hósdagur 23. juni 2016síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 24. JUNI 2016
SOSIALURIN 72
6
Kristina Dam Grumstrup úr Vestmanna brendist
PERSÓNSSØGA
BARBARA HOLM
»Voksið skal verða heilt smeltað
áðrenn, tú koyrir kemikaliuni
í«, segði royndi laboranturin við
lærningin Kristinu 14. juni 1962, tá
ið hon skuldi fara undir at gera eitt
serstakt slag av smyrsli, sum skuldi
nýtast til leðurskógvar.
Kristina var tá bert í royndar
venjing sum laborantur hjá
donsku fyritøkuni, og tí hevði hon
í veruleikanum ikki loyvi til at gera
hesa vandamiklu samanseting
sjálv. Men fyritøkan var komin
afturúr at framleiða hetta sertaka
smyrslið, og tí varð Kristina sett í
gongd.
– Autoritetstrúgv sum eg var,
gjørdi eg sum hann segði. Men
tað var tá, at eldur kom í, greiðir
Kristina frá.
Brátt sum hon stoytti kemi
kaliini í smeltaða voksið í grýtuni,
kyknaði eldurin. Hon náddi at seta
hondina fyri seg, so eyguni vórðu
spard. Fingrarnir sóust eftir á and
litinum eftir hendingina.
Allur kroppurin varð dýktur
undir í eldfimu samansetingini úr
grýtuni, og Kristina fór at loga sum
ein kyndil. Við eldinum súsandi
rundan um seg – og sjálv í ferð
við at blíva brend heilt inn á bein
– rann Kristina út til felagshølið,
har hini starvsfólkini vóru savnað.
– Tey lupu til mín og royndu
at taka í meg, men eg skrykti meg
leysa og rann innaftur fyri at
vísa teimum, at eldur var eisini
í rúminum, sigur Kristina Dam
Grumstrup.
Orsøkin til hetta var, at inni í
logandi rúminum stóð tonsavís av
sera vandamiklum evnum, sum
høvdu elvt til óhugsandi stóran
skaða, um eldurin festi í tey eisini.
– So skjótt eg hoyrdi, at tey
høvdu varnast eldin í rúminum, lat
eg tey taka meg undir hond, sigur
Kristina Dam Grumstrup.
Hon stóð framvegis í ljósum
loga og eldurin vildi ikki slókna.
Fyritøkan var nýggj, og tí var
hvørki vatn ella brandteppi í hús
inum. Ein starvsfelagi hugsaði tó
skjótt, og tað endaði við at geva
honum annan grads brenning á
báðar hendurnar.
– Hann tók meg útum og rullaði
meg runt í sandi og sløkti soleiðis
eldin, greiðir Kristina frá.
Brátt sum eldurin slóknaði,
byrjaði vætan at renna úr Kristinu.
Tá var brent inn á kjøt so at siga um
allan kroppin, og vætan drippaði
úr í stríum streymi.
– Eg minnist bara hesa ræðuligu
pínuna, eg hevði um allan kroppin,
og hvussu ótrúliga tyst eg varð,
sigur Kristina Dam Grumstrup.
Kristina varð sett á ein kant
nærhendis, og har sat hon og bíðaði
eftir sjúkrabilinum.
– Eg skríggjaði eftir mammu,
minnist Kristina Dam Grumstrup.
Væntaðu ikki hon fór at yvirliva
Komin á sjúkrahúsið var lítil
vón um, at Kristina fór at yvirliva
álvarsomu hendingina. 62 prosent
av kroppinum var brendur, og heili
54 prosent av kroppinum var triðja
grads brendur. Oddsini vóru ímóti
Kristinu, tí eingin í Danmark hevði
áður yvirlivað slíkan smeit.
– Systur mín og sjeikurin hjá
mær vóru har, og eg minnist,
at eg aftaná nakrar dagar á
sjúkrahúsinum spurdi tey, um
eg fór at yvirliva. Tey søgdu seg
ikki vita og fóru at gráta, minnist
Kristina Dam Grumstrup.
Hon stúrdi fyri lívinum fyrstu
tíðina á sjúkrahúsinum, og satt
Systir mín og sjeikurin hjá
mær vóru har, og eg minnist,
at eg aftaná nakrar dagar á
sjúkrahúsinum spurdi tey, um
eg fór at yvirliva. Tey søgdu
seg ikki vita og fóru at gráta «
Kristina Dam Grumstrup
– 62 prosent av kroppinum hjá mær varð brendur, og harav var 52 prosent
triðja grads brenning. Eg minnist bara ta ræðuligu pínuna, sum eg fekk
av eldinum, minnist 77 ára gamla Kristina Dam Grumstrup
RANN RUNT
SUM LIVANDI
KYNDIL
Framhald á næstu síðu
Kristina og familja
hennara búgva í dag í
Holbæk í Danmark
Soleiðis sá
Kristina út
mánaðir eftir
óhappið