hósdagur 23. juni 2016síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 24. JUNI 2016
SOSIALURIN 72
23
morgun. Eisini vóru vit eitt skifti
í B36 húsinum og Gamla Klubba.
Tá var tað soleiðis, at diskotekini
lótu aftur longu klokkan 01, og fólk
høvdu ikki hug at fara til hús longu
tá, tey vildu gjarna leingja náttina
eitt sindur afturat í jazzinum, sum
helt á heilt til klokkan 04. Men tað,
sum tey flestu kanska ikki góvu
sær far um, var, at man faktiskt
skuldi hava teknað seg sum lim í
Jazzfelagnum fyri at koma inn,
tí tað var jú ikki nakað alment
tiltak. So tað vóru mong, sum
vórðu vend í hurðini. Tá vóru vit
onkuntíð skýrd »kommunistar«,
»kapitalistar« ella »hatta helvitis
pakkið úr Hoydølum.!!«
Í 1977 var eg eisini við til at
stovna plátufelagið Tutl.«
Í útlegd í 24 ár
Tú hevur búð 10 ár í USA, hvussu
hongur tað saman?
»Til eina konsert í USA í 1979
hitti eg eina gentu, sum var komin
at lurta eftir okkum. Hon gjørdist
unnusta mín og kom við okkum á
konsertferðina.
Summarið 1980 fór eg so yvir
aftur til USA at vitja hana. Tað var
meiningin, at tað bara skuldi vera
tann summarfrítíðin - men eg
kom at vera verandi, og unnustan
gjørdist við barn. Eg var har í 10 ár,
og vit fingu tríggjar synir saman.
Eg las við universitetið UMass
í Boston, fekk bachelor í »liberal
arts«, har ein triðingur var tónleikur
og restin eitt nú filosofi,sálarfrøði,
søga og teldufrøði. Síðani tók eg
læraraprógv uppá tvey ár við sama
universitet. Pengarnar forvann eg
við at arbeiða sum timburmaður.
Tað var nú ikki soleiðis, at man
varð spurdur um, hvørt man var
lærdur timburmaður, nei, tað var
bert ein spurningur um taka ein
hamara í hond og arbeiða – og tað
lá væl fyri.
Seinni, í 1990, gjørdu vit av at
flyta til Danmarkar. Tað var tí,
eg vildi hava, at synirnir komu at
uppliva okkurt annað enn bara
USA í teirra uppvøkstri. Orsøkin
til, at tað júst bleiv Danmark, var,
at tað var so at siga mitt ímillum.
Kona mín hevði ikki hug til at flyta
til Føroya, tí tað var alt ov smátt
til hennara, men Danmark kundi
hon góðtaka.
Tað kom til einkis okkara mill
um í 2001. Hon býr í dag enn í Dan
mark eins og synirnir. Eg havi gott
samand við bæði hana og synirnar.
Í 2003 flutti eg til Føroya, har eg
hitti mína núverandi konu, sum
er 14 ár yngri enn eg. Vit búgva í
Nólsoy og hava tvey børn saman,
sum eru 5 og 1 ára gomul – sami
aldur sum bæði abbabørnini hjá
mær. Eg verði sjálvur 59 ár í summ
ar.
Eg starvist dagliga sum lærari í
Sankta Frans Skúla.«
Kvonn
Hvat gert tú við tónleik nú?
»Tað er bara bólkurin Kvonn í
løtuni. Vit hava givið tvær útgávur
út við bólkinum higartil. Vit ferðast
javnan uttanlands at spæla, tó
ikki á so langar konsertferðir sum
áður. Við í bólkinum eru Kristian,
Sharon, sonur teirra Mikael, Ange
lika Nielsen og eg sjálvur. Angelika
spælir veruliga væl violin. Hon
ger eisini frálík løg. Hon spælir
nógv og heldur soleiðis alla tíðina
sítt violinspæl viðlíka. Øðrvísi er
kanska við mínum mandolinspæli.
Mandolinin kann væl hanga í fleiri
vikur, uttan at eg nerti hana - og
tað er tað sama við gittaranum. Tey
trý, Kristian, Angelika og Mikael
eru meiri professionel. Spælið
fellur teimum helst lættari enn
hjá mær og Sharon, eftirsum vit
bæði hava hvør sítt lærarastarv at
røkja og tí ikki hava so nógva tíð til
venjing um dagarnar.
Eg havi havt framúr gott sam
starv við Kristian. Hann hevur eitt
fantastiskt undirspæl, sum ongan
tíð er tað sama – tað er litríkt og
spennandi. Og so er hann eisini
arbeiðssamur og hevur altíð yvir
skot til at fortelja skemtisøgur til
konsertirnar.«
Spælimaður burturav
Hvat er tín drívmegi?
»Tað er at dáma at spæla, tað er
medisin fyri sálina. Tað er deiligt at
kunna gleða seg sjálvan og onnur
við tónleiki og at kunna uppliva
tónleikin sum altjóða mál. Sum
komponisturin Bela Bartok eina
ferð segði, er fólkatónleikurin
sum ein slípaður diamantur - tað
finst neyvan nakar reinari musikk
formur.
Spælimanstónleikur er tíverri
nógva staðni blivin akademiskur
- men ikki t.d. í Hetlandi, har tón
leikurin meiri er integreraður
partur av mentanini. Har hava tey
undirvísingartilboð av siðbund
num spæli í skúlunum, og tað sæst
aftur í mentanini. Tú kanst t.d. sita
á eini krógv og spæla hendan tón
leikin, og øll meta teg at vera fult
integreraðan part av samfelagnum.
Eg minnist einaferð, vit spældu
í einum lítlum kafeteria í Het
landi. Tað var í 80’unum, júst tá
punkmusikkur var í hæddini. Har
sótu nakrir punkarir. Vit hildu,
at teir fóru at rýma, so skjótt vit
fóru at spæla, men nei, teir vóru
faktiskt komnir fyri at lurta eftir
spælimanstónleiki. Slíkt gevur
íblástur.
Men annars eri eg spælimaður
burturav, og tað fari eg altíð at
vera.«