Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-23, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. juni 2016síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. JUNI 2016 SOSIALURIN 72 17 FESTIVALAR, PISUR OG GENTUROKKUR - summarið er av álvara byrjað NÝKLAKTU STUDENTARNIR MÁLA BÝIN REYÐAN Summarið er ikki rættiliga byrjað, fyrr enn tær litríku, vøkru húgvurnar mynda samfelagið. Soleiðis verður komandi vikurnar, nú tær nýklaktur pisurnar hátíðarhalda lokna skúlagongd. Mikukvøldið var Sandagerði karmur um árligu summarbálveitsluna, har studentar brenna síni skúlaskjøl og soleiðis markera, at nú er skúlagongdin liðug. Kring landið eru litrúku húgvurnar at síggja og ivaleyst kunnu vit vænta okkum, at húgvurnar eisini vera sjónligar, nú vit av álvara fara inn í festival og stevnutíðina fyri í ár. Tillukku ynskir Sosialurin øllum, sum nú eru liðug við lokna skúlagongd. Gentur rokka er heitið á ókeypis tónleikaverkstovum, sum verða hildnar í norðurlandahúsið um vikuskiftið, fyri gentur í aldrinum 14-19 ár. Endamálið er at eggja gentum og ungum kvinnum til at spæla rokk- tónleik og rokk-ljóðføri so sum trummur, elektriskan guitar og bass og ljómborð. Hesar dagarnar verða Norðurlandahúsið og Tórshavnar Musikkskúli vertir fyri rokk-legu fyri gentur. Hesa vikuna hittast uml 20 gentur at spæla saman í bólkum, skriva sangir, luttaka í verkstovum um tónleik og javnrættindi og til síðst at framføra fyri almenninginum á eini stórari endakonsert í Norðurlandahúsinum. Leiðarar á legunum og verkstovunum verða kvinnuligir tónleikarar úr Føroyum, Grønlandi og Íslandi. Endakonsertin verður í Norðurlandahúsinum 26. juni kl 16.00 Tann tiltikna trappan kemur til sín rætt, nú Voxbotn um vikuskiftið fer av bakkastokki. Pallurin stendur vendir nú rygg til handilin Kallkyn, og tað merkir, at gestirnir kunnu njóta tónleikin frá trappuni í Vágsbotni. Bryggjubakki, Vagli og Vágsbotnur verða karmur um tónleikatiltakið hesaferð. Klokka 14.00 byrja barnatiltøkini á Vaglinum og Undir Bryggjubakka verður Bubu á palli klokkan 18.00. Hjá teimum vaksnu byrjar skráin nakað seinni. Tónleikurin byrjar í Vágsbotni klokka 15.00, og sum dømi kunnu nevnast, at Týr spæla klokkan 19.30, Anthems of Rock eru á skránni klokkan 21.30 og klokka 23.00 er tað Voxbotn Allstars, sum plagar at vera ein samanseting av ymiskum føroyskum tónleikarum og harvið ymiskum føroyskum sangum. Tað er leygardagin, at Voxbotn er á skránni. TELJA NIÐUR TIL VOXBOTN Vikuskiftis Sosialurin hevur latið seg í summarham og komandi vikurnar verður tað ein lættari útgáva, sum verður til keyps. Les um summarið í Føroyum og uttanlands umframt um tey aktuellu viðurskiftini, sum altíð eyðkenna blaðið. Halt summar við Sosialinum! GENTUR ROKKA NORÐURLANDAHÚSIÐ SUNNUKVØLDIÐ!