgfrøðiliga kandidatútbúgving frá hægri lærustovni t.d. cand.jur. Vit vænta, at • Tú hevur royndir frá arbeiði innan løgfrøði og málsviðgerð • Tú dugir væl at orða teg bæði í skrift og tala á føroyskum Vit kunnu bjóða Vit kunnu bjóða eitt fjølbroytt og avbjóðandi starv í einum umhvørvi á høgum fakligum stigi. Løn og setanartreytir Talan er um eitt tíðaravmarkað starv og verður sett frá 1. august 2016 ella skjótast tilber til 30. apríl 2017. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og BLF. Umsóknir Umsóknir við prógvum, CV o.ø. skulu sendast til: uvmr@uvmr.fo. Umsóknir skulu verða Uttanríkis- og vinnumálaráðnum í hendi í seinasta lagi 5. juli 2016. Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Starvið verður sett 1. august. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Pól E. Egholm, aðalstjóra í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum, tlf. 306600. Uttanríkis- og vinnumálaráðið • Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum hevur um hendur uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikk, og ráðgevur og veitir øðrum landsstýrismonnum stuðul í altjóðarættarligum málum og protokollmálum. Hann umsitir alimál, einkarætt, ferðavinnu, handilsmál, integrasjónsmál, jarðfrøði, kolvetni, kunningartøkni, merki, mynstur, norðurlandamál, oljumál, samskiftismál, sjóvinnumál, tónleikavinnu, tryggingarmál, veterinermál, vinnufeløg, og vinnumál • Stovnar undir ráðnum: Vinnustovnurin, Brúkaraumboðið, Heilsufrøðiliga Starvsstovan, Jarðfeingi, Sjóvinnustýrið og Rúsdrekkasøla landsins. Harumframt eru almennu partafeløgini P/F Føroya Tele, P/F Posta, P/F Atlantic Airways, P/F Fiskaaling og P/F Visit Faroe Islands. VINNUMÁLARÁÐIÐ