Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-23, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. juni 2016síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. JUNI 2016 SOSIALURIN 72 21 - Enskt verður nýtt sum eitt am­ boð í støðum, har tað er ein fyri­ munur. Hetta ger ein meiri fjøl­ broyttan. Kanningin bendir á, at í mun til í formligum samanhangum, hvíla norður­lendingar ikki altíð í sínum enska máli, tá teir eru saman. Hóast eing­in ivi er um, at teir eru førir fyri tí, tíma norðurlendingar ikki altíð at tosa enskt í frítíðini. Eitt nú gerst tað torførari at skemta á enskum, og harafturat kann enska talan vera merkt av sterkum norð­ ur­lendskum máldámi, sum gevur ov stóran ans, sigur Eva Theilgaard Brink. - Samstundis bendir alt á, at norður­lendsk mál vera nógv nýtt, tí tey eru til fyrimuns fyri sosiala saman­hangin, serliga tá fólk kenna hvørt annað og taka sær av løttum. Hon heldur, at vit áttu at fing­ ið eina fjølbroyttari mynd av leiklutinum hjá enskum máli í Norður­londum. Eva Theilgaard Brink leggur aftrat, at av tí at luttakararnir í kann­ingini hava leitað sær til eitt nýtt land av egnum áhuga, kann ein ímynda sær, at teir eru fyri­ reikaðir til at tillaga sína málnýtslu til nýggjar umstøður, og tí munnu úrs­lit­ini vera hareftir. Grannamál Í kanningini luttóku 31 ungdómar úr Danmark, Svøríki, Noregi, Finn­ landi, Íslandi, Grønlandi, Álandi og Føroyum. Luttakararnir eru millum 23 og 31 ára aldur og hava búleikast í Danmark, Svøríki ella Noregi í minsta lagi í eitt hálvt ár. Meðan luttakararnir úr Føroyum og Noregi longu høvdu eitt málsligt grundarlag, áðrenn teir fluttu, tók tað tveir til tríggjar mánaðir hjá hinum luttakarunum at fáa eina sonevnda funktionella fatan av viðkomandi grannamálinum, vísa úrslitini. - Norskt líkist so mikið donskum og svenskum, at norðmenn hava lutfalsliga lætt at tillaga seg. Og donsku málførleikarnir hjá føroyingunum gera tað lættari at taka við nýggja málinum, sigur Eva Theilgaard Brink. Kanningin er ein roynd at venda sjóneykuna frá fremmandamáli til grannamáli. Munurin, heldur hon, er eyðsæddur. - Skal ein italiumaður læra seg svahili, krevst, at hann kastar seg út í tað og roynir seg fram sum best ber til. Men stendur ein føroyingur og leitar eftir einum svenskum orði í bræði, hevur hann møguleikan at royna tað danska orðið í staðin, og tað riggar aðru hvørja ferð, sigur Eva Theilgaard Brink og ger greitt, at í hesari kanningini telur danskt ikki sum grannamál hjá føroyingum, av tí at føroyingar eru so vanir við danskt.