Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-23, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. juni 2016síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. JUNI 2016 SOSIALURIN 72 14 BIRGITH LASSEN Ó talligir føroyingar kenna hvønn dag sviðan av læknatrotinum í Før­ oyum. Um tú ikki ert bráð­sjúk, kann tað í nógvum førum vera torført at fáa eina tíð hjá serlækna innan fyri rímiligari tíð. Og tá tú fært tíðina, kann tað taka langa tíð, áðrenn tú fært eitt greitt svar uppá, hvat tær bagir. Upp­fylging er í summum førum ein býur í Russlandi, meðan tilboð um screening eisini tykist at vera trupult at seta í verk. Nógvar eru orsøkirnar, men rótin til trupul­leikarnar hevur verið stað­fest fleiri ferðir: Ser­ læknar tíma ikki at starvast í Føroyum. Men hví er tað so torført at fáa serlæknar settar í starv í Føroy­ um? – Tað tekur 10-15 ár at gerast ser­lækni, og sostatt ert tú ofta í seinnu helvt av tretivinum, tá tú sum serlækni ert til reiðar at flyta til Føroya. Tá tú ert 37 ár, ert tú og tín familja ofta væletablerað. Makin hevur starv, børnini ganga í skúla, og tit hava kanska eitt hús. Tá tú so fært bjóðað eitt starv í Føroyum, skalt tú finna út­av, hvat tað er sum kallar í Før­oy­um: Er tað so fantastiskt, at tú skalt velja at skrykkja tína familju upp við rót fyri at flyta til Føroyar?, spyr Pál Weihe, for­maður í Læknafelagnum. – Nei, heldur hann fram. – Viðurskiftini í Føroyum eru ikki verd at skrykkja sítt væl­ etableraða lív upp fyri. Her skalt tú sum serlækni arbeiða fleiri ferðirnar meir fyri lægri løn, ger for­maðurin í Læknafelagnum greitt. Men hvussu nógv kunnu ser­ læknarnir krevja? – Arbeiðsmarknaðurin er fríur, so ein serlækni hevur í veru­leik­ anum rætt til at krevja júst tað, hann vil hava. Tað er síðan upp til sjúkra­húsið at taka støðu til, um tey vilja og kunnu bjóða tað, sum serlæknin krevur. Um man sigur, at man ikki vil lúka øll krøvini, má tað vera tí, man væntar at fáa onkran annan í starv – annars detta deildirnar jú niður­fyri, sigur Pál Weihe og legg­ ur afturat: – Serlæknar hava loyvi til at velja tað starvið, sum er best fyri teir – óansæð hvar í verðini tað er, sigur hann og sigur seg ikki skilja, hví man tosar um, at læknar hava eina moralska skyldu til at taka sær av sjúklingum í heimlandinum. – Tað er púra burturvið at tosa um, at tað er ómoralskt, tá læknar velja Føroyar frá. Hví skal ein lækni velja at arbeiða í Føroyum undir vánaligum umstøðum, tá hann kann fáa starv í Danmark undir nógv betri treytum? spyr for­maðurin í Læknafelagnum. Hvussu langt skal eitt sjúkra­ hús so fara fyri at eftirlíka krøv­ un­um hjá serlæknunum? – Tað er ringt at siga. Tað má man taka støðu til í hvørjum einstaka føri, sigur Pál Weihe, sum tó er sann­førdur um, at føroyska Tað snýr seg ikki um, at læknarnir skulu kenna seg skyldugar at starvast í Føroyum. Tað snýr seg um at gera tað attraktivt at starvast í Føroyum, sigur Pál Weihe, formaður í Læknafelagnum. Men hvussu gera vit tað? – TAÐ ER IKKI ÓMORALSKT AT VELJA FØROYAR FRÁ LÆKNATROT Pál Weihe, formaður í Læknafelagnum: Pál Weihe, formaður í Læknafelagnuma