hósdagur 23. juni 2016síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 24. JUNI 2016
SOSIALURIN 72
11
at samstarva við líka góðum úrsliti,
sigur Rógvi Winthereig Rasmussen
í samrøðu við VikuskiftisSosialin.
LS vildi ikki eftirlíka
krøvum frá læknanum
Men Rógvi Winthereig Rasmussen
setti undir setanarsamrøðuni
nøkur krøv til Landssjúkrahúsið.
– Mammografihølið á Lands
sjúkrahúsinum er alt í verðini for
lítið. Tað er gamalt og minnur mest
av øllum um eitt kustaskáp, sigur
hann og fortelur, at hann ikki er
einsamallur um at halda, at hølini
eru alt ov vánalig.
– Tá Sirið Stenberg var og vitjaði
Røntgendeildina fyrstu ferð, segði
hon: "Er tað virkuliga her, vit skulu
hava mammografiscreening?",
fortelur hann.
– Sum serfrøðingur í krabba
mein, hvørki vil ella kann eg
leggja mítt navn til hetta, og eg
meti slett ikki, at tað ber til at gera
3000 árligar screeningar í hesum
hølum, sigur Rógvi Winthereig
Rasmussen, sum beinavegin gjørdi
greitt fyri setanarbólkinum á
Landssjúkrahúsinum, at hann ikki
vildi setast í starv, fyrrenn ein nýtt
og meir hóskandi høli var funnið.
– Eg havi sjálvur havt fleiri
hugskot. Eitt nú at tann maskin
an, vit brúka, verður flutt runt
í landinum, so vit skjótt og lætt
kunnu kanna tær føroysku kvinn
urnar í útjaðaranum eisini, fortelur
Rógvi Winthereig Rasmussen.
Men hóast Landssjúkrahúsið,
sambært sjúkrahússtjóranum,
fegin vildi seta Rógva Winthereig
Rasmussen í starv, kundu partarnir
ikki finna eina semju.
– Í hesum føri er talan um ein
sera dugnaligan og royndan ser
lækna, sum vit gjarna vilja hava
knýttan at Landssjúkrahúsinum.
Vit vilja gjarna lurta eftir okkara
læknum, men í summum førum ber
ikki til hjá okkum at lúka tey krøv,
sum læknarnir seta, sigur Johnny í
Grótinum, sjúkrahússtjóri.
Men er tað rættvíst fyri sjúkling
in, at ósemjur um hølisviðuskifti
skulu føra til, at eingin lækni verð
ur settur?
–Landssjúkrahúsið
hevur
sjálvsagt nakrar fíggjarligar
avleiðingar. Og vit hava mett, at tað
reint fysiskt kann lata seg gera, at
gera mammografiscreeningarnar í
teimum somu hølunum, sum man
altíð hevur gjørt mammografi
kanningar í. Tí fara vit ikki at gera
nakað við hølisviðuskiftini beint
nú. Beint nú snýr tað seg bara um
at fáa mammografiscreeningina
upp at koyra, greiður Johnny í
Grótinum frá og leggur afturat,
at hann í setunarsamrøðuna við
Rógva Winthereig Rasmussen
gjørdi greitt, at man í framtíðini
kundi finna onnur høli til mammo
grafiscreeningarnar.
–Men eg kenni Landssjúkra
húsið betur enn so. Ein fyribils
loysn verður tann varandi loysn
in – og í hesum føri livir tann
loysnin ikki upp til tað støðið,
eg sum serfrøðingurin strembi
eftir, sigur Rógvi Winthereig Ras
mussen, sum hevur lagt eina ætlan
fyri, hvussu Føroyar kunnu gerast
"Læknatoymið gjørdi tað lætt fyri meg at fáa bróstkrabba", segði ein glað Súsan Joensen í Sosialinum
fyrr í ár. Í dag er hon kedd og ørkymlað, tí læknin, sum var partur av læknatoyminum, ikki longur
starvast á Landssjúkrahúsinum. Les viðmerkingar frá Súsan Joensen á næstu síðu. Mynd: Sosialurin
Framhald á næstu síðu
Føroyskar kvinnur
eru offur í einum
stríði millum
Landssjúkrahúsið
og ein serlækna