Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-23, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. juni 2016síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. JUNI 2016 SOSIALURIN 72 13 Alt bendur á, at ferð er komin á samráðingarnar millum Lands­ sjúkrahúsið og serlæknan, síðan Sosialurin byrjaði at viðgera málið. Í síðstu løtu frættist, at Johnny í Grótinum vegna Lands­ sjúkrahúsið hevur biðið rønt­ gen­læknan, Rógva Winthereig Ras­mussen, koma til Føroya við flogfarinum í kvøld, so hann nær at gera kanningar av bróstum í morgin. – Eg hevði avgjørt ikki ætlað mær at komið til Føroya, men eftirsum eingin onnur loysn er funnin, so kenni eg meg noyddan at koma, sigur hann. Føroyski røntgenlæknin, Rógvi Winthereig Rasmussen, hevur ongan skrivligan sátt­mála við Landssjúkrahúsið. Tí valdi hann 31. mei at trekkja seg úr samstarvinum við Lands­sjúkra­ húsið. Tað vil siga, at eingin lækni er at taka sær av føroyskum kvinn­um við bróstkrabba. – Um eg finni ein tilburð av krabbamein í morgin, so eg klárt hjá kvinnuni at leggja seg undir skurð longu um tvær vikur. Um eg nokti at koma til Føroya, má kvinnan bíða til í øllum førum august at leggjast undir skurð, tí Landssjúkrahúsið hevur ikki avtalu við nakran annan lækna, greiður Rógvi Winthereig Ras­ mussen frá. Men tú hevði ikki ætlað tær at komið til Føroya, fyrrenn tú hevði eina avtalu við Lands­ sjúkrahúsið. Hvønn gert tú hetta fyri? – Kvinnurnar, svarar Rógvi Winthereig Rasmussen, sum kennur eina stóra ábyrgd, eftir­ sum eingin annar er settur at taka sær av økinum, síðan hann fór. VikuskiftisSosialurin hevur tosað við Johnny í Grótinum, sjúkra­hússtjóra, um hetta málið og eftir øllum at døma, hevur tað sett ferð á samráðingarnar. Sum skilst hevur Landssjúkrahúsið í dag lovað at gera eina avtalu við privata sjúkrahúsið. – Um ein avtala verður gjørd við privatsjúkrahúsið, sum eg starvist á, merkir tað, at vit koma at taka okkum av øllum bróstkrabbaøkinum líka frá screening til viðgerð. Okkara visjón er at gera Føroyar til undan­gonguland, og tað merkir at vit fara at hava eitt støði sum er hægri enn okkara grannalond, greiður Rógvi Winthereig Ras­ mus­sen frá. – Men tað krevur sjálvandi, at ein avtala veruliga verður gjørd, leggur hann afturat. SEINASTA NÝGGJA: – Hví oyðileggja eitt gott toymi? – Seinastu árini hava vit brúkt upp á at grátið um, at eingin serlækni tímur at vera í Føroyum. Og nú spælur Landssjúkrahúsið sær av við ein av teimum mest dugnaligu læknunum. Læknum sum Rógva eiga vit at viðfara sum tað reyða gull fyri at fáa hann at støðast her S oleiðis sigur Súsan Joen­ sen, sum sjálv hevur havt bróstkrabba. – Eg var so heppin at fáa krabbamein í fjør, tí tá var ein lækni at taka sær av mær. Enntá ein lækna í heimsklassa, hóast eg búgvi í Føroyum. Rógvi Winthereig Rasmussen syrgdi fyri, at eg ongantíð fór í kolkjallaran. Hann var ein stuðul allanvegin í gjøgnum og hevur fingið meg at kenna meg sera trygga, sigur ein nú kedd og ørkymlað Súsan Joen­sen. – Eg eri ikki kedd mína vegna. Men eg eri kedd um, at tann kvinn­an sum finnur ein knykil í bróstinum í morgin, møguliga ikki fær somu góðu viðferð og viðgerð, sum eg havi fingið, greiður hon frá og spyr: – Hví skal nakað, sum riggar so væl, broytast? Súsan Joensen er júst á veg inn til sína fyrstu stráluviðgerð á Landspítali í Ís­landi, tá vit ringja til hennara. Strálu­viðgerðin er næsti liður í viðgerðini fyri hennara bróst­krabba. Eftir kemoviðgerð, skurðviðgerðir og nú stráluviðgerð er Súsan Joensen nú væl á vg at gerast frísk, og hon ivast ikki í, at tað er orsakað av høga fakliga støðinum hjá lækna-toyminum, sum Rógvi Winthereig Rasmussen er ein partur av. Hølini líkjast ongum Hóast Súsan Joensen ikki hevur ilt at bera Landssjúkrahúsinum, tekur hon undir við røntgenlæknanum, sum heldur at høliviðuskiftini hjá mammografiini eru úti av lagi. – Hølini eru ræðulig. Um eg ikki var deprimerað, tá eg fyrstu ferð kom inn har, so gjørdist eg tað í øllum førum skjótt, sigur Súsan Joensen og greiður frá, at man sum sjúklingur hevur stóran tørv á, at umstøðurnar eru róligar og professionellar. – Mammugrafihølið er so lítið, at man næstan ikki fær vent sær og hølið, har ultraljóð og biopsiir verða gjørdar, líkist mest einum fyribilshøli. Tá eg lá á briksini hevði eg ikki verið yvirraskað, um ein pedellur knappliga kom inn eftir einum amboði, fortelur hon í álvara og leggur aftur dent á, at ein krabbameinssjúklingur hevur stóran tørv á róligum umstøðum. Skilir ikki LS – Eg havi hoyrt sjúkrahússtjóran róst Rógva Winthereig Rasmussen í útvarpinum, so eg ivist ikki í, at sjúkrahússtjórin hevði hildið áfram við samstarvinum. Men hví verður tað so forðað fyri, at tingini verða gjørd soleiðis, sum serfrøðingurin vil hava tað?, spyr hon. Súsan Joensen hevur stovnað ein facebook bólk og er sera virkin á sosialum miðlum, tá tað ræður mammografi og bróstkrabba. Og hon fortelur, at hon fleiri ferðir er blivin kontaktað av starvsfólkum á Landssjúkrahúsinum sum vilja gera vart við ringu støðuna. – Men tey ræðast at missa høvdið. Tey tora simpulthen ikki at traðka fram. Men sum eg skilji, eru starvsfólkini ógvuliga ónøgd við, at Landssjúkrahúsið ikki hevur megnað at finna fram til eina semju við ein av okkara bestu serlæknum, sigur hon at enda. SOSIALURIN FYLGIR MÁLINUM Súsan Joensen