Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-23, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. juni 2016síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. JUNI 2016 SOSIALURIN 72 22 Eitt seint týskvøld fyri nøkrum árum síðani, eftir at eg hevði spælt jazz­konsert í Hvonn, kom eg sum so mangan til at práta við Kristian Blak. Hann hevði tá, sum hann altíð plagar, nógv jørn í eldinum, og eitt, hann hann hevði fingist við leingi, var spælimanstónleik. Hann nevndi hendan Ívar Bærentsen, sum fá høvdu hoyrt um, men sum var serstakliga virkin og hevði skrivað fleiri hundrað løg SPÆLIMAÐURIN ÚR NÓLSOY SAMRØÐA LEIVUR THOMSEN T á visti eg ikki, hvør mað­ urin var, men seinni sá og hoyrdi eg hann í Havnar Klubba saman við spælimansbólkinum »Kvonn«. Har sat hann so væl nøgdur í einum horni við sínari mandolin og sendi javnan við-uppá-tað eygna­brøgd ávíkavist til sínar medspælimenn og áhoyrarar - altíð hetta skeiva smílið, sum lýsti av yvir­skoti og empati og veitti løtuni við lívsjáttandi musikki ovast í elligamla klubbanum sælu. Sjáldsamur spælimanstónleikur Sjáldan, fyri ikki at siga ongantíð, hevur spælimanstónleikur verið at hoyra í føroyskum miðlum. Tað tykist, sum hendan sjangran líka­ sum er dottin niðurfyri í miðlahøpi, hóast henni í siðalívinum hevur verið lív lagað í Føroyum í fleiri áratíggju. Prátið við Kristian Blak hitt týskvøldið gjørdi sítt til, at Ívar Bærentsen kom at liggja framm­ arlaga hjá mær til útvarpan – men nú bleiv tað so ístaðin til hesa greinina. Tað, sum gjørdi mun­ in, var ein túrur til Nólsoyar á Útoyggjadøgunum hjá Tórshavnar Kommunu herfyri. Á bryggjuni spældi eitt harmonikulið undir einum gomlum neysti. Undan neyst­ar­hurðini kom ein maður við mandolin til sjóndar við ballaðari sigarett í munnklovanum, gamal- hippiekendur, skeivt smílandi og fult njótandi løtuna í síni ein­ faldu bygdasligheit hendan kald­ liga leygardagin. Tað var Ívar Bærent­sen. Nógv fólk var savnað á bryggjuni, heilstokt lamb hekk yvir grillini, og atmosferan var full av friðsælu. Í einum steðgi á veg upp trappurnar til Nólsoyar Kunningarstovu hoyrdi eg eina rødd aftanfyri meg: »Hey, kemur tú ikki uppí at spæla eina jazzstrofu ella tvær«? Tað var Ívar við einum skálka­brosi. »Jazzstrofu? Tað tekur tú tær av«, svaraði eg, vælvitandi um, at Ívar í síni tíð var virkin í Jazz­ felagnum. Hóast hann ongantíð hevur spælt jazz, hevur tað slagið nomið við hann í umhvørvinum rundan um Jazzfelagið í 70’unum, og sostatt kom hetta í løtuni á bryggjuni í Nólsoy at vera ein felags referansa okkara millum. Mandolin og gittar Eg avtalaði við Ívar at møtast í miðbýnum í Havn. Fyrst spurdi eg hann fyrst um, hvussu tað ber til, at man yvirhøvur byrjar at spæla uppá mandolin. »Tað var so, at skotin Alistair Cochrane var í Føroyum og las á Fróðskaparsetrinum miðskeiðis í 70’unum. Hann var dugnaligur spælimaður og sangari, spældi bæði gittara og mandolin. Og so var hann eisini málsligt flogvit, hevði lært seg at tosa føroyskt uppá næstan onga tíð. Eg var hug­tikin og spurdi so Alistair, um hann ikki kundi læra meg at spæla uppá mandolin og gittara. Tað var gaman í, og tónleikurin, hann lærdi meg, var spælimanstónleikur úr hansara heimlandi, Skotlandi - tónleikur, sum hevði røtur eini 200 ár aftur í tíðina.« Spælimenninir Tú hevur verið fastur limur í Spælimonnunum, kanst tú greiða eitt sindur frá tí? »Eg byrjaði í studentaskúlanum í Hoydølum í 1974. Tað var eisini hetta árið, at Kristian Blak kom til Føroya at undirvísa í Hoydøl­ um. Sama ár stovnaði hann »Spæli­menninar í Hoydølum«. Hesin bólkur var mannaður við bæði lærarum og næmingum úr Hoydølum. Eg kom so við í bólkin, og tað var eisini har, lívslanga vinar­lagið við Kristian Blak byrjaði. Tá hesin bólkurin seinni fór á konsertferð, var tað eitt »úrvalslið« á seks tónleikarar, sum mannaði bólkin. Tá æt bólkurin bara »Spæli­ menninir«, og á enskum kom tað so at vera »The Folk Musicians«. Manningin var Kristian Blak á klaver, Sharon Weiss á floytu, Charlie Pilzer (US) á bass, Janne Danielson (SVØ) á violin, Erling Olsen (DK) á violin og eg sjálvur á guitar og mandolin. Tá eg var liðugur í Hoydølum, varð eg nakað minni aktivur í Spæli­monnunum. Men so var tað, at Kristian Blak í 1979 boðaði frá, at Spælimennir vórðu bodnir á eina tríggjar vikur langa konsertferð í USA. Tá var eg skjótur at taka av. Tað var soleiðis, at hesin Charlie Pilzer, sum spældi við okkum, var fyriskipari í USA. Vit komu at kenna hann gjøgnum Sharon, konu Kristian. Hann skipaði fyri at fáa okkum yvir til USA og var við á túrinum, bæði sum fyriskipari og bassleikari í bólkinum. Í 1981 komu vit við í eina ameri­kanska útvarpssending, sum nevndist »A Prairie Home Companion«, sum hevði fólka­tón­ leik og spælimanstónleik á skránni. Sendingin var at hoyra um alt USA og hevði einar 6 milliónir lurtarar. 500 áhoyrarar lýddu á beinleiðis í studionum. Tað var navnframi útvarpsverturin Garrison Keillor, sum stóð fyri sendingini. Eitt fast húsorkestur uppá eini fimm mans spældi í sendingini, og tað vóru trý vitjandi orkestur hvørt kvøld, og vit vóru altso eitt av hesum. Vit vóru tilsamans fýra ferðir við í hesi sendingini, og tað var øgiliga góð reklama fyri okkum. Hendan stóra umrøðan gjørdi, at vit fingu nógvar konsertir at spæla. Vit vóru fleiri ferðir í USA og spældu við Spælimonnunum, umframt at vit spældu í Nova Scotia, Onglandi, Fraklandi, Svø­ ríki, Danmark og Hetlandi. Spæli­ menn­inir hava givið út 6 plátur tilsamans« Lagskrivingin Hvørja tilgongd hevur tú, tá tú skrivar tónleik? »Tað er øgiliga spontant. Eg kann seta meg við mandolinini, og so byrji eg bara at spæla okkurt ótilvitað, lati fingrarnar »vandra«. Eg taki løgini úr luftini so at siga, og eg haldi meg sum oftast til tað fyrsta hugskotið, eg fái. Tað er als ikki soleiðis, at eg liggi og bøli á løgunum og pussi og poleri tey í langa tíð. Eg skrivi løgini liðug beinanvegin, og so bíði eg kanska eitt hálvt ella eitt heilt ár, áðrenn eg leggi tey fram fyri bólkin – tí eg vi gjarna hava, at eg sjálvur skal tíma at spæla løgini, áðrenn onnur skulu tíma at spæla tey. Um tað eru løg, eg sjálvur spæli aftur og aftur, ja, so veit eg, at onnur kanska eisini finna fragd í at spæla tey. Íblásturin, eg fái til lagskrivingina, er alt tað, eg áður havi hoyrt av spæli­manstónleiki, íroknað 200 ára gamlan siðbundnan musikk sum eitt nú tann hjá Jens Christian Svabo. Hann var jú sjálvur tón­ leikari og spældi violin. 200 ára gamla nóta­bókin hjá honum er niður­skrivaður spæli­mans­tón­ leikur, og fleiri av hesum løg­unum ganga aftur í íblástrinum. Summi av mínum løgum hava verðið innspæld av fleiri útlendsk­ um bólkum, t.d. »Mai­valsurin« frá 1977, sum er ein »moll­valsur«. Tað lagið er at kalla blivið altjóða »standard« innan spæli­mans­tón­ leik.« Tú hevur eisini gjørt onkra útgávu, har tú syngur? »Ja, men altso tað at syngja fellir mær ikki so lætt. Eg eri alt ov smæðin av lyndi til tess. Men jú, rætt. Eg gjørdi eina útgávu fyri nøkrum árum síðani (`99), har eg valdi einar 14 sangir av 30-40 til útgávuna. Tekstirnir eru religiøsir / filosofiskir og snúgva seg um tað, sum er størri enn vit sjálv, t.d. hvussu eldri fólk síggja hesa verðina og hvussu tey uppliva, at tey um ikki so langa tíð skula higani og víðari í annan heim. Eg skrivaði sangin »Pøsta verð«, sum var ein tann fyrsti, sum Hanus Johansen sang á plátu. Sangurin var við á einari Jazz í Føroyum útgávu. Hanus var tá lutfalsliga ókendur sum sangari í Føroyum. Tað var soleiðis, at Kristian Blak visti um hendan sangin framman­ undan, og soleiðis fekk hann í lag, at sangurin kom við á plátuna. Eg var ikki sjálvur við í innspælingini.« Jazzfelagið og Tutl Tú vart við í Havnar Jazzfelag, tá felagið byrjaði – hvat tókust tit við? »Eg var við til at stovna Havnar Jazzfelag saman við Kristiani Blak og øðrum í 1975. Eg minnist, tá vit høvdu tiltøk, hvussu vit sleipaðu rúgvuvís av ølkassum upp í Veitsluhøll Klubbans, har vit høvdu livandi tónleik til tann ljósa