Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-23, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. juni 2016síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. JUNI 2016 SOSIALURIN 72 20 BRANDUR MORTENSEN NOLSØE S aman við norðmonnum eru før­oyingar best fyri av norður­lendingum at skilja grannamál í Norð­ur­londum. Tað er ein av niður­støð­un­um í nýggjari kann­ ing av málfatanini hjá ung­um norðurlendingum, sum Nord­isk Ministerråd hevur stað­ið fyri. Kanningin avdúkar eisini, at hóast enskt valdar í form­lig­um samanhangum, hevur norð­ur­ lendski felagsskapurin týdning, og rør ungdómurin tí fram undir, at samskiftið í frítíðini fer fram á norður­lendskum. Føroyingar duga best - Fyrimunurin er, at føroyingar hava eitt grundarlag frá barnsbeini av at læra norðurlendsk mál. Hetta ger, at føroyingar læra tey stóru norður­lendsku málini skjótari enn onn­ur, vilja teir tað. Tað sigur málfrøðingurin Eva Theil­gaard Brink, sum hevur ferðast runt í Danmark, Svøríki og Noregi og gjørt samrøður, fyri at fáa eina smakkroynd av mál­ før­leikunum og málfatanini hjá norður­lendskum ungdómi, ið hevur leit­að sær til grannalond í arbeiðs- ella lestrarørindum. Kanningin vísir, at føroyingar tillaga seg skjótari til norðurlendsku granna­ málini enn onnur. Úrslitið sam­ pakk­ar við niðurstøðuna í eini størri kanning av norðurlendskum málva­num frá 2005, sum Nordisk Minister­råd eisini stóð fyri, at før­oy­ingar duga best at læra seg norðurlendsk grannamál. Hóast talan er um eina roynd­ ar­kanning, er hon tann fyrsta av sínum slag, ið fevnir um øll Norðan­londini. Eva Theilgaard Brink heldur, at lunnar nú eru lagd­ir undir eina størri verkætlan, sum kann geva eina heildarmynd av norðurlendskum samskifti og málfatan. Hennara áhugi fyri norður­lendskari málmentan er ikki komin av ongum. Sjálv hevur hon búð í Íslandi, Danmark og Noregi, og harafturat hevur hon finsk­ar røtur. Norðurlendsk felagskensla Sambært frágreiðingini hjá Evu Theil­gaard Brink, er eisini vanligt, at norðurlendskur ungdómur samskiftir á enskum. Tó í størstan mun á arbeiðsplássinum ella í skúla­um­hvørvinum. Tá kann tíðin lætt­liga vera knøpp, og tí kann eitt enskt orð fyribyrgja, at ein noyðist at endurtaka seg. Hinvegin, stað­ fest­ir Eva Theilgaard Brink, er talan um sosialar samanhangir, verð­ur norðurlendskt mál nýtt. - Tá er aloftast ein meirluti av einari ávísari norðurlendskari tjóð í vinaskaranum, og tí verður meiri­ luta­málið nýtt. Dugir tú tá ikki eitt skandinaviskt mál, og fært ikki til­laga teg til støðuna, kennir tú teg uttanfyri, tí tað enska kennist fremm­ant. Hesari støðuni hava nógvir av lut­takarunum verið í ta fyrstu tíð­ ina í einum norðurlendskum landi. Hon vil vera við, at ein lykla orsøk til, at tað enska ikki verður tikið fram­um, er hugsjónarliga eggjanin til at varðveita norðurlendska felags­skapin. - Tá norðurlendingar tosa enskt mill­um sín, skapast ein frástøða, sum ikki endurspeglar veruleikan. Norður­lendingar eru so tætt knýtt­ ir, at teir halda tað vera spell at tosa enskt, tá møguleiki er at tosa mál, sum liggja tættari at hvørjum øðr­ um. Eva Theilgaard Brink metir, at henda kenslan kann vera arvað frá eldri ættarliðunum, sum ikki hava verið líka tengd at enskum, og sum hava viljað, at norðurlendingar halda seg til norðurlendsk mál. Myndin er ikki so einføld Hóast ávirkanin frá enskum er vaks­andi, sigur Eva Theilgaard Brink, at fólk hava lyndi til at mála eina heldur dapra mynd av ensku ávirkan­ini á framtíðarútlitini hjá norðurlendskum málum. Eitt nú er týdningarmikið at skilja, at ungdómurin í dag hevur ein prakt­ iskan hugburð til málnýtslu. - Føroyingar læra norðurlendsku málini skjótari enn onnur. Ein av orsøkunum er, at føroyingar frá barnsbeini hava eitt gott grundarlag at standa á. Tað er niðurstøðan hjá Evu Theilgaard Brink, málfrøðingi, sum hevur gjørt eina umfatandi kanning av førleikunum hjá ungum norðurlendigum at læra tey stóru norðurlendsku málini MÁLFATAN Samrøða við Evu Theilgaard Brink, málfrøðing: NÝGGJ KANNING: FØROYINGAR DUGA BEST GRANNAMÁLINI