hósdagur 23. juni 2016síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 24. JUNI 2016
SOSIALURIN 72
5
TÍÐINDI
HALLUR AV RANA
L
øgreglan og ákæruvaldið
eru nú liðug við at kanna
eitt mál, har eigarin av
einari bilasølu í Tórshavn,
ið fæst við at selja fínar brúktar
bilar, er undir illgruna fyri at hava
snýtt landskassan.
Tað var í januar, at løgreglan
framdi eina húsarannsókn á eina
bilasølu í Havn, har hald varð lagt
á fleiri bilar, skjøl og annað. Síðani
hevur løgreglan kannað málið og
fyri nøkrum vikum síðani varð
málið handað ákæruvaldinum at
taka støðu til.
Fyrr í vikuni varð ákæruvaldið
liðugt við at kanna málið, og er
málið nú latið Føroya rætti. Greitt
er, at maðurin verður ákærdur fyri
svik móti landskassanum.
- Maðurin verður ákærdur fyri
skjalafalsan og brot á løgtingslóg
um skrásetingargjald á motor
akførum. Hann er ákærdur fyri 18
brot av hesum í einum tíðarskeiði
frá januar 2014 til apríl 2015, verður
upplýst frá ákæruvaldinum.
Harumframt verður upplýst,
at talan er um 760.498 krónur, ið
tann ákærdi av órøttum ikki hevur
goldið landskassan í skrásetingar
gjald.
Fyrr hevur løgreglan upplýst, at
illgruni er um, at innfluttu bilarnir
hava havt eitt størri virði enn
tað, ið eigarin hevur upplýst fyri
Akstovuni, tá hann hevur fingið
bilarnar til landið.
Afturfyri lógarbrotið krevur
ákæruvaldið, at tann ákærdi verð
ur dømdur fongsulsrevsing, um
framt at dómarin verður biðin um
at taka støðu til eitt endurgjald
til landskassan fyri tær 760.498
krónurnar, ið tann ákærdi hevur
snýtt landskassan fyri.
Húsarannsókn í vetur
Tað var mánadagin 18. januar, at
løgreglan framdi húsarannsóknini
móti bilasøluni, ið er kend fyri at
selja brúktar dýrar bilar. Í rann
sóknini varð millum annað hald
lagt á fimm bilar, ið tilsamans høv
du eitt virði á yvir tvær milliónir
krónur.
Jón Klein Olsen, leiðari í Krimi
naldeildini, upplýsti fyri in.fo tá, at
løgreglan valdi at kanna málið eftir,
at tey høvdu fingið eina fráboðan
frá Akstovuni um, at okkurt ikki
var røtt í skjølunum hjá bilasøluni.
- Vit fingu eina fráboðan frá
Akstovuni um, at teir metti at bila
sølan framdi fíggjarligt svik móti
landskassanum. Vit kannaðu málið
og framdu so eina húsarannsókn
mánadagin, segði Jón Klein Olsen
við in.fo.
HALLUR@IN.FO
Snýtt landskassan fyri 760.498 krónur
Ákæruvaldið hevur reist ákæru móti eigaranum av eini bilasølu í
Havn, ið er undir illgruna fyri at hava snýtt landskassan fyri fleiri
hundraðtúsundtals krónur við at fremja skjalafalsan og bróta lógina um
skrásetingargjald á motorakførum. Ákæruvaldið krevur fongsulsrevsing
torshavn.fo
Broyting av byggisamtyktum
Broytingar í byggisamtyktum fyri Tórshavnar kommunu.
Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og
byggisamtyktir verður við hesum gjørt kunnugt, at Tórshavnar býráð á
fundi 25. februar 2016 samtykti uppskot til broyting í almennu byggi-
samtyktini og 29. apríl 2016 samtykti uppskot til nýggja serstaka
byggisamtykt fyri Kommunuskúlan.
Broyting í almennu byggisamtyktini
Ætlaða broytingin er, at uml. 9.600 fermetrar av B2-økinum á Vestara
havnaøki verður broytt til C3-øki.
Serstøk byggisamtykt fyri Kommunuskúlan
Uppskot til nýggja serstaka byggisamtykt við endamálið at skipa økið
við Kommunuskúlan til blandaða bústaða- og miðstaðaendamál.
Tilfar, sum lýsir uppskotið til broyting av almennu byggisamtyktini fyri
Tórshavnar kommunu og nýggja serstaka byggisamtykt fyri Kommunu-
skúla, liggja frammi í Snarskivuni á Vaglinum, frá 27. juni til og við 18.
juli 2016.
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Tórshavnar
kommunu skrivliga í seinasta lagi 8. august 2016.
Talan er um eitt
fulltíðarstarv við tilkallivakt
frá heiminum.
Vit vænta at umsøkjarar:
• hava prógv og góðkenning sum
sjúkrarøktarfrøðingur
• hava fakligan áhuga og royndir
innan økið
• eru positiv, fleksibul og góð
samstarvsevnir
• vilja søkja mennandi
avbjóðingar
• eru áhugað at undirvísa lesandi
• hava telduførleika, vit nýta
Cosmic og røntgen er digital.
Vit kunna bjóða:
• eitt starv við nógvum
fjølbroyttum avbjóðingum
• fakliga og persónliga menning
• góðar samstarvsfelagar.
Setanartreytir:
Løn- og setanartreytir sambært
sáttmála millum Felagið Føroyskir
Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjar-
málaráðið.
Nærri fæst at vita um starvið við
at venda sær til deildar leiðaran
ella fyri støðu kvinnuna
tlf. 34 33 00.
Skrivlig umsókn við avriti
av prógvum, autorisatión
og CV v.m. skal sendast til:
Suðuroyar Sjúkrahús
stílað: Sjúkrahússtjórin
Postsmoga 51
810 Tvøroyri
ella
ssh@ssh.fo
Umsóknarfreist:
11. juli 2016
EITT STARV SUM
SJÚKRARØKTARFRØÐINGUR Á
SKURÐ/RØNTGENDEILDINI ER LEYST
AT SØKJA FRÁ 1. SEPTEMBUR 2016
Tveir av bilunum,
ið løgreglan legði
hald á undir
húsarannsóknini