Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-23, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. juni 2016síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. JUNI 2016 SOSIALURIN 72 19 Roy Mabus kemur til Føroyar, men føroyskir myndug­leikar ivast eitt sindur í, hvat tað er hann vil. Aksel V. Johannesen, løg­maður, skal einsa­ mallur á fund við amerikanska her­flota­ráð­ harranan Poul Michelsen, landsstýrismaður við uttanríkismálum, tekur ímóti amerikanska ráðharranum og er vertur fyri honum Fyri fyrstu ferð nakrantíð, er ein amerikanskur ráðharri á vitjan í Føroyum - hetta hendir nú áhugin er vaksandi fyri Arktis ÁRNI GREGERSEN Politiskt royna stórveldini í hesum árum at tryggja sær harradømi yvir Arktis. Hetta ger, at Føroyar aftur eru komnar á borðini, bæði í Moskva og í Washington. Ítøkiliga síggja vit hetta í dag, nú vit fyri fyrstu ferð yvirhøvur hava vitjan av einum ráðharra í amerikansku stjórnini. Ray Mabus eitur flotaráðharrin, sum er í Føroyum. Vitjanin er komin í lag gjøgnum Arktisk Kommando og gjøgnum amerikanska herflotan og amerikanska uttanríkisráðið. Føroyskir myndugleikar hava ikki fingið nakað beinleiðis at vita, hvat endamálið er við vitjanini, annað enn at amerikanski ráðharrin fegin vil hitta føroys landsstýrisfólk og skifta orð við tey um felags áhugamál. Men sum nógv onnur, so vita teir politisku aktørarnir, sum sita á ovastu rók í Føroyum, at áhugin fyri Arktis og leiðunum her, hava fingið munandi størri áhuga millum risaveldini nú enn tey seinastu mongu árini. Somu politikarar vita eisini, at viður­ skiftini millum Russland og Vesturheimin er kølnaði munandi seinastu árini og ikki minst eftir at Russland tók Krim aftur. Hernaðarliga sæst hetta á mátanum, hvussu russisk hernaðarflogfør leggja sínar rutur. Tey flúgva dikst at markinum hjá londunum í NATO-samgonguni og tey flúgva munandi lægri enn tey hava gjørt síðani kalda kríggið endaði. Eisini siga hernaðarligir analytikarar, at vit í Føroyum noyðast at venja okkum við at síggja hesi flogfør eins og vit eisini fara at síggja russiskar undirvatnsbátar og onnur skip um okkara leiðir. Hesi viðurskiftini eru helst ein av orsøkunum til at amerikanski ráðharrin vitjar í Føroyum nú. Fund við landsstýrisfólk Ray Mabus hittir landsstýrismannin Poul Michelsen, Framsókn. Poul Michelsen er uttanríkis- og vinnumálaráðharri, men við á fundinum verður eisini Høgni Hoydal, landsstýrismaður við fiskivinnumálum. Hetta er ikki nakar lítil fundur, tí amerikanski ráðharrin hevur 10 embætisfólk við sær, so føroysku landsstýrismennirnir hava eisini embætisfólk við sær á fundi. – Eg kann siga heilt erliga, at eg veit ikki heilt, hvat hetta snýr seg um, men sjálvandi hava vit her eisini lagt til merkis, at viður­ skiftini millum stórveldini og Russland eru kølnaði í seinastuni, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður. Hann ivast heldur ikki í, at nógv hendir millum skins og hold, sum hann og føroyskir myndugleikar ikki eru kunnaðir um. Tað er eisini ein partur av tí, sum uttan­ lands­nevndin fæst við í løtuni. Tað, at ting henda, sum hava týdning fyri Føroyar á uttan­ríkis­politiska økinum, sum føroyingar ikki verða hoyrdir ella kunnaðir um. Famjins-skjalið frá 2005 sigur annars, at danskir myndugleikar skulu lurta eftir føroyskum myndugleikum og geeva føroyingum veruliga ávirkan, tá ið talan er um uttan­ríkis­politiskar spurningar, sum viðvíkja Føroyum. Landsstýrismaðurin við uttan­ríkis­ málum, Poul Michelsen, heldur ikki, at hetta verður gjørt og hevur verið í uttan­lands­ nevndini hjá Løgtinginum við málinum. Spurningurin um Famjins-skjalið verður nóg nógv virt av dønum, kemur fyri á landsstýrisfundi mánadagin. Løgmaður fund einsamallur Tá ið amerikanski ráðharrin Ray Mabus nú vitjar í Føroyum, so skal hann sum nevnt hava fund við Poul Michelsen og Høgna Hoydal, landsstýrismenn. Á hesum fundi luttaka fleiri embætisfólk, men amerikanski ráðharrin skal eisini hava fund við Aksel V. Johannesen, løgmann. Hetta er ein fundur uttan embætisfólkini, har løgmaður og amerikanski ráðharrin kunnu tosa saman uttan, at so nógv fólk eru til staðar. Løgmaður fer sjálvandi at royna at fáa at vita frá amerikanska ráðharranum, hvat tað er sum hendir á okkara leiðum, og sum vit kanska ikki fáa nóg nógv at vita um. Í veruleikanum er tað bæði tey versnaðu viðurskiftini millum Russland øðrumegin og Evropa og USA hinumegin, sum er ein partur av fundinum, men eisini vaksandi áhugin fyri Arktis er á skránni. Í Føroyum hevur politiska skipanin havt aðalorðaskifti í Løgtinginum um viðurskiftini í Arktis og hvønn leiklut Føroyar kunnu spæla har. Løgmaður fer at nýta høvi at spyrja amerikanska ráðharran um ymiskt – millum annað um Føroyar av nýggjum hava fingið hernaðar­ligan áhuga fyri stórveldini. Sendistovan í Moskva Føroyar hava í dag eina sendistovu í Moskva, umframt at føroysk virkir selja nógv til Russlands. Frá almennum myndugleikum í Danmark er onki frætt um, at hetta ikki hóskar saman við donskum uttanríkispolitikki, men við at hava oyruni opin og lurta eftir øðrum útmeldingum, so kann føroyska sendi­stovan í Moskva og stóri føroyski út­flutning­urin til Russlands hava vakt sovandi hund. Smáar útsagnir eru komnar føroyskum myndug­leikum fyri oyruni, at onnur í Danmark enn danskir myndugleikar hava sagt, at viðurskiftini millum Føroyar og Russland kanska ikki eru á linju við tað, sum Danmark ynskir. Tí tað kann tykjast áfallandi, at amerikanski ráðharrin er komin higar nú, men leggja vit tvey og tvey saman, so halda amerikanskir og NATO-myndukleikar kanska, at viðurskifti millum Føroyar og Russland eru í betra lagi – og tað kanska er rætt politiskt at knýta Føroyar tættari at teimum nú. STÓRUR MILITERUR ÁHUGI FYRI FØROYUM