hósdagur 23. juni 2016síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 24. JUNI 2016
SOSIALURIN 72
18
ÁRNI GREGERSEN
Millum fólk hevur seinasta
mánaðin verið tosað um, at í Havn
eru amerikansk trygdarfólk sædd
ganga millum húsini.
Onki hevur verið at frætt um,
hvat tey ger her, men ymiskar
gitingar hava verið.
Nú er komið undan kavi, at
ein amerikanskur ráðharri er á
vitjan og tað er í hesum sambandi,
at trygdarfólk hava gingið runt í
býnum og gjørt kanningar.
Trygdarfólkini hava kannað
hvar møguligir sníkiskjúttar ella
terroristar kunnu krógva seg, nú
amerikanski ráðharrin er her.
Onki verður latið til føroyskar
ella danskar myndugleikar í
Føroyum at taka sær av í samband
við trygdina undir vitjanini.
Amerikansku fólkini hava
verið í Føroyum og lagt ferðina
til rættis saman við Arktisk
Kommando og myndugleikunum
her, men í ávísum førum hava
hesi trygdarfólk lagt treytir
við um, at tað eru tey sum hava
avgerðarrættin.
Til dømis hava amerikansku
trygdarfólkini avgjørt hvørjum
bilum ráðharrin Ray Mabus og
hansara fylgi skal koyra í. Tey hava
eisini kravt, at tað eru løgreglufólk,
sum koyra bilarnar og tey hava
eisini valt hesi fólkini út.
Á ferð í Evropa
Ray Mabus, sum hevur verið
ráðharri
fyri
amerikanska
herflotanum, síðani Barack Obama
tók við sum amerikanskur forseti.
Hann verður sitandi, so leingi
Obama situr og hann hevur boðað
frá, at hann leggur frá sær næsta
ár.
Hann er á ferð í Evropa. Nú
áðrenn hann kom higar, vitjaði
hann Italia, Rumenia, Týskland og
Danmark.
Hóast føroyskir myndugleikar
ikki beinleiðis hava fingið at vita,
hvat amerikanski ráðharrin skal
gera í Føroyum, so eru gitingarnar
nógvar.
At talan um eina politiska
kurteisisvitjan er lætt at sannføra
seg sjálvan um, men í politisku
skipanini ivast ongin í, at hendan
vitjanin eisini er av hernaðar
strategiskum slag.
Sornfelli var í mong ár
undir Kalda Krígnum partur av
ávaringarketuni Early Warning –
ein NATO-ávaringarskipan, sum
fylgdi við, hvussu russiski herurin,
flogvápnið og flotin flutti seg.
Hendan skipan kundi so boða
NATO frá, um okkurt óvanligt
hendi.
Nógv er broytt síðani seksti-
árini, bæði í tøkni og í politikki.
Kortini sigst tað vera so í dag, at
fyri at fáa somu upplýsingar, sum
gamla Early Warning-skipanin gav,
so er neyðugt at flúgva á leiðnum
og vita hvat hendir. Tað sigst ikki
vera nóg mikið, at fylgisveinar
hyggja eftir, hvat fer fram.
Um vitjanin er ein fyrireiking
til aftur at gera Føroyar til ein part
av eini nýggjari ávaringarskipan er
ógreitt enn.
Sornfelli
Føroysku myndugleiakrnir eru í
ferð við at yvirtaka harradømi yvir
luftrúminum yvir Føroyum.
Hetta
verður
g jørt
í
samráðingumm
við
danir.
Upprunaliga sá hetta út til at fara
at ganga lætt fyri seg, men tá ið
samráðingarnar byrjaðu, sendu
donsku myndugleikarnar heili
átta fólk higar at samráðast.
Tað kann hava samband við,
at ES, USA og Danmark tá júst
høvdu gjørt eina nýggja avtalu
um luftrúmið og tí koma tað eitt
sindur illa við, at føroyignar vildu
yvirtaka hetta nú.
Fólk her á landi hava sæð
fyrrverandi starvsfólk í Mjørkadali
aftur í Føroyum nú. Gitingar hava
verið um, at okkurt hendir uppi á
Sornfelli.
Tað er eisini rætt, men hesi
fólkini eru frá Naviair, sum er
ein fyritøka, sum heldur skil á
loftferðsluni. Fyritøkan hevur í
mong ár havt útgerð standandi á
Sornfelli og hevur tað framvegis.
Tað er hesa útgerð tey eru í ferð
við at taka niður, tí føroyingar
sjálvir fara at yvirtaka luftrúmið.
Um nakrir hernaðarligar
ætlanir eru við Sornfelli er óvist,
men sum víst á, so gongur ikki so
væl hjá føroysku myndugleikunum
at fáa at vita, hvat gongur fyri seg á
hernaðarliga økinum í løtuni.
Amerikanski ráðharrin, sum
vitjar her, skal vitja ymsastaðni í
Føroyum. Hann ferðast við tyrlu,
men tá ið hann skal aftur til Havnar
eftir vitjan í Klaksvík, so siglir hann
við danska verjuskipinum Triton.
Føroysku
skipini,
Brimil
og Tjaldrið, lúka ikki neyðugu
trygdarkrvøini sum er, so
amerikansku trygdarfólkini hava
valt Triton til uppgávuna.
Trygdarviðurskiftini eru hørð og
fyrireikingarnar ógvusligar, nú amerkanskur
ráðharri er á vitjan í Føroyum
POLITIKKUR
Skriv frá
uttanríkisráðnum:
Hósdagin 23. juni
kemur Ray Mabus,
amerikanskur her
flotaráðharri á vitjan í
Føroyum. Landsstýris
maðurin í uttanríkis-
og vinnumálum er
vertur fyri vitjanini.
Í dag hevur ráðharrin
fund við løgmann,
Aksel V. Johannesen,
Poul Michelsen,
landsstýrismann í
uttanríkis- og vinnu
málum og Høgna
Hoydal, landsstýris
mann í fiskivinnu
málum. Á fundinum
við landsstýrið fara
partarnir m.a. at
umrøða viðurskifti og
áhugamál í Arktis.
Á ferðini skal
ráðharrin eisini hitta
Løgtingsins Uttan
landsnevnd og vitja
Arktisk Kommando.
Ráðharrin fer av
landinum aftur
sunnudagin 26. juni.
TRYGDARFÓLK KANNA
HVAR SNÍKISKJÚTTAR
KRÓGVA SEG
Triton skal sigla ráðharran og hansara fylgi úr
Klaksvík til Havnar. Trygdin verður sett í hásætið