Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-23, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. juni 2016síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. JUNI 2016 SOSIALURIN 72 12 undangonguland á bróst­krabba- økinum. – Tað eru so nógv onnur ting, sum eg og leiðslan eisini eru ósamd um, sigur Rógvi Winthereig Rasmussen frá. Ósemjurnar millum partarnar eru nógvar og torskildar, men avleiðingin er ein: At vit í løtuni ikki hava nakran lækna at taka sær av kvinnum við bróstkrabba. Ein av teimum kvinnunum, ið ræðist avleiðingarnar, er Súsan Joensen. Beint fyri jól fekk hon staðfest bróstkrabba. Í samrøðu við Viku­ skiftisSosialin greiður hon frá, at hon heldur tað vera ræðuligt og ræðandi, at Landssjúkrahúsið ikki hevur gjørt sítt fyri at gera tað attraktivt fyri Rógva Winthereig Rasmussen at starvast í Føroyum. Avtala ella ikki avtala? Men sambært Johnny í Grótinum, sjúkrahússtjóra, hava føroyskar kvinnur einki at óttast. –Vit hava funnið eina loysn. Vit hava gjørt eina avtalu við eitt íslendskt privatsjúkrahús, sum tekur sær av økinum, sigur hann og ger greitt, at talan er tað privatsjúkrahús, sum føroyski serlæknin, Rógvi Winthereig Ras­ mussen, er partaeigari av. Men sambært læknanum er eingin avtala gjørd. – Privatsjúkrahúsið í Ís­landi hevur eina avtalu við Lands­sjúkra­ húsið um at skurðviðgera før­ oyskar kvinnur, men mær vitandi er eingin onnur avtala okkara millum, tá tað kemur til diagnostik, sigur hann. Hann fortelur tó at íslendska privat­klinikkin hevur sent Lands­sjúkra­húsinum eitt tilboð, har teir bjóða seg at taka sær av øllum bróstøkinum. Tað við siga mammografi, biopsi, diag­ nosti­sering, skurðviðgerð og screen­ing. Men sambært Rógva Winther­eig Rasmussen hevur Landssjúkrahúsið enn ikki svarað tilboðnum úr Íslandi. – Sum eg havi skilt, hevur Lands­sjúkrahúsið valt at seta ein danskan lækna í starv. Tað haldi eg sjálvandi er syrgiligt, tí tað oyðileggur tað toymið, sum hevur arbeitt við økinum í nógv ár, sigur Rógvi Winthereig Rasmussen. – Loysnin er at privatisera Men stríðið millum Landssjúkra­ húsið og Rógva Winthereig Ras­ mussen er eitt dømi upp á ein meir generellan trupulleika: At læknar ikki støðast í Føroyum, og tað merkja ótalligir sjúklingar sviðan av. Á komandi síðum hava vit spurt formannin í Læknafelagnum, hvat man ítøkiliga kann gera fyri at gera tað meir attraktivt hjá lækn­um at starvast í Føroyum. Vit hava eisini spurt Rógva Winthereig Rasmussen, og hann er ikki í iva: – Um umstøðurnar vóru øðrvísi, flutti eg longu heim til Føroya í 2010. Um røntgenlæknar høvdu ein sáttmála við Heilsutrygd eins og allir aðrir læknar í Føroyum, so var eingin trupulleiki á røntgenøkinum í Føroyum. Til dømis vórðu eingir sjúklingar tá sendir til Danmarkar at taka røntgenmyndir, sigur hann. Men er tað rættvíst at krevja, at Heilsutrygd skal gjalda tær privat? – Ja , hv í i k k i ? Heilsu­trygd rindar fyri aðrar serlæknar. Millum annað kommunulæknar og tannlæknar, umframt sálarfrøð- ingar, fysioterapeutar og annað. Í Føroyum er tað bert røntgenlæknar, sum Heilsutrygt ikki kann rinda fyri. Í løtuni eru 4-5 privatir aktørar partur av virkseminum á røntgendeildini í Føroyum. Hví kunnu privatir aktørar ikki sleppa uppí? svarar hann Hví er eingin lækni? Spurningurin, sum vit settu fyrst í greinini, er enn ógreiður. Hví hava vit ongan lækna at taka sær av bróst­krabbatilburðum? Spyrt tú Landssjúkrahúsið, er svarið, at læknin, sum søkti starvið at standa fyri bróst­krabba­ screeningini, setti krøv, sum Lands­ sjúkrahúsið ikki kundi eftirlíka. Spyrt tú Rógva Winthereig Ras­mussen, er orsøkin, at Lands­ sjúkrahúsið ikki vildi hava hann. Hvussu er og ikki, so er avleið­ ingin enn greið: Føroyskar kvinnur hava ongan bróstkrabbalækna. BIRGITH@SOSIALURIN.FO LÆKNATROT