Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-23, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. juni 2016síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. JUNI 2016 SOSIALURIN 72 10 BIRGITH LASSEN T øl vísa, at tað í meðal verða funnir tveir før­ oyskir tilburðir av bróst­ krabba um mánaðin. Men í løtuni hava vit ongan lækna at at taka sær av trupulleikanum, um ein kvinna knappliga kennir broytingar í bróstunum og vil sleppa til lækna. – Eri glað fyri at eg havi fingið eina diagnosu og eri í viðgerð, tí hatta er ræðandi og óskiljandi. Soleiðis skrivar ein kvinna á facebook um tær broytingar, sum fara fram á Landssjúkrahúsinum júst nú. – Nú siti eg so djúpt skelkað og kedd av at hoyra, at hetta toymið nú er í stórum vanda fyri at blíva upployst, skrivar ein onnur kvinna, sum eisini hevur bróstkrabba. Á sama facebook bólki skriva ørkymlaðar kvinnur um, at Landssjúkrahúsið hevur avlýst tíðinar, sum tær høvdu til mammografi. Hetta eru kvinnur, sum hava havt bróstkrabba og ganga til regluliga eftirkanning. Enn hava tær ikki fingið at vita, nær tær sleppa til eftirkanning aftur, tí eingin lækni er í landinum. Tað eru ikki tíðindi fyri nakran, at læknatrotið í Føroyum er álvari, og tað er ikki torført at rokna út, at uttan læknar, er einki sjúkrahús. Sambært Læknafelag Føroya mangla 50 serlæknar í landinum - millum annað tørvar okkum ein røntgenlækna til bróstkrabbaøkið. Í dag viðgerð VikuskiftisSosialurin eina ósemju millum Landssjúkrahúsið og ein serlækna, sum ynskir at starvast í Føroyum. Vit seta spurnartekin við, hví Landssjúkrahúsið ikki setti læknan í starv, tá hann var einasti umsøkjarin til eitt starv sum bróstkrabbalækni. Vit skrúva tíðina átta mánaðir aftur Settu ikki tann eina umsøkjaran Í fjørheyst varð eitt starv lýst leyst á Landssjúkrahúsinum: Ein røntgenlækni skuldi setast at kanna bróstini á øllum føroyskum kvinnum millum 50 og 69 ár. Hetta vildi Landssjúkrahúsið seta í verk fyri at fanga bróstkrabbatilburðir nógv fyrr enn kvinnan sjálv hevði merkt nakra broyting. Til starvið var bert ein umsøkjari: Ein føroyskur rønt­gen­ lækni, sum er serfrøðingur í bróstkrabba. Læknin hevur drúgvar royndir sum lækni bæði í Føroyum og í útlondum, og verð­ur í Norðanlondum skírd­ur at vera ein av fremstu ser­frøð­ ingunum á økinum. Seinastu árini hevur hann havt ábyrgd­ina av bróstkrabbaøkinum á Lands­ sjúkrahúsinum, og var sostatt upplagda valið til tað leysa starvið. Hesin eini umsøkjarin fekk tó ikki starvið, og eingin annar varð heldur settur. Orsøkin tykist at vera, at Lands­sjúkra­húsið og umsøkj­arin ikki kundu semjast um fram­ tíðar­ætlanirnar við mammografi­ screeningini. Ósemjan hevur ført við sær, at bróstkrabbasjúklingar í Føroyum ongan lækna hava at venda sær til, tí røntgenlæknin útfrá ósemjuni metti, at grundarlag ikki var fyri nøkrum framhaldandi samstarv i við Landssjúkrahúsið. 31. mai 2016 gavst hann at starvast á Landssjúkrahúsinum. – Tað tók mær sjey mánaðir og tríggjar rykkjarar, áðrenn eg yvirhøvur fekk svar upp á mína umsókn, fortelur røntgenlæknin, sum fegin vildi taka sær av bróst­ krabbasjúklingum í Føroyum. Men nú hevur hann fingið nokk. – Ímynda tær, at tú møtir til arbeiðis, og eingin fortelur tær, hvat gongur fyri seg og hvat skal henda við tínum starvi, sigur læknin sum kennir seg vónsviknan av mátanum, Landssjúkrahúsið samstarvar uppá. Ein av fremstu serfrøðingum varð ikki settur Rógvi Winthereig Rasmussen eitur tann røntgenlæknin, ið søkti starvið at standa fyri mammo­grafiscreening í Føroy­ um. Hann er serfrøðingur í bróst­ krabba og starvast á Universi­ tetssjúkrahúsinum í Lund í Svø­ríki, har hann hevur ábyrgdina av øllum bróstkrabbatilburðum í Suðursvøríki. Seinastu árini hevur hann verið í Føroyum eina viku um mán­aðin fyri at taka sær av teimum kvinn­ um, ið vórðu ávístar til mammo­ grafi. Hann hevur í meðal funnið tveir tilburðir av bróstkrabba um mánaðin og hevur havt alla ábyrgdina av útgreining, stað­ festing og viðgerð. Og tá tað frá politiskari síðu varð avgjørt, at allar føroyskar kvinnur millum 50 og 69 ár skuldu kannast – eisini tær, ið ikki hava varnast broytingar í bróstinum – metti hann seg verða skikkaðan at søkja tað starvið, ið varð lýst leyst í samband við hesar kanningar. – Í gjøgnum fleiri ár hava vit verið eitt toymi á trimum fólkum. Saman hava vit tikið okkum av øllum bróstkrabbatilburðum í Føroyum. Vit hava havt góð úrslit, og vit hava havt eitt støði, sum er betri enn støðið í okkara grannalondum. Vit settu okkum fyri, at allir tilburðir av bróstkrabba skuldu viðgerast innanfyri ein mánað, og tað hevur eydnast okkum. Fyri meg var tað upplagt at søkja starvið, tí á tann hátt kundi hetta toymið halda áfram STRÍÐIÐ UM SERLÆKNAN LÆKNATROT - Vit hava sjálvsagt nakrar fíggjarligar avbjóðingar, og kunnu tí ikki eftirlíka øllum krøvum, sum ein lækni kemur við, sigur Johnny í Grótinum, sjúkrahússtjóri. Mynd: Álvur Haraldsen - Fakliga kann eg ikki standa inni fyri umstøðunum á LS, og havi gjørt greitt, at onkrar broytingar skuldu gerast, um eg kundi arbeiða á LS, sigur Rógvi Winthereig Rasmussen, røntgenlækni og serfrøðingur í bróstkrabba. Mynd: Privat Í Føroyum eiga vit ein av fremstu serfrøðingunum í bróstkrabba, men hvørki hann ella nakar annar bróstkrabbalækni starvast á Landssjúkrahúsinum í løtuni, hóast læknatrotið á júst hesum økinum er ovurstórt. Men hvør er orsøkin til, at eingin lækni er?