Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-23, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. juni 2016síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. JUNI 2016 SOSIALURIN 72 15 heilsu­verkið hevur tørv á nógv fleiri pengum fyri at vera eitt gott og nøktandi heilsuverk. Í dag verður 1,1 milliard krónur settar av til Heilsuverkið árliga, men tað mangla 300 milliónir í kassanum, um Heilsuverkið skal mala runt, heldur hann. – Ja, tað snýr seg um pengar, staðfestir Pál Weihe. Snýr tað seg eisini um, at hesin fakbólkurin er meir ambitiøsur enn aðrir? – Læknar eru ekstremt ambi­ tiøsir og krevja nógv av sær sjálvum og sínum umstøðum. Og medisin er eisini eitt fak, sum krevur sera nógv, tí tað allatíð skal menna seg fyri at bjóða ta bestu viðgerðina. Tað krev­ur, at man hevur út- búgvingar- og granskingarmøgu­ leikar á sjúkra­húsunum, sigur Pál Weihe, sum hevur eitt heilt ítøkiligt hug­skot til, hvussu man hækkar ambi­tiónsstøðið á føroysku sjúkra­húsunum fyri at læknarnar at trívast. – Landssjúkrahúsið og Fróð­ skapar­setrið áttu at gjørt eitt sam­starv, so Landssjúkrahúsið í fram­tíðini gjørdist eitt universi­ tets­sjúkrahús við granskingar- og útbúgvingarmøguleikum. Hetta hevði syrgt fyri, at Lands­ sjúkrahúsið í framtíðini náddi heilt aðrar fakligar hæddir, sigur hann. – Og hetta hevði avgjørt ført til, at læknarnir fóru at støðast betur í Føroyum, sigur hann at enda. Vit vita, hvat læknarnir vilja hava, so nú ræður um at taka støðu til, hvussu langt man vil fara fyri at lokka læknar til Pál Weihe VikuskiftisSosialurin hevur spurt Læknafelagið, hvussu man ger Føroyar atttraktivt fyri serlæknar. Pál Weihe, formaður í felagnum, hevur trý ítøkilig boð uppá, hvussu vit loysa trupulleikan. ■ Rímiligt vaktarbýti Serlæknar tíma ikki til Føroya at arbeiða, um teir skulu vera til taks døgnið runt. Tí skulu fleiri serlæknar setast á hvørjum øki, so tørvurin er dekkaður á øllum serøkjum. Tað nyttar ikki at hava 1-2 serlæknar til hvørt øki, tí tá skulu teir renna ómetaliga skjótt. ■ Løn sum svarar til lønina í grannalondunum Serlæknar tíma sjálvandi ikki at flyta heim til Føroya, um lønin er hægri enn í okkara grannalondum. ■ Akademiskt innihald Læknar hava høgt ambitiónsstøði og fakið krevur eina ávísa menning. Tí skal tað vera rúm fyri útbúgving og gransking. Upplagt er at gera samstarv við Fróðskaparsetrið. HVUSSU VERÐA FØROYAR ATTRAKTIVAR FYRI SERLÆKNAR?